Í okt. 2021 verður Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum – hvussu verður við Suðuroyartunlinum?


Nú er skjótt 1½ ár síðani at fyrsta skotið tann 27. juni 2019 varð latið av í Traðardali og byrjað varð uppá Sandoyartunnilin. 1½ mánað seinni, 14. august 2019, varð byrjað at bora á Gomlurætt.



Og arbeiðið gongur við ferð!



Fyrr í vikuni varð kunngjørt, at tað nú eru boraðir góður 6.500 metrar av teimum tilsamans 10.785 metrunum, sum Sandoyartunnilin verður til longdar.



Meiri enn 61% av Sandoyartunlinum er nú boraður!



Hóast onki neyvt dato er sett á, so bendir alt á, at Sandoyartunnilin verður boraður ígjøgnum í oktober mánað í 2021. Síðani ganga tað umleið 1 – 1½ ár við at gera tunnilin heilt lidnan og kláran til ferðslu.



Við øðrum orðum, so er væntandi, at Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu tíðliga í 2023.



Sjálv boruútgerðin verður tó ikki brúkt í hesi 1-1½ árini tað tekur at gera Sandoyartunnilin lidnan og kláran til ferðslu. So tá liðugt er at bora í oktober komandi ár – ja, um 10 mánaðir – so fer boruútgerðin til næstu verkætlan.



Suðuroyartunnilin er ein risastór verkætlan og verður tann størsta verkætlanin í Føroyum nakrantíð.



Til løgtingsvalið í august 2019 vóru flest allir flokkar og einum munandi partur av valdu tingfólkunum á einum máli um, at Suðuroyatunnilin sjálvandi skuldi ígongd, so skjótt liðugt var at bora Sandoyartunnilin.



Á uppruna uppskotinum til fíggjarlóg fyri árið 2021 varð onki sett av til Suðuroyatunnilin og bendir hetta á, at landsstýrið ikki hevur Suðuroyartunnilin sum eina raðfesting, í øllum førum ikki komandi 2-3 árini. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eisini víst á, at arbeitt verður við ætlan um at seta 100 mió. kr. av um árið frá 2024.



Jaligt er tó, at frá ætlaðum 0 kr. í játtan í 2021, bleiv játtanin á fíggjarlógini fyri 2021 broytt til 5 mió. kr.



Men skulu vallyftini haldast – um at Suðuroyartunnilin skal ígongd, tá liðugt er at bora Sandoyartunnilin – so skulu meiri enn 5 mió. kr. til um árið, tí talan er um eina verkætlan sum helst fer at kosta 2,5-3,0 milliardir krónur.






Har má meiri ferð á!



Í 2020 eru nakrar fyrireikingar gjørdar í samband við Suðuroyartunnilin. Kjarnuboringar eru gjørdar í Hvalba, í Sandvík, á Skarvanesi og á Sandi. Harumframt er seismikkur skotin, og gongd er somuleiðis sett á at gera eina samfelagsliga greining og at gera uppskot til fíggjarliga partin.



5 mió. kr. eiga at røkka til at gera forkanningarnar lidnar komandi ár, soleiðis at politiski myndugleikan komandi heyst kann hava eitt endaligt uppskot um Suðuroyartunnil at taka støðu til. Eftir tað eigur beinanvegin at verða farið undir Suðuroyartunnilin og seta munandi upphæddir av til Suðuroyartunnilin – at bíða við at seta pening av í 2024 er ikki gott nokk.




Dennis Holm