Islam ella demokrati, annað hvørvur

 

















Skula vit
varðveita okkara vesturlendska demokrati? Henda lívsháttin, ið vit eru uppald
í. Okkara vesturlendska sivilisatión, við opnum samfeløgum og persónligum
frælsi til hvønn einstakan. Henda lívsháttin, ið hevur ment okkara sivilisation
við sjálvstøðugum menniskjum, har frælsi og ábyrgd er ein fyritreyt. Samfelagið,
har vit eru samd um tað grundleggjandi og oftani ósamd um næstan alt annað. Trúarfrælsi
er, hjá okkum, ein grundleggjandi rættur. Valið hjá okkum er nú, antin at
skerja trúarfrælsið ella at missa demokratiið. At lata vera við at velja, er
eisini at velja. Henda støðan er nýggj, tí fyrr hevði vesturheimurin so fáar
muslimar. Í Týsklandi taldu teir færri enn 7000 í 1960, í dag eru teir 4
milliónir. Demokrati er treytað av at vit vilja tað. Islam vil ikki demokrati.
Islam er í ferð við at avtaka vesturliga sivilisatión innaní frá. Avgerandi
spurningurin er ikki um, nær vit vakna. Avgerandi spurningurin er heldur: “Er tað longu ov seint?”



 



Hvussu tað skal skiljast, tá eg umtali radikalar muslimar: Tað er
eymt at tosa um ymiskleikar, tá tað snýr seg um aðrar mentanir. So skjótt ein
(negativur) munur á tveimum bólkum verður umtalaður, verður man skýrdur fyri at
vera ein, ið generaliserar og ikki dugir at skilja margfeldi í menniskjanum og
margfeldi í einari vanligari mentan. Hesin tankin tykist at vera tengdur at
humanismuni. Argumentið ljóðar generelt umleið soleiðis: Øll hava sínar
ekstremar og sínar normalitetar, og tí kann ikki gerast munur á nakrari mentan,
tá tað kemur til ekstremistar. Hesin tankin tykist í so bíligur, tí hetta
merkir bara, at alt er líka og einki mennir seg í mun til sína egnu søgu og
egnu mentan. Ekstremar avspegla eina ávísa mentan, teir avspegla ikki bara
menniskjað sjálvt. Ein mentan kann heldur síggjast metaforiskt sum ein vistfrøðilig
skipan ella ein organisma, ið hevur fleiri partar og undirbólkar, ið liva
saman. Og víðari at ein mentan má eisini síggjast í mun til sítt egna margfeldi
(ikki bara onnur mentanarlig margfeldi) og í mun til sín egna samanhang.
Ekstremistar eru ikki uttan samanhang og koma ikki onga staðni frá. Man má
analysera ekstremistar í mun til ta mentan teir eru partur av. So í staðin fyri
at tosa um generaliseringar, har man deilir eina heila populatión í tvey (”normal
ella ekstrem”), tykist tað fornuftigari at tosa um ’útbreidd ella dominant
trekk í mun til ein defineraðan bólk - og hvussu hesi trekk koma til sjóndar í
ymiskum pørtum av hesum bólki’
. Tvey føroysk dømi uppá útbreidd trekk eru
”nærvera” og ”at ikki duga væl at siga frá”. Hetta merkir ikki, at øll eru
nærverandi og at øll eru minni dugnalig til at siga frá. Og ei heldur eru
persónar antin nærverandi ella ikki nærverandi. Men hetta eru útbreidd trekk í
tí føroyska fólkinum og tað er helst sannlíkt, at hetta hongur saman við
restini av mentanini. Í stuttum: Tá eg tosi um radikalt Islam, so tosi eg ikki
bara um teir ekstremu, men eisini út frá hvørjum samanhangi hesir fáa sítt
ekstrema frá. 



 



Talið veksur skjótt. Í 1960unum og í 70unum, vóru ikki
nógvir muslimar í Danmark. Í dag 
búgva 4,2% ella umleið 240.000 muslimar í Danmark og talið veksur
lutfallsliga skjótt. Orsøkin er m. a., at muslimar fáa fleiri børn, fáa
familjusamanføringar og so tað, at hjúnarfelagin til næsta ættarliðið oftani
verður inngiftur til Danmarkar úr islamskum landi.



 



Danir ræðast islam. Ein kanning hjá Gallup í 2008 vísir,
at 79% av teimum spurdu dønunum halda, at ein størri samskiftismøguleiki við
muslimska heimin, heldur er at fata sum ein hóttan enn ein møguleiki.



 



Okkara vesturlendski hugsunarháttur er merktur
av kristnu lívsáskoðani,
har tann einstaki hevur frælsi við ábyrgd. Hetta er eisini galdandi
fyri tey, ið ikki meta seg sum kristin. Hetta kemst av okkara mentunararvi, ið
hevur sín virðisuppruna úr kristnu lívsáskoðanini.



 



Í muslimska hugsunarháttinum, ið er knýttur at
tvingsli og revsing, finst einki val
. Tað er deyðadómur, um ein muslimur
konverterar frá islam. Øll børn, ið eru fødd av muslimskum foreldrum eru at rokna
sum muslimar. Her er einki frælsi til at trúgva øðrvísi, eingin møguleiki til
at velja.



 



Í islam er eingin skilnaður millum átrúnað og
politikk.
Tað er
bara við at doyggja í bardaga fyri islam, at ein muslimur kann vera heilt vísur
í at ogna sær paradís. Annars er tað knýtt at hansara lívsverki og tí endaliga
dóminum, ið Allah velur at fremja. 60% av versunum í Koranini snúgva seg um
jihad/heilagt kríggj. Fyri at fremja jihad/heilagt kríggj er loyvt muslimum at
nýta svørð, lygn og svik. Islam merkir at geva seg undir. Muslimur merkir ein
ið gevur seg undir Allah. Málið er at leggja allan heimin undir islam. Allah
áleggur øllum teimum, ið geva seg undir hann, at fremja jihad/heilagt kríggj.
Hetta vinnur altíð í longdini í islam, av tí at tey ídnu stíðast fyri tí, og
hini verða noydd til at fylgja við. Muslimar í vesturlendskum londum síggja seg
sum tey, ið eiga rættindini í londum teirra vantrúgvandi, hóast tað ikki enn er
komið á mál við ætlan teirra.



 



90% av Koranini snýr seg um Muhammed og 10% um
Allah.
Islam og
Koranin krevja at muslimar eftirlíkna Muhammed. Fyrstu 13 árini í Mekka hevði
Muhammed fá viðhaldsfólk og lítið vald. Hann var samstarvshugaður, tolerantur
og ongar ábendingar vóru um valdsmisnýtslu. Hann fyrigav teimum, sum særdu hann,
og royndi ikki at hevna seg. Men eftir at Muhammed kom til Medina, broytti hann
fullkomuliga atferð. Tá ið hann fekk størri vald, eydnaðist tað honum
eirindaleyst at leggja stór landaøki undir islam. Í teimum meira enn 1400
árunum síðani islam byrjaði, eru 49 lond (lond við meira enn 50% muslimum) við
tvingsli undirløgd islam. Og tað er bara við valdi, at lond hava megnað at
loysa seg frá islam gjøgnum søguna. Spania gjørdi tað í 1492. Gjøgnum tey 1400
árini, síðani islam byrjaði, er einki undantak hesum viðvíkjandi. Muslimar
skulu eftirfylgja Muhammed, og er hetta tí mynstrið, ið sæst í islam.



 



Heldur ikki í byrjanini toldu muslimar kritikk.
Ein kvinna, Asma
Bint Marewan, yrkti Muhammed tátt. Hann fekk tá ein av viðhaldsmonnum sínum at
drepa hana. Muhammed toldi ikki at verða niðurgjørdur og tað mynstrið er
varðveitt fram til dagin í dag. Vit sóu tað í ógvusligu drápunum í París fyri
kortum.



 



Ikki vinsemi við ikki muslimar. Tað er ikki loyvt muslimum at gerast
vinir við ikki muslimar á tann hátt, sum vesturlendsk fatan av vinarlagi er.
Muslimar rokna seg sum harrafólk yvir øllum øðrvísi trúgvandi menniskjum. Ein
muslimskur maður kann gifta seg við kristnari ella jødiskari kvinnu. Henda
kvinnan noyðist at frásiga sær umsiting av egnum lívi. Tær kunnu ikki
víðarigeva egnu trúgv til síni børn, tí børnini skulu uppfostrast sum muslimar.
Tann ikki-muslimska kvinnan noyðist eisini at vera samd í at liva í kynsligum
trældómi, og kann bukast, um hon ikki samtykkir. Muslimskar kvinnur kunnu
hinvegin ikki giftast við ikki muslimskum monnum.



 



Koranin lærir muslimar at smíla til okkara,
hóast tey hata okkum, ið ikki deila teirra trúgv.
Tey uppfata øll øðrvísi trúgvandi, sum verandi
í móti islamsku hugsanini um at vinna heimin fyri Allah, og av hesi orsøk vera
vit fíggindar teirra.



 



Dupultspæl Muslimum er loyvt at sýna vinskap við vantrúgvandi
uttaná, men ongantíð innaní. Al-Bukhari, ein lærdur muslimur viðmerkir til
Koranuna 3:28: “Vit muslimar smíla í móti
andlitum teirra vantrúgvandi, hóast okkara hjørtu forbanna teimum”.



 



Loyvt at lúgva um at tað at vera muslimur Í Koranuni 16:106, verður tað loyvt
muslimum at siga seg ikki vera muslimar, um hetta er í kríggi. Og, islam er í
konstantum kríggi við øll lond og økir, ið ikki eru undirløgd islam. Allur
vesturheimurin er krígsøki fyri islam.



 



Muhammed framdi dupultspæl fyri at fremja islam
og sama er álagt
øllum muslimum. Tá muslimar t. d. nevna islam ein friðarins átrúnað, so er tað
einki grundarlag fyri útsøgnini í 1400 ára søgu islams. At lumpa fíggindan er
ein meginregla í Koranini. Ein veit ongantíð, um ein muslimur sigur satt, tá
tað kemur til jihad/heilagt kríggj. Og, allur vesturheimurin er krígsøki fyri
islam. Um okkurt verður sagt ella skrivað, ið tykjist at vera í móti radikalum
islam, okkurt, ið fær okkum at vóna at nú verður betri, tá kann eisini tað vera
ein jihad-snilda. Málið er at vinna heimin fyri islam. Sjálvt tað at lúgva er
ein góður gerningur fyri ein muslim, tá tað kemur til at fremja jihad/heilagt
kríggj. Kensluliga, við okkara mentunararvi, hava vit í vesturheiminum lítlan
møguleika at skilja hetta.



 



Orsøkin til at tað ikki eydnast at integrera
muslimar í eitt vesturlendskt demokrati
er, at teirra átrúnaður ikki loyvir tí.
Muslimar eru ein bólkur, ið ikki ynskir at gerast partur av nakrari øðrvísi
mentan. Teir rokna øll menniskju ið eru ikki-muslimar, sum mótstøðufólk, ið
antin skulu týnast ella undirleggjast muslimskt harradømi. Kristin og jødar,
kunnu við skerdum rættindum og ofta eisini forfylgd og trælkað, liva í
islamskum londum. Hetta hevur altíð verið soleiðis í islamsku londunum. Tey, ið
ikki hava slíkan monoteistiskan átrúnað, mugu antin konvertera til islam ella
eisini verða dripin. Og øgiliga nógv verða dripin, eisini kristin og jødar.



 



Islam kann ikki reformerast. Samanborið við trúbótina við Martin
Luther áðrenn og aftaná 1517, so finst reformatións møguleiki ikki í islam.
Galdandi kristindómur fram til fleiri hundrað ár fyri trúbótina, hevði einki
samsvar við innihaldið í Nýggja Testamenti. Sama er ikki galdandi fyri islam, tí
í mun til kristindómin, so er islam ongantíð farið úr sínum upprunaliga spori.   



 



Í Onglandi eru sharia dómstólar og í Fraklandi,
eru øki ið løgreglan ikki hevur ræði á
og í fleiri førum ikki torir at ferðast í. Har
er í praksis islamsk sharia lóggáva galdandi. Í Svøríki eru 55 økir, ið eru
undirløgd skipaðum islamskum brotsmannaliðum. Fólk tora heilt einfalt ikki at
seta seg upp í móti teimum. Í okkara mentan liva vit sum frælsir einstaklingar,
men muslimar halda saman í bólkum og tí verða teir fleiri ímóti einum í okkara
opnu frælsu samfeløgum. Teir útnytta tað eirindaleyst, og vit hvørki duga ella
eiga at fyrihalda okkum til tílíkt lógloysi.



 



16 – 25% víðgongdir muslimar. Í eini sjónvarpssending á CNS
news, segði Birgitte Gabriel, (ið er stovnari, forseti og stjóri á ACT! for
America), at sambært øllum heimsins fregnartænastum, so eru tað 1,2 milliardir
muslimar, og at, av hesum eru tað millum 16% og 25%, ið eru víðgongdir. Í tølum
merkir hetta, at tað eru 180 til 300 milliónir muslimar, ið hava sum endamál at
oyðileggja vesturlendsku mentanina. Aðrar keldur meta tað øðrvísi á viðhefta
linki. *2)



 



Um friðarliga meirilutan av muslimum, sigur Birgitte Gabriel: at hóast (Nazi-)
Týskland, Sovjet, Kina og Japan øll høvdu friðarligar meirilutar, tá hesi somu
lond hvør sær framdu ræðuligar mannatýningar, so vísti allar hesar hendingar,
at friðarligi meirilutin var týdningarleysur í mun til tað sum fór fram.



 



Tøl frá februar í 2012: muslimar í europeiskum/øðrum
fonglsum í mun til heildartal av fongslaðum:



 





















































Lond



% ið eru muslimar
av samlaða fólkatalinum



% fongslaðir
muslimar í mun til øll fongslaði



Størri
fongsulsumboðan enn onnur



Danmark



4,1 %



19 %



5,5 ferðir



Holland



(5,5 %)



(áleið lutfall sum í DK)



(áleið lutfall sum í DK)



Belgien



(6 %)



(áleið lutfall sum í DK)



(áleið lutfall sum í DK)



Spania



2,3 %



70 %



98,1 ferðir



Ongland og Wales



3 %



12,6 %



4,7 ferðir



Frankaríki



12 %



60 %



11,1 ferðir *viðm.



USA (2013)



0,8 %



15 % (2013)



21,8 ferðir




 



Tað eru tvær høvuðsorsøkir til mongu fongslaðu
muslimarnar.
Tann
fyrra er, at muslimar fremja nógv fleiri lógarbrot enn upprunaíbúgvar í vesturheiminum.
Hinvegin eru donsku hagtølini yvir brotsverk lægri fyri innflytarar úr ikki
muslimskum londum, sum t. d. Kina, Vietnam og Sri Lanka. Hetta, hóast  Sri Lanka hevur verið hart rakt av
borgarakríggi frá 1983 til 2009. Tann seinna orsøkin er óhugnaliga gongdin, ið fer
fram innan fongsulveggirnar. Muslimarnir eru skipaðir í bólkum og halda saman í
fongslinum. Teir gera seg miðvíst inn á einstaklingar í fongslinum við antin at
hótta teir til at konvertera til islam, ella bjóða teir teimum verju í fongslinum
afturfyri at konvertera til islam. Nógvir av teimum fongslaðu síggja sær tí
ongan annan útveg enn at gerast muslimar. Endamálið við at fáa fangarnar at
konvertera til islam er at vinna fleiri viðhaldsfólk til at fremja
jihad/heilagt kríggj.



 



Fyrsti forsetin í Singapore Lee Kuan Yew,
ið sat frá 1959 til 1990
, leiddi Singapore frá menningarlandi til eitt tað
mest framkomnað landi í øllum Asia. Hann skrivar hetta um integratión í bók síni,
Hard Truths to Keep Singapore Going,
frá 2011: I would say today, we can integrate all
religions and races except Islam
.”



 



Einaferð segði ein: “av ávøkstinum kennist
træið”.
Ein kann
blíva við at finna nýggjar umberingar fyri, hví integratiónin ikki eydnast, tá
talan er um islam. Fruktirnar siga okkum, hvørjum træi tær koma av. Í avgerðum
mugu hjartalag og skil fylgjast at. Avgerðina kunna vit taka, men tað verða
okkara børn, ommu- og abbabørn, ið koma at missa teirra frælsu framtíð, vegna
okkara ábyrgdarleysu val.



 



Í løgmansrøðuni um ársskiftið, varð støðan við
flóttafólki viðgjørd
.
Í tílíkum føri, kunnu Føroyar, um ynski er um tað, fíggjarliga samstarva við Dansk
Flygtningehjælp. Hesin felagsskapur ger eitt munandi arbeiði á staðnum í fleiri
londum, her í millum eisini í Sýria og í Turkalandi. Tá kunnu Føroyar vera við
til at hjálpa flóttafólkum og hesi eru, tá, framvegis í einum islamskum landaøki.



 



*) vegna
franskt forboð fyri at skráseta hagtøl av etniskum og átrúnaðarligum
fólkapørtum, hevur amerikanska blaðið Washington Post leitað sær kunnleika hjá
serfrøðingum á økinum.



*2) http://www.thereligionofpeace.com/pages/opinion-polls.htm



 



Jaspur
Johannesen