Heðin Mortensen vil hava løgmann at svara

 

Góðtekur løgmaður, at fíggjarmálaráðharrin brýtur Kommunustýrislógina við
tað at hann kolldømir sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið? Tað vil Heðin Mortensen nú hava Bárð á Steig Nielsen at
greiða frá.



Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur kolldømt sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Kommunufelagið finst í
almennum skrivi hvassliga at avgerðini og sigur millum annað, at avgerðin ikki
einans er í stríði við alla siðvenju á økinum, men eisini er beinleiðis í
andsøgn við greitt orðaða endamálið við §5 í Kommunustýrislógini. Endamálið við
hesi greinini er, at landsstýrismaðurin skal tryggja javna millum lønarlagið
hjá landinum og kommununum. Kortini hevur landsstýrismaðurin valt at kolldøma
sáttmálan. Hetta hóast sáttmálin gevur starvsfólki hjá kommununum nett sama
lønarvøkstur sum starvsfólki hjá landinum.



Tað heldur Heðin
Mortensen vera alt annað enn í lagi, og tí hevur hann nú drigið løgmann upp í
leikin. Í fyrispurningi til løgmann spyr Heðin Mortensen, um løgmaður metir, at
tað ber til at hava álit
á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og um hann heldur, at landsstýrismaðurin,
sum evsti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, hevur hildið seg til endamálið
við §5 stk. 5 í Kommunustýrislógini.



-       
Tað tók landsstýrismanninum í fíggjarmálum einans tvey samdøgur formliga at
kolldøma undirskrivaða sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið. Hetta hóast sáttmálin gevur starvsfólki hjá kommununum
nett sama lønarvøkstur sum starvsfólki hjá landinum. Hinvegin megnaði
landsstýrismaðurin ikki at svara formligu atfinningunum hjá Kommunufelagnum
eftir einari viku, men mátti biðja sær longda freist, sigur Heðin Mortensen.



Heðin Mortensen heldur,
at tað, at landsstýrismaðurin hevur fyri neyðini at biðja um longda freist at
svara, prógvar, at hann tók avgerðina uttan mun til, hvat lógin sigur, og tí nú
aftaná noyddist at fáa tey at leggja høvdini í blot í Fíggjarmálaráðnum. Hetta
lógargrundarlagið átti at verið landsstýrismanninum meinkunnugt og greitt,
áðrenn avgerðin varð tikin, heldur Heðin Mortensen.



- Tað er at misnýta vald sítt til at
hóreiggja sær eftir egnum tykki uttan mun til rættargrundarlagið,
Kommunustýrislógina – hendan so avgerandi partin í fólkaræði okkara – sum
landsstýrismaðurin átti at sæð sum sína fremstu uppgávu at lívga og verja. Eitt
er, at slík atferð forðar fyri líkinda samstarvi millum land og kommunur. Enn
verri er, at hon oyðileggur álitið á demokratiska rættarsamfelag okkara, sigur
Heðin Mortensen.