Høvuðstaðurin í Norðuratlantshavinum.

Ein livandi høvuðsstaður er ein fólkaríkur staður, har fólk í
øllum aldri fylla býarmyndina.



Tað er ein býur sum er innbjóðandi og lokkandi, við pulserandi
lívi, frá morgni til myrkurs. Bygningarnir eru bústaðir til fólkið, og gongufólkið
eigur Gongugøtuna. Har eru vælvitjaðir handlar og matstovur. Konsert- og
sjónleikarhús full og eitt blómandi listarumhvørvi. Mentanarstovnar, listasavn
og bókasøvn við spennandi og avbjóðandi tilboðum.



Eitt universitet sum hevur lestrartilboð á altjóða støði, við
einum slóðbrótandi, vinnufremjandi, nýskapanar- og íverksetanarstovni.



Tað er ein býur fyri øll, har ymiskleikin verður boðin
vælkomin. Har børn og familjur teirra trívast og ungdómurin mennist og har tey
eldru fegnast um lívið. 



Har er stutt til orðanna og samstarv millum politikarar og
fakkunleika er ein sjálvfylgja.



Hetta skal vera okkara Tórshavn, tann býur vit vilja búgva í.



Rógvi á Rógvu 



Á lista E