Hetta snýr seg ikki um teg og meg, Helgi

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum spyr í blaðgrein herfyri, hvat undirritaða hevur ímóti grønari orku.




Hyggja vit at stóru myndini, heldur enn eftir hvat eg og Helgi Abrahamsen halda, so er týðiligt, at vit bæði eru ein partur av heimsins politikarum, ið fara at avgera, hvørt vit klára at halda okkum undir upphitanini av klótuni til tað ókenniliga og óvissa. Tað er tað, tað snýr seg um. Tí vit hava nøkur heilt fá ár at venda gongdini móti sættu hópoyðing.




Vit sita við róðrið í Føroyum. Og eg skilji væl, at landsstýrismaðurin hevur fullar hendur - hann umsitir ikki bert umhvørvismál men eisini vinnumál. Tað skal ein øðilig rúgva til, á bæði umhvørvis- og vinnuøkinum, fyri at náa ásetingunum í Paríssáttmálanum um at minka útlátið við í (allar)minsta lagi 45 % áðrenn 2030. Tí haldi eg, at landsstýrið skal gera nógv meir, og at tað er vónsvíkjandi og ábyrgdarleyst, at tað gongur so seint.




Ongin ítøkilig ætlan
Í øðrum lagi snýr tað seg um elveitingarfelagið. Broytingar skulu gerast á orkuøkinum, tað er rætt. Men har frá og til púra at broyta og niðurlaga el-felagið upp á so stutta tíð, har er langt ímillum. SEV hevur við verandi skipan ráð til ætlanina um 100 % varandi orku í 2030 á landi. Íløgurnar, ið SEV skal gera, eru millum 2,8 og 4 milliardir, og ikki 7 milliardir, sum annars verður róð fram undir. Eitt nú eru útreiðslurnar av hitapumpum til húsarhald o.s.fr. taldar upp í roknistykkið, ið SEV ikki fer at hava útreiðslur av. Mann kann spyrja seg sjálvan, um Helgi Abrahamsen veit av hesum, ella um hann tilvitað gruggar málið.



Um net og framleiðsla verða skild sundur, sum landsstýrismaðurin ætlar, verður hetta ein knapplig broyting, sum hevur við sær, at lánini hjá SEV skulu uppsigast, og hetta gevur verri fíggingarmøguleikar. SEV hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu vit verða leys av oljuni á landi í 2030. Uppskotið hjá Helga Abrahamsen fer at niðurlaga ta ætlanina, og hann hevur onga nýggja ítøkiliga ætlan fyri at náa endamálinum um varandi orku á landi í 2030. Harumframt er eingin politisk ætlan um at minka um orkunýtsluna.




Grundgevingarnar halda ikki
Fyrst var prísurin grundin til, at mann ynskti at skilja. Tað skuldi vera bíligari hjá borgaranum. Eins og við teleøkinum fór prísurin at lækka, tá kapping kom í. Tað argumentið var skotið niður, tí tað ber ikki til at samanbera eløkið og teleøkið, eins og Terje Sigurdsson frá Kappingareftirlitinum hevur víst á. Síðani var talan um, at kapping mátti vera á orkuøkinum. Kapping ER á orkuøkinum í dag. Tað sæst eitt nú við at Magn vann útbjóðingarumfarið í Flatnahaga, og privat kunnu framleiða inn á netið. So tað er heldur ikki orsøkin til skiljingina. Nú kemur landsstýrismaðurin í vinnu- og umhvørvismálum og sigur, at høvuðsendamálið er ikki prísurin til borgaran, men at fáa ferð á grøna orkuskiftið. Uttan at greiða frá hvussu. Áhugavert hevði verið at hoyrt høvuðssetningin fyri arbeiðsbólkin. Eg loyvi mær at ivast, um hesin fyrst og fremst snýr seg um skjóta og góða varandi orku, ella um hann snýr seg um, at netið hjá SEV skal skiljast, kosta tað, tað kosta vil.




Tá grundgevingarnar eru so grunnar og halda so illa, skal mann vera á varðhaldi. Hetta ruggar ikki heilt rætt. Hyggja vit eftir orkuøkinum í dag, síggja vit, at tvey feløg eru á marknaðinum aftur at SEV, og tað eru oljufeløgini bæði. SEV má hava fíggjarliga orku til at bjóða móti oljufeløgunum og soleiðis syrgja fyri, at prísurin er so lágur, sum til ber. Tá tað varð boðið út á Gellingarkletti, var boðið hjá privata felagnum 40 % hægri enn tað hjá SEV. Tí sigi eg einaferð enn, at hetta er ikki orkupolitikkur. Hetta er, eins og tað gjørdi seg galdandi á fiskivinnu- og bústaðarøkinum, politikkur har einstøk vinnulívsfeløg verða drigin fram um borgaran og samfelagið annars.




Tað er álvarsamt, tá landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum sigur seg føra orkupolitikk, ið fer at minka útlátið og samstundis ikki kann vísa á, hvussu útbyggingin við varandi orku reint faktiskt fer at ganga skjótari. Um so var, at vitan og fyrireiking lá til grundar fyri, at skiljingin fór at seta ferðina upp, hevði eg vælkomið uppskotinum. Men landsstýrismaðurin sigur sjálvur, at sjálv skiljingin ger einki við orkuskiftið, men at talan er um ein trúarspurning. At mann førir umhvørvispolitikk, ið byggir á eina trúgv um, at tað verður betri og skjótari. Tað er ikki nøktandi, tá mann situr við landsins leiðslu og hevur ábyrgd av umhvørvisøkinum. Tá krevst meir. Tá tað er sagt, so vóni eg so inniliga, at orku og umhvørvispakkin, ið Helgi Abrahamsen fer at leggja fyri løgtingið í heyst, hevur við sær stórar og ambitiøsar broytingar móti einum Føroyum við náttúruvernd og uttan útlát. Tí hava vit tørv á, og tí bíði eg spent og ynski landsstýrismanninum ordiliga góðan arbeiðshug.




Ingilín Didriksen Strøm,

Javnaðarflokkurin