Innkomuvegurin aftur jólatrøll


Innkomuvegurin aftur jólatrøll





Hóast Annika Olsen í september alment bragdliga greiddi okkum frá í miðlunum, at “endiliga verður innkomuvegurin gjørdur”, er einki hent – uttan líka tað, at Runavíkar kommuna hevur gjørt avtalu fyri tíggjutals milliónir við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um ein kommunalan veg í sambandi við Eysturoyartunnilin.





Spurningurin er, um landsstýrismaðurin bara hevur koyrt Landsverk til hús og sett seg sjálvan á odda fyri verkætlanina?





Eftir at Fólkaflokkurin í fýra ár hevur rátt á Vaglinum og nú í meira enn eitt ár í Tinganesi, kann støðan í øllum førum skjótt gerast upp, tá ið søgan um innkomuvegin til Havnar skal sigast: Her er einki sum helst hent!





Fyri býráðsvalið greiddi borgarstjórin bragdliga frá, at “handling loksins er sett handan avtaluna millum land, kommunur og Tunnilsfelagið, og at verklagslógin kemur fyri løgtingið longu í oktober”. Føgur orð, men veruleikin er tíverri, at har er bara eingin handling aftanfyri.





Nú eru vit í desember mánaði, og enn er ikki skuggin av eini verklagslóg at síggja nakrastaðni. Og hóast tað er løgtingið, ið skal viðgera og samtykkja hesa lóg, er hon enn ikki komin í tingið.





Løgtingsfíggjarlógin skal viðgerðast og avgreiðast um nakrar dagar, men ikki ein fløt eittkróna er sett av til innkomuvegin í Havn, og har verður heldur ikki eitt oyra sett av, fyrr enn ein verklagslóg er komin fyri tingið. Og tað er hon altso ikki.





Samstundis síggja vit, at í Runavík hendir ein rúgva, tí har fer tað almenna inn við Jørgen Niclasen á odda og veitir beinleiðis stuðul til ein kommunalan veg, sum Runavíkar kommuna síðani kann standa fyri og gera lidnan. Hetta er óhoyrt og onkur skírir hetta ein “rossahandil”…





Men hóast Annika Olsen tosar um handling, hevur hon einki sum helst fingið burturúr, tí nú tað er partamaður og formaður hennara, Jørgen Niclasen, ið umsitur málið í Tinganesi, átti Tórshavnar kommuna av røttum at verið líka væl í gongd sum Runavíkar kommuna. Men politiska handverkið rakk ikki til nakað úrslit, hóast góð tíð hevur verið til tað!





Tískil bendir alt á, at innkomuvegurin enn einaferð gerst jólatrøll. Ófatiligt, at tað ikki ber til at finna eina skipan fyri innkomuvegin, eins og fyri fjøruvegin í Runavík, og um ikki annað, so mátti fráfarandi borgarstjóri spælt ein seinasta trumf út: Lat okkum fáa pengarnar, so kann kommunan sjálv gera innkomuvegin lidnan.





Heðin Mortensen



løgtingsmaður