Hvat skal eg lova?


Tú kanst verða vald upp á tað, sum tú lovar – men afturvald upp á tað tú hevur gjørt !

Tað er altíð ein avbjóðing at lata seg stilla upp aftur til eitt kommunuval, - havandi orðini omanfyri í huga. Havi sjálv havt tann spennandi møguleikan at verið limur í Gøtu kommunu árini 2000 til 2008.

So kunnu fólk spyrja hví stillar hon nú uppaftur, skuldi hon ikki latið onnur sloppið framat?

Jú, tað mugu tey gjarna, men eg brenni enn sum áður, fyri nógvum eg kundi hugsað mær at gjørt nakað við.

Um eg komi innaftur, havi eg 2 hjartamál:
• at betra um umstøðurnar hjá teimum ungu, at flyta aftur og til okkara kommunu
• at betra um karmarnar hjá mentanarlívinum


Nógv verður í hesum døgum tosað um, at fáa tey ungu sum hava verið uttanlands og fingið sær eina útbúgving heimaftur, eitt av mínum málum er, at fáa tey koma heimaftur, og at flyta til okkara kommunu, tí vil eg arbeiða fyri:

Tá tey so hava fingið eitt stað at búgva og børnini ansaði, skulu tey hava okkurt at fara til í frítíðini, tí vil eg eisini arbeiða fyri:

Við Javnaðarflokkinum í kommununi eru úrslit skapt.

Við at velja Javnaðarflokkin á kommunuvalinum, tryggjar tú, at tað framhaldandi koma úrslit, - og við at velja meg tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum úrslitum.

Oluffa Joensen
Valevni fyri Javnaðarflokkin til Eysturkommunu