Hvør er menningin við menningarkvotum?

Fiskivinnupolitikkur - 




Hvat hendir í Fiskimálaráðnum og samgonguni?



Tað man ivaleyst ørkymla bæði tey, sum hava fingið menningarkvotur og vanlig leikfólk, sum fylgja við, hvat tað er, sum fer fram í Fiskimálaráðnum og samgonguni, tá tað snýr seg um sonevndu menningarkvoturnar.





Eg kundi hugsa mær at fingi at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal og hansara fólki, hvat tað er, sum fær tey at býta kvoturnar, soleiðis sum gjørt er og loyva sær at kalla hetta menningarkvotur ella kvotur latnar til mennandi endamál?





Hvørji eru objektivu og sakligu kriteri’ini fyri at útluta eina menningarkvotu?





Hvar í teimum givnu kvotunum sær landsstýrismaðurin tað verða møguligt at fremja virksemisskapan og virðisøking, sum munar og er slóbrótandi í mun til tað, sum verandi floti og virki sjálvi megna?





At t.d. geva 1 ára menningarkvotur og so gera tað so smábýtt, at onki skal bera til rakstrarliga, er bara at gera ilt verri og fyrigykla, at keisarin er ílatin, sjálvt um hann er nakin.





Ikki rakstrarverdar nøgdir



Vit kunnu taka ein aktør burturúr rúgvini, t.d. felagið í sunnari helvt av Suðuroynni, sum hevur fingið tillutað góð 5.000 tons av svartkjafti og onki annað - í mínari verð er tað at halda teir, sum hava søkt um menningarkvotur fyri gjøldur. Tí fyri tað fyrsta ber tað ikki til yvirhøvur at hugsa um at hava eitt skip tøkt bara at veiða 5.000 tons av svartkjafti (um tú ikki ger avtalu við verandi aktørar at veiða hesa nøgdina fyri teg), og so er spurningurin, hvar liggur menningin og virðisøkingin.





Tað sama ger seg galdandi, tá tað viðvíkur Sandoynni. Hetta er tað reina spæl fyri gallarínum og tað haldi eg eisini, at m.a. bæði samgongulimirnir Jónleif Johannesen og Páll á Reynatúgvu hava sæ.





Tekur man tað, sum er latið til Defa, Delta og Hvalba, so er tað kanska tað einasta, sum kann nýtast til okkurt líkinda íkast til verandi virksemi, men at tað má ivaleyst veiðast við skipi, sum er egnað til at veiða pelagiskt og fáa høga góðsku, tí annars er onki vunnið har heldur.





Skil má fáast á útlutanina av menningarkvotum



Vil man politiska útlutan av veiðirættindum og kvotum til ávis øki í landinum fyri at menna og stuðla undir virksemi, so er at gera tað við so mikið av rakstrarverdum nøgdum, soleiðis at tey, sum verða útvald kunnu hava ein lønsaman rakstur við kvotunum og hava eitt tíðaskeið at virka í, sum ger tað møguligt at planleggja íløgur og rakstur, útvega kapital og figging o.a.





Tað kann heldur ikki vera rætt, at tilfeingi í 100 mió. kr. klassanum liggur ófiskað, tí at man ikki finnur út av at fáa skipanina at virka nøktandi, so alt verður veitt og fingi til hølvdar - til framleiðslu og sølu.





At fáa betri skil á fiskivinnuskipanina og rætta inn, har sum loysnirnar eru skeivar ella ikki nøktandi, er eitt av okkara politisku málum at fáa loyst í einari komandi samgongu.





Johan Dahl

RN