Hvør vann í makrelstríðnum?

Tað vóru ikki kapparnir á dekkinum, maskinrúminum og á brúnni 




Eg vil byrja við at siga, at hetta als onki hevur við nakra fiskivinnunýskipan at gera, hvørki hjá núverandi ella undanfarnu samgongu – hetta eru bert nakrir tankar og meiningar um makrelstríðið.




Sum øllum kunnugt fóru Føroyar á eitt makrelævintýr í 2009/10. Hetta var klassiska søgan um Dávid móti Goliath – lítlu Føroyar ímóti stóra ES. Øll stóðu saman um hetta felags projektið og børn í skúlagarðum kring landið tosaðu enntá um fúla og ónda ES.




Men eg ivist í, um vit vóru varug við, hvat úrslitið av hesum tjóðarstríðnum fór at vera.




Føroyar fingu størri býti av makrelinum, pengarnir fossaðu inn, men akkurát hvar fossaðu teir inn?




í tíðarskeiðnum 2009-2016 blivu eigararnir í fýra teimum størstu reiðarínum, sum fingu størri makrelkvotu, tilsamans 1.172.000.000 krónur ríkari – tvs. 1,172 milliardir ríkari!




Í sama tíðarskeið vuksu lønarútgjaldingarnar í fiskiskapi 444 milliónir krónur. 




Tvs. at eigararnir í ymsu feløgunum sluppu sær avstað við yvir 73% av vinninginum, meðan fiskimennirnir fingu bert 27%. Og havast skal í huga, at tað eru nógv færri, sum skulu deilast um hesi 73%, enn tey, ið skulu deilast um hesi 27% – og allarhelst fer ein partur til íslendingar og hollendingar, og sostatt direkta av landinum.




Onki nýtt skip bleiv bygt fyri hesa milliardina hjá reiðarunum, og pengarnir stava heldur ikki frá nakrari serligari nýhugsan frá hesum somu – men stava hinvegin frá politisku avgerðini, at hækka makrelkvotuna – sum teir enntá vóru ímóti. Pengarnir vórðu nýttir til at keypa upp annað vinnulív, so at tað er so at siga ógjørligt hjá okkum øllum, at ganga ein dag uttan at vera kundi hjá hesum somu. Fert tú til handils í SMS, at keypa breyð, fert tú at fylla bensin á bilin, keypir tú vindeygu til húsið o.s.fr. ert tú mest sannlíkt kundi hjá einum reiðaríi. Hetta er eitt sindur sum í gomlum døgum, har mann arbeiddi, keypti og leigaði frá sínum arbeiðsgevara.




Sum eg nevndi omanfyri, so vóru tað sostatt ikki kapparnir á dekkinum, í maskinrúminum ella í stýrhúsinum, sum vunnu nakað stríð, hóast teir sjálvir stríddist fyri at fáa fiskin til høldar og skaffaðu reiðarunum hesa milliardina. Hinvegin, so blivu nakrir av teimum koyrdir, t.d. á Sjúrðabergi, hóast har var ríkiligt av pengum og tonsum, sum eg havi víst á. 




Eg veit ikki um fólk veruliga skilja, hvussu stór ein milliard er. Túsund sekund eru áleið 16 minuttir, ein millión sekund eru 11 dagar, og ein milliard sekund er yvir 31 ár. Um tú var føddur í tíðini tá Jesus livdi, og arbeiddi hvønn dag fram til dagin í dag, uttan summarferiu og vikuskfiti, og fekk 1000 krónur um dagin, so hevði tú enn ikki verið milliardingur. Hetta er sostatt ein púra ør upphædd.




Samstundis er bústaðarneyðin bara vorðin størri, fólk koyra ígjøgnum eldhættisligar tunlar, sjúkrahúsini og eldraøkið mangla pening, tú og eg rinda størri og størri part av okkara løn í skattum og avgjøldum, og nógv nógv annað.




Tí ivist eg stórliga í, um fólk, bæði í fiskivinnuni og annars, veruliga vóru varug við, at hetta skuldi blíva úrslitið av makrelstríðnum.




Rókur Herup Olsen