Ísrael og Gaza - einaferð enn


Eftir at Hamas og Islamska Jihad seinastu árini hava hildið fram við at senda rakettir inn yvir býir og bygdir í Suðurísrael, metti Ísrael at nú var nóg mikið. Tí svaraðu teir aftur við at seta í verk hernaðartiltakið ”Operation Protective Edge” fyri at forða álopunum úr Gaza. Seinastu tíðina hava Hamas-felagsskapurin og islamska Jihad sent fleiri enn 100 rakettir inn yvir býir og bygdir í Ísrael.



Álopsmál Ísraels í Gaza eru rakettstøðir, vápnagoymslur, hernaðarligar venjingarlegur og annað, sum hernaðarligu Hamas-menninir í Gaza nýta í álopum sínum á Ísrael.



Ísraelska leiðslan sigur, at Hamas goymir bæði yvirgangsstøðir og hernaðarfólk millum vanliga fólkið, sum ger tað sera trupult hjá Ísrael at gera atsøknir sínar.



Arabiska dagblaðið Al-Hayat skrivar, at Ísrael ávaraði bæði Hamas og Islamska Jihad gjøgnum egyptiskar diplomatar, at ísraelska verjan fór at svara harðliga aftur um Hamas ikki gavst við álopum sínum, men álopini úr Gaza hildu kortini fram. Bæði Hamas og Islamska Jihad hava átikið sær ábyrgdina av hesum rakettálopum.



Møguleikin var altíð fyri, at Ísrael fór at gera innrás í Gaza. Nú hevur Benjamin Netanyahu forsætisráðharri álagt herinum at fremja eitt framhaldandi og máttmikið álop móti yvirgangsbólkunum í Gazageiranum.



Fólk í Suðurísrael – og aðrastaðni í Ísrael – hava verið biðin um at halda seg nær bumbuskýlum, skúlar eru stongdir, og nógvastaðni eru fólk ikki til arbeiðis, men halda seg heima við hús. Bæði í Ísrael og Gaza eru fólk deyð og skadd í seinastu bardøgunum. Flestu vita at nógv hernaðarútgerð er komin til Hamasstýrið í Gaza frá Iran seinastu árini.



9 ár eru liðin síðani ísraelska stjórnin við Ariel Sharon sum forsætisráðharra Ísraels – av egnum fríum vilja – tók aftur alt herfólk sítt úr Gaza. Hetta var í august og september 2005. Vit minnast, at ikki færri enn 8.000 jødar – av ísraelsku stjórnini vóru tvingsilsfluttir úr Gaza, tí ísraelska stjórnin við hesi afturtøku vildi skapa frið, so íbúgvar Gaza kundu skipa síni egnu viðurskifti.



Men hendan vónin hjá ísraelsku stjórnini brast. Ísrael fekk ikki frið kortini. So skjótt ísraelsmenn vóru farnir úr Gaza, byrjaðu hernaðarligu islamistarnir har at fáa til vega rakettir úr Iran, við tí endamáli at skjóta inn yvir bygdir í sunnaraparti av Ísrael. Hetta hevur verið gongdin til dagin í dag.



Ísraelska fólkið fekk ikki loyvi at liva í friði. Javnt og samt hava tey verið díkt undir við skotryðjum úr Gaza, ið hava havt til endamáls at drepa so nógvar ísraelar, børn, sum vaksin, sum møguligt, har hava ongar ísraelskar hernaðarstøðir verið í nánd.



Í staðin fyri at skapa sínum egna fólki livilig kor, og liva í friði við Ísrael, eins og bæði Egyptaland og Jordan gera. Men Hamasstjórnin stýrd av hatri til jødar og hevur sett sær fyri, at rudda allar jødar út, soleiðis sum Hitlerstýrið ætlaði á sinni. Fólkið í Gaza líður undir hesum vanstýri, ið hugsar meiri um týning jødanna enn framgongd fyri sítt egna fólk. Týning av jødunum fer sjálvandi ikki at eydnast teimum, líka lítið sum sama ætlanin hjá Hitlersstýrinum í Týsklandi eydnaðist.



Svenning av Lofti