Hava Bárður og Sambandið fylgt við?

Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur, og
longri er tann søgan ikki.
Líka mikið hvussu nógv
Bárður spinnur og vendir sær, so broytir tað ikki okra støðu at vera
samríkisflokkur og vilja størri
sjálvræði. Í síni roynd vil
Bárður bert mjólka
onkrar Javnaðarstemmur til sín, við
at s
áa tjóðveldisdreymar innan gáttina hjá javnaðinum.



Javnaðarflokkurin og javnaðarfólk vita fullvæl hvønn ágóða ríkisfelagsskapurin
gevur okum og vilja halda fast við okra brøðralag í ríkisfelagsskapinum.
Ístaðin fyri at síggja ella ikki síggja sambands- og tjóðveldis fótonglar, so taka okur í
roynd og veru tí skilagóðu og semjusøkjandi tilgongdina.



 



Sjálvræði í ríkinum ístaðin fyri
afturhaldslyndi



Men okur vilja eisini sjálvræði, og tað hevur eyðmerkt alla søgu Javnaðarfloksins! Heimastýrislógin! Okur vildu sjálvræði, meðan Sambandið vildi onki vita
av! Yvirtøka av málum og at fremja sosialpolitisk
mál. Okur vildu vælferð, meðan Sambandið vildi onki vita av!



So, um Bárður brádliga spyr um kósina hjá
Javnaðarflokkinum um samband ella loysing, so roynir hann, vælvitandi um søguna, at draga Javnaðarflokkin inn í æviga
slagsmálið hjá
Sambandsflokkinum við Tjóðveldi. Halt okum uttanfyri, takk!





Sambandið vil onki vita av

Ná, ja, stjórnarskipanin.
Sambandsflokkurin sat sjálvur við borðið og snikkaði orðini saman á pappír líka síðan 1999, men hvat? Sambandið vil onki vita av hesum, akkurát líka sum alt annað slóðbrótandi fyri sjálvræði og
vælferð føroyinga!  Sambandið vildi
ikki vita av!



Stjórnarskipanin hevur líka nógv við fullveldi at gera, sum sambandið hevur við vælferð og sjálvræði. Lítið og onki, og sum Bárður
sigur, valið um loysing liggur í Føroyum
og undirtøka er ikki fyri tí.
Hetta er sannleikin og slepst ikki rundanum.





Men flokkarnir liva av følskum
tvístøðum, sum skulu ræða føroyingin
antin at taka undir við Sambandinum ella Tjóðveldi til hvørt einasta val. Latum okum arbeiða fyri fólkið, siga okur, og tú er vælkomin við okum, Bárður. Okur eru, hóast alt, heimastýrisflokkar.



 



Jens Arni Leo Hammerfoss