Heilsugóð matarskipan til dagstovnar og skúlar

Eg ætli mær at gera eina roynd aftrat at seta í verk eina heilsugóða matarskipan á dagstovnum og skúlum í Tórshavnar kommunu. Nakrir skúlar hava sína egnu skipan, men vit hava ongantíð sett eina samlaða skipan í verk fyri dagstovnar og skúlar


Eg havi fleiri ferðir roynt at fingið undirtøku fyri einari heilsugóðari matarskipan fyri allar dagstovnar og skúlar í Tórshavnar kommunu. Ein kanning, sum var gjørd ímillum foreldur í hesum valskeiðnum, vísti, at tørvur er á slíkari skipan, og tá eg havi tosað við býráðslimir, so tykist meiriluti hava verið fyri einari matarskipan.
           Eg havi eisini fleiri ferðir fingið upplýst frá borgarstjóranum á Vaglinum, at arbeitt verður við einari matarskipan, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr hesum. Eg havi spurt meg fyri hjá nøkrum skúlum, sum eg frætti um, og har hava leiðslurnar upplýst, at hesir skúlar eru meira ella minni sjálvstøðugir partar í einari skipan hjá einari privatari fyritøku – tað vil í roynd og veru siga, skúlarnir hava verið noyddir at seta sínar egnu skipanir í verk.
           Eg haldi ikki hetta er nóg gott í einum framkomnum høvuðsstaði, og tí fari eg eina ferð enn at seta hetta mál á dagsskrá. Hesa ferð ætli eg mær ikki at bíða til borgarstjórin ella onkur annar høsnar seg lidnan við eitt uppskot um heilsugóða matarskipan. Eg noyðist tíverri at staðfesta, at øll tey føgru orðini um eina heilsugóða matarskipan vóru tóm luft í hesum valskeiðnum.
           Tað er løgið, tá hugsað verður um, at matarskipanin er eitt ítøkiligt stig at bøta um trivnaðin hjá tí dýrabarasta, vit eiga – nevnilig okkara børnum. Mangan havi eg – bæði sum foreldur og námsfrøðingur – hugsað, at tørvur er á einari matarskipan, sum dagliga stimbrar børnini í dagstovnunum og næmingar á skúlunum í høvuðsstaðnum. Ein heilsugóð matarskipan er við til at stuðla upp undir innlæringina og bøta um trivnaðin, eins og hon eisini lættir um hjá foreldrum, sum helst í strævna gerandisdegnum mangan kenna, at hugflogið til góða matpakkan er avmarkað.
           Nú havi eg bíðað nóg leingi eftir hesum máli, og tí verður heilsugóða matarskipanin eitt aðalmál hjá mær í komandi valskeiði, um eg verði valdur á kommunuvalinum 8. november.


Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin