Hví velur veljarin sum hann velur?


Onkur hevði helst væntað, at gallupkanningin herfyri fór at vísa, at rættuligt lop var komið á veljarafjøldina, og at støðið fór at verða so dyggiliga rykt undan samgonguni. Men nei. Býtið ímillum flokkarnar bleiv tað sama, sum tað hevur verið síðani spurningurin um samband ella loysing bleiv 'alter ego' í føroyskum politikki. Einans 8,7 prosent av veljarafjøldini flutti seg frá samgonguni til andstøðuna. Samgongan eigur at frøa seg um, at avleiðingarnar av undanfarnu politisku skjálvtunum ikki vórðu máldir eftir Richter-stiganum, tí tá hevði ikki steinur ligið omaná steini í politiska landslagnum. Men tað hendi ikki, og tað fer neyvan at henda. Tað er aftur staðfest, at veljarin ikki er soleiðis at reingja. Hóast plágað av politiskum vanlukkum av bíbilskum dimensiónum, tykist tað sum persónlig áhugamál heldur enn samfelagsviðurskifti lagar fyri okkara politisku støðutakan. Hvat bagir okkum? Átti ein tunnilsætlan, ið ikki tolir dagsins ljós, ikki at avfólkað bæði Sambandsflokkin og Sjálvstýris-flokkin? Átti ein sosialpolitikkur, sum setir eldrarøktina aftur á vøkukonustøðið ikki at minkað Fólkaflokkin í minsta lagi niður í helvt? Hvussu ber tað til, at ein politiskur flokkur, ið er grundaður á Móselógirnar, yvirhøvur fær nakrar atkvøður? Ein sameind samgonga hevur gandað eina flatskattaskipan fram, ið verður fíggjað av eftirlønini hjá pensionistunum. Vit hava trý sjúkrahús við "parallelfunktiónum", men ongan heilsupolitikk. Ein sameind samgonga hevur tryggja máttmiklum reiðarum ein fiskivinnupolitikk, ið er sum tikin úr líknilsinum um talentirnar. Vit hava ein løgmann ið keipar sær sum ein primadonna, og sum hevur eitt ørkymlandi lyndi til at samanvevja hugflog og veruleika. Ei undur í, at løgmaður er ovurfegin um, at Sambandsflokkurin einans stendur til at missa eitt umboð í Løgtinginum. Tað hevði verið skilligari um flokkurin var farin í søguna.



Men mest skakandi er at samgongan roynir at køva fólkaræðið. Brandur Sandoy (Fólka-flokkurin) staðfestir sína vanvirðing við at skilgreina fólkaræðið sum tað, at fólkið larmar við tómum karamellblikkum. So vita vit tað. Og kortini geva vit samgonguni heili 42 prosent av atkvøðunum. Onkusvegna, tykist tað sum eru vit ikki í samsvari við vanliga náttúruskipan. Tað tykist meira, sum góðtaka vit, at politikkur snýr seg um rossahandlar og trongskygdan sóknarstýrispolitikk. Tunnilsmálið er er eitt skúladømi um, hvussu ein almannagagnlig ætlan kann vevjast upp í eina bæði láturliga og grátuliga fløkju. Flestu føroyingar, antin vit eru skopuningar, klaksvíkingar, havnafólk ella toftamenn vilja hava bæði Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin. Vit vilja hava tunlarnar, tí tað loysir seg betri í allar mátar enn tann samferðsluskipanin, vit hava. Gølan var ikki ein tvídráttur um, hvørt vit vilja hava tunlar ella ikki. Hon snúði seg um, at vit hava politikarar, ið halda seg duga at ganga á vatninum, og sum vilja hava tunlar, sama hvat teir kosta.



Eini trýtúsund fólk vardu fólkaræðið, og løgmaður varð noyddur at kloyva gordiska knútin í samsvari við rótfestan sið: Landsstýrismaðurin fekk fótin og gylt lógvatak, aðalstjórin varð settur í annað starv, og Jørgen Niclasen fekk ábyrgdina av tunnilsmálinum. Orðingin átti at verið, at "Jørgen Niclasen kannaði sær tunnilsmálið", tí so væl er taða, at tunnilsmálið er vorðin funnin fressur. Tað verður ein viðfáningur hjá fíggjarmálaráðnum at fáa semju um eina almenna fígging av bæði Eysturoyar- og Sandoyartunlinum. Tað er ikki gott at vita um fíggingin verður skilagóð, men vit vita, at næsta veljarakanningin fer at vísa, at vit liva í einum politiskum 'Never Land', og at Jørgen kanska fer at kannað sær alt landið, og skýrir tað 'Never Never Land.'