Hevur Tórshavnar kommuna ráð til ikki at gera íløgur í ungdómin?



Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini
gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá ymsu aldurs og
áhugabólkunum í kommununi. Tey, ið íðka ítrótt, hava fingið
rennibreyt, útifimi og eina snotuliga fimleikahøll. Eitt nýtt
eldraheim er um at vera liðugt úti á Boðanesi. Fleiri barnagarðar
eru bygdir seinastu árini. Hetta eru alt góðar íløgur, ið økja
um trivnaðin og gera tað betur at búgva í Tórshavnar kommunu.
Hóast stórar íløgur seinastu árini er ein aldurs og áhugabólkur,
ið er blivin forsømdur og yvirsæddur. Talan er um ung og lesandi.
Kommunan hevur fá tilboð til ung og lesandi, og verandi tilboð eru
ótíðarhóskandi. Samstundis sum eingi tilboð eru til henda
aldursbólk minkar hann. Frá 2010 til 2012 er hesin aldursbólkur
minkaður við 2,5%. Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan
tekur stig til tiltøk, ið fáa henda aldursbólk at støðast. Tað
er í høvuðsheitinum trý stig, sum kommunan skal taka, fyri at
betra um trivnaðin hjá teimum ungu og fyri at fáa tey at støðast.
Tey eru:


  1. Byggja lestraríbúðir miðskeiðis
    í býnum


  2. Finna eini felagshús/hølir til
    ung


  3. Stovna eitt ungdómsráð



Íbúðir


Manglandi íbúðarmøguleikar er ein av
høvuðsorsøkunum til at ung fara uttanlands at lesa. Ung tíma ikki
at vera búgvandi heima, men samstundis er tað ov dýrt hjá teimum
at leiga eina íbúð um tey lesa. Tí er tað av stórum týdningi
at kommunan tryggjar lagaligar bústaðarmøguleikar til lesandi.
Eitt uppskot kundi verið at bygt lestraríbúðir har Kommunuskúlin
stendur í dag.


Felagshølir til ung


Lesandi og ung annars hava einki
tilhaldsstað í kommununi. Í fjør fekk felagsskapurin røddin eitt
lítið høli frá kommununi, sum skuldi vera ungdómshús. Men hølið
var ikki meir enn latið upp áðrenn býráðið seldi lonina har
hølið var. Dagtilhaldini og ungdómshúsini eru sólsøgur um
hvussu tilhaldssøð kunnu betra trivnaðin hjá fólki. Í kommununi
manglar eitt hølið har ung millum 18 og 30 kunnu hittast. Hølini
kunnu samstundis vera karmur um stóra ungdómsvirksemið í
kommununi og hýsa tiltøkum og kreativum verkstøðum fyri ung.


Ungdómsráð


Tey ungu í Tórshavnar kommunu hava
onga felags rødd. Í kommununi eru eldraráð, eigarafeløg o.a.
Hesi ráðgeva kommununi um viðurskifti sum viðkoma teimum. Í
kommununi er tørvur á einum ungdómsráðið, sum kann ráðgeva
býráðnum um viðurskiftini hjá teimum ungu og vísa á ábøtur,
sum eru neyðugar fyri henda aldursbólk.


Samanumtikið eru eingi kommunal tilboð
til tey ungu í Tórshavnar kommunu. Hesin aldursbólkur minkar
støðugt, og kommunan hevur ikki ráð at missa tey. Tí er ein tann
týdningarmesta uppgávan hjá einum komandi býráðið at tryggja
at omanfyristandandi átøk verða framd í verki.