Ískoyti til greinina um Ali- og veiðiloyvir í Dimmu 23/1-2015

Í greinini varð nevnt nakað um munin millum alivinnuna og uppsjóvarvinnuna, sum er alivinnuni til fyrimunar.




Alivinnan hevur tó eisini aðrar munandi fyrimunir framum uppisjóvarvinnuna.




Uppsjóvarvinnan rindar 7% í eyka tilfeingisskatti, meðan alivinnan rindar bert 4,5%.




Í 2013 rindaði uppsjóvarvinnan o.u. 137 mill. kr. í tilfeingisgjaldi, meðan alivinnan einki rindaði.




Í 2014 rindaði uppsjóvarvinnan nakað sama í tilfeingisgjaldi sum í 2013, meðan alivinnan rindaði o.u. 10 – 20 mill. kr. í tøkugjaldi.




Uppsjóvarvinnan rindaði sostatt 274 mill. kr. í tilfeingisgjaldi í 2013 og 2014, meðan alivinnan rindaði bert 10-20 mill. kr.




Nú politisk semja skal gerast um fiskivinnuna, má roknast við, at fiskivinnan fær somu treytir at virka undir sum alivinnan, sum er:




1. loyvini endurnýggjast 12. hvørt ár
2. loyvini verða endurnýggjað við einari rullandi skipan eins og í alivinnuni
3. eyka tilfeingisskatturin verður eins - ikki 4,5% til alivinnuna og 7% til uppisjóvarvinnuna
4. alivinnan skal rinda lutfalsliga tað sama sum uppisjóvarvinnan í tilfeingisgjaldi/tøkugjaldi.
5. skulu fiskirættindini seljast á uppiboði, skulu aliøkini eisini




Poul Hansen




Restin av greinini kann lesast í komandi Dimmlætting