Heilsan til listamannin Torbjørn Olsen

Onkuntíð er
best at tiga. Men hesa greinina kann eg ikki lata vera við at skriva, hóast 5
ár eru liðin, síðani eg í oktober 2015 sá dokumentarin ”Hann rópar á meg” um listamannin
Torbjørn Olsen.

Minnist væl kensluna
eg hevði aftaná at hava sæð portrettið, sum filmsleikstjórin kallaði
sendingina. Eg var hugtung, og hevði eina ófjálga kenslu í búkinum. Sat eftir
við tankanum, at Torbjørn Olsen var eitt einsamalt menniskja við livrasjúku og
álvarsligum rúsdrekkatrupulleikum. Listamaðurin og listin vóru í dokumentarinum
við sum eitt undirskipað evni, meðan rúsdrekka og tað dapra í lívinum vóru í
fokus. Litir, tónleikur og ljóð borið saman við áhersluna á hansara ferðir í
køliskápið eftir gulløl góvu mær hugasamband til skorpulivur, neyð og
elendigheit. Túrurin út á Landssjúkrahúsið var for nógv. 
Hví ikki vísa okkurt jaligt í staðin fyri? Á túrinum heim frá Tórshavnar skipasmiðju kundi Torbjørn tað sama verið á veg í gálgan. Hví? Hann var bara á veg heim frá arbeiði. Um meiningin við twistinum at leggja kameraið inn
í køliskápið, ikki bara eina ferð men tvær ferðir, var at geva fólki ilt í
búkin, so riggaði tað í øllum førum við mær. Í dag ditti eg mær at siga, at hasin
dokumentarurin var misvísandi og óetiskur, tí hann bara vísti ein pinkulítlan
brøkpart av einum menniskjalívi við alt ov nógvari áherslu á tað dapra. Hóast
gulløl eisini er ein partur av lívinum hjá Torbjørn, fylla rúsdrekka og myrkur
langt frá alt. Klippið av Torbjørn sum skolar tablettir niður við gulløl, er
langt frá tí sum eg seinastu næstan 4 mánaðirnar havi sæð. Hattar havi eg so
ongantíð sæð. Torbjørn er fjølbroyttur, bæði sum persónur og sum listamaður, tað
at drekka øl er EIN partur av honum. Tað kundi mann haft lagt meira áherslu á,
og niðurtónað tað myrka, sum vit øll hava í okkum so ella so. Tankin, at ein linja
var løgd, longu áðrenn arbeiðið við dokumentarinum byrjaði, er mær ikki heilt
fjarur.
 



Í august
mánaða í ár kendi eg ikki Torbjørn Olsen, hevði ongantíð tosað við hann. Í dag góðar
4 mánaðar seinni hava maður mín og eg verið saman við Torbjørn í einar 80
tímar. Gott 60 tímar hevur tað tikið Torbjørn at mála okkum bæði, og í
arbeiðnum við vælraktum strokum fanga okkara persónligheitir, høvuðburð,
yvirbrá – alt. Tað hevur ivaleyst okkurt at gera við, at Torbjørn megnar at
fara heilt inn í sinnið afturum tað tilvildarliga grunna, og liva seg inn í persónarnar,
hann málar. Teir 20 tímarnar afturat teimum 60 tímunum tað tók honum at mála
okkum, hava vit lært Torbjørnsa sosialu síðu at kenna. Hesar løturnar hava vit
prátað, drukkið kaffi, flent; onkuntíð hevur Torbjørn drukkið eina øl. Men
størsta partin av tíðini hevur Torbjørn tosað, greitt frá og haft tað stuttligt
saman við okkum.



Eg eri hvørki
listfrøðingur ella filmsleikstjóri. Tað er einki annað enn mín rættvísiskensla
sum er uppá spæl. Tað er ikki í lagi, at hasin dokumentarurin skal standa sum
ein varði eftir Torbjørn.



Torbjørn er
fyrst og fremst ein listamaður av Guds náði. Tað hoyri eg lærd sum ólærd siga,
og tað síggi eg. Síðani er hann alt annað enn dokumentarurin frá 2015 lat meg
sita eftir við. Hann hevur eitt virkið lív. Málar bæði í Føroyum og í Danmark. Hann
eigur bát og neyst, eigur hús í Havn við málarastovu, hevur summarhús á bygd
við málarastovu. Hann er klókur, hevur eina stóra vitan um lívið, samfelagið,
um onnur menniskju. Hann er fullur í humor uppá sín serliga avdempaða máta. Og Torbjørn
er eitt sera rúmandi og ódømandi menniskja, sum hevur orku og hug at hjálpa
øðrum. Hví ikki vísa hesar síðurnar av Torbjørn?



Í 2015,
nakrar mánaðar áðrenn dokumentarurin var liðugur, fekk Torbjørn Olsen
Mentanarvirðisløn Landsins fyri útint listarligt avrik á høgum støði. Hettar
fortaldi Torbjørn okkum, men hettar minnist eg slet ikki. Dokumentarin minnist
eg hin vegin næstan úr enda í annan. Júst sum tíðindafólk meira ella minni sum
teimum hóvar kunnu lita meiningar hjá fólki, hava filmsleikstjórar makt til at velja
pettir úr einum menniskjalívi, sum bara eru ein lítil partur av stóru heildini,
og gera tað til veruleikan. Nú havi eg hugt eftir ”Hann rópar á meg” eina ferð
afturat. Eg skilji ikki meiningina.



Næstan 4
mánaðir saman við Torbjørn hava givið mær innlit í eina verð við litríkum
málningum og eina serliga avdempaða lívsgleði, sum má hava nakað við
listaheimin at gera. Hon er serlig og erlig hendan lívsgleðin, og hon er
lívsjáttandi. Eg lærdi ikki listamannin Torbjørn at kenna við at hyggja eftir
dokumentarinum. Við at hyggja eftir dokumentarinum, fekk eg nakrar fordómar um
listamannin og menniskja Torbjørn, sum í dag allar eru gjørdar til skammar.Torbjørn
havi eg lært at kenna við at tosa við hann og vera saman við honum. Nógvar
áhugaverdar samrøður eru førdar á loftinum hjá Tórshavnar skipasmiðju um alt
frá føroyskari søgu til heimskendar listamálarar. Torbjørn, túsund takk fyri
listaverkið, fyri tann tú ert, fyri tað tú skapar, og fyri at eg slapp at læra
teg at kenna. Gleðilig jól.



 



Hoyvík 20-12-2020,
Súnfríð Lambaa Ihlen