Hevði tað verið góðtikið, um løgtingið samtykti skattalættar, sum kostaðu Tórshavnar kommunu 45 mió. kr.?

Lat tað allarfyrst verða sagt, at eg unni væl pensjónistum og fyritíðarpensjónistum rúmligari fíggjarlig kor. Tey, sum eru komin til árs, hava uppbygt land okkara og tær umstøður, sum vit í dag kunnu gleðast um og brúka sum ein natúrligan part av gerandislívinum. Fyritíðarpensjónistar hava í mong ár havt trong kor og var tað eisini ein væl untur lætti, tá fyritíðarpensjónin gjørdist skattafrí.



Fyri kommunurnar kring landið er avbjóðingin við hesum lættum, sum løgtingið hevur samtykt at geva pensjónistum og fyritíðarpensjónistum, at helvtin av lættanum hjá pensjónistum verður goldin av kommununum og allir lættin hjá fyritíðarpensjónistunum verður goldin av kommununum.



Nú skipaninar fara at rigga til fulnar frá ársbyrjan 2021, er eisini greitt, at lættarnir raka kommunurnar í syðra parti av landinum harðari enn í restina av landinum.



Hesin parturin av landinum er frammanundan verri fyri fíggjarliga enn restina av landinum og sæst hetta m.a. aftur við at kommunurnar í hesum partinum av landinum hava væl lægri inntøkur enn í restina av landinum.



Vágs kommuna kann brúkast sum dømi – og eru kommunurnar í Suðuroynni og Sandoynni helst í áleið somu støðu.



1. august 2020 búðu umleið 1.370 fólk í Vágs kommunu og umleið 1.375 fólk í Nes kommunu. Fyrstu 8 mánaðirnar í 2020 fekk Vágs kommunu 30,7 mió. kr. í persónsskatti, meðan Nes kommuna fekk 35,1 mió. kr. í persónsskatti. Vágs kommuna hevur 21,65% í kommunuskatti, meðan Nes kommuna hevur 20,50% í kommunuskatti, høvdu kommunurnar sama skattaprosent (20,50%), so var munurin á inntøkunum fyrstu 8 mánaðirnar í ár 6 mió. kr.



Nú kommunurnar sita við fíggjarætlanini fyri 2021, so er eisini greitt, at skattarfrádrátturin til pensjónistar í 2021 fer at kosta Vágs kommunu 850.000 kr. og tað at fyritíðarpensjónin er vorðin skattafrí, fer í 2021 at kosta kommununi 1.250.000 kr., tvs. tilsamans umleið 2,1 mió. kr.



Vágs kommuna hevur raðfest at geva borgarunum skattalættar seinastu árini. Kommunuskattaprosentið er seinastu 7 árini lækkað úr 23,25% niður í 21,65% – og samstundis er barnafrádrátturin hækkaður úr 4.000 kr. uppí 5.500 kr. Í 2020 koma borgarar í Vágs kommunu at rinda góðar 3,5 mió. kr. minni í skatti enn teir høvdu gjørt, um skattaprosentið og barnafrádrátturin var sum í 2013.



Skattalættarnir til pensjónistar og fyritíðarpensjónistar kosta Vágs kommunu umleið 2,1 mió. kr. í 2021 og svarar hetta til “eitt heilt skattaprosent”, skilt soleiðis, at um skattalættarnir ikki skuldu ávirka inntøkurnar hjá Vágs kommunu, so hevði verið neyðugt at hækkað kommunuskattaprosentið við 1% fyri at halda inntøkustøðið.



Við veksandi tal av pensjónistum í Suðuroynni og Sandoynni, so er eisini greitt, at hesir lættar fara at føra við sær veksandi inntøkumiss ár um ár.



Kommunurnar ella Kommunufelagið vóru ikki tikin uppá ráð, tá lættarnir vórðu samtyktir í løgtinginum. Men spurningurin er, um skattalættarnir til pensjónstar og fyritíðarpensjónistar høvdu gingið ígjøgnum løgtingið, um so var, at lættarnir kostaðu t.d. Tórshavnar kommunu lutfalsliga tað sama, sum í Vágs kommunu?





Staðfestast kann, at skattalættarnir í 2021 koma at kosta Tórshavnar kommunu umleið 19 mió. kr., ella 40% av tí, sum skattalættarnir kosta kommununum í syðra parti av landinum. Kostaði skattalættin til pensjónistar og fyritíðarpensjónstar Tórshavnar kommunu “tað sama” sum teir kosta t.d. Vágs kommunu, so høvdu lættarnir í 2021 kostað Tórshavnar kommunu umleið 45 mió. kr.





Vit unna bæði pensjónistum og fyritíðarpensjónistum rúmligari fíggjarlig kor, men harmast um, at lættarnir raka veikastu økini í landinum harðast.



Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu