Hvussu skapa vit fólkavøkstur?

Høvuðsstaðarøkið hevur tørv á fólkavøkstri, fyri at
framtíðartryggja kommununa. Framskrivingar vísa, at talið á pensjónistum fer at
vaksa munandi komandi árini, og hetta merkir, at tað verður tørvur á fólki í
arbeiðsførum aldri.  Ein støðugur vøkstur,
av fólki í arbeiðsførum aldri, er grundarlag fyri at tryggja áhaldandi búskapar-,
og vinnuvøkstur í kommununi. Tað er tí brúk fyri broytingum, ið skapa størri
fólkavøkstur komandi nógvu árini.



Nakrar av broytingunum, ið fara at virka til størri fólkavøkstur
eru:



·        
Betri bústaðarviðurskiftir



·        
Lokkandi arbeiðsavbjóðingar



·        
Fleiri útbúgvingarmøguleikar



Bústaðarviðuskiftir



Kommunan má viðvirka til eina fjølbroytta bústaðarbygging,
og má vera við til skapa bíligari og fleiri bústaðarmøguleikar til fólk, ið
ynskja at seta føtur undir egið borð.  Eisini mugu skapast nøktandi og bílig bústaðarviðurskifti
til lesandi og eldri borgarar.



Lokkandi
arbeiðsavbjóðingar



Kommunan má skapa karmar, har vinnan fær møguleika at menna
arbeiðspláss, ið skapa lokkandi og avbjóðandi arbeiðsmøguleikar. Eisini skal
slóðast fyri, at nýggjar vinnur, og vinnur, ið hava við sær arbeiði til hægri
útbúgvin fólk, verða skaptar.



Fleiri
útbúgvingarmøðuleikar



Kommunan skal ávirka landsmynduleikarnar soleiðis, at størri
dentur verður lagdur á útbúgvingar, og at fleiri vinnuligar og hægri strategiskar
útbúgvingar verða settar á stovn í kommununi.  Stórur dentur má leggjast á, at Vinnuháskúlin
fær bestu karmar at virka undir, og at hann ikki verður fluttur burtur úr
kommununi.



 



Hesi inntriv fara at virka fyri, at borgarar ikki flyta úr
kommununi, og at fólk, ið flyta aftur til oyggjarnar, eftir lokna útbúgving
uttanlands, velja høvuðsstaðarøkið fram um onnur øki í landinum at búseta seg
í. Eisini fer hetta at hava við sær, at fólk aðrastaði í Føroyum velja at
búseta, og útbúgva seg í høvuðsstaðarøkinum.  



Hetta fer at skapa trivnað, og trivnaður skapar fólkavøkstur.
Trivnaður er eitt av hjartamálunum, ið eg vil arbeiða fyri, um eg verði valdur
inn í býráðið.



Tummas Pauli av Reyni



Valevni sambandsfloksins