Grøn orka

Lítið er at ivast í, at eitt av teimum heitu evnunum fyri tíðina er “grøn orka”. Í øllum førum fyri ávísar miðlar og partar av tí politiska klassanum. Samstundis hava vit eina fjøld av aktivistum, ið dagliga minna okkum á, at vit skulu gera okkara part.



Fyri okkum, sum altíð ivast, er tað torført at taka alt fyri fult. Man verður ikki sannførdur av próvbyrðuni, hvørki teirri sum vit síggja, tí sum vit uppliva sjálvi, ella tí, sum granskarar eru komnir til.



Og so er tað religiøsa elementið. Í toftunum av falna kristindóminum í Europa er eitt vacuum, ið fær nógva fyllu. Millum annað umhvørvistrúgvin, sum er ortodoks og ger, at vit síggja dømi umvíðgongdar hugsanir.



Vit fáa at vita vit synda (við at útláta CO2), at vit hava arvasynd (grammleika), sum hevur útvíst okkum frá Edens hava (heiminum áðrenn íðnarkollveltingina) og vit mugu játta okkara syndir (við at fordøma ábyrgdarleysari forbrúksmentan), bøta fyri tað (við at rinda útlátsskattir) iðra okkum (krevja at politikkarar tosa alarmerandi um veðurlagsbroytingar) og biða um frelsu (liva í burðardyggleika). Tey ríku kunnu tó keypa fyrigeving (CO2-kvotur) so at tey kunnu flúgva við sínum privatu flogførum, men eingin má sleppa sínari trúgv (um karbondioxid) sum fyriskrivað í skriftunum (rapportirnar hjá Intergovernmental Panel on Climate Change). Tað er okkara skylda at fordøma heidningarnar (klimanoktararnar), háttvirda halgimennið (Al Gore) og lurta eftir ráðum profetsins (IPCC), Gera vit ikki tað, skal dómadagur koma (har planetin ikki longur kann bjargast), og vit skulu merkja eldin (hitabylgjur) og merkja øðina (ógvusligari stormar).
So gjøgnumsúrgaður er hesin boðskapur, at tað er ikki sørt at man hugsar um Golgata, tá ið man hyggur at eini vindmyllulund.



Tað, sum er mest sjálvsagt í hesum umhvørviskjakinum, er, at tað er sjálvandi landið sum skal loysa uppgávuna. Man kann spyrja seg sjálvan um politikkarar høvdu yvirhøvur havt áhuga í umhvørvinum, um tað ikki merkti transmissión av valdi og pengum frá borgarunum til landið?



Bjørt Samuelsen var í miðlunum fyrr í ár og tosaði um at stovna Umhvørvismálaráð (Diyanet) í fastari trúgv uppá, at tað kemur at bjarga Føroyum frá okkara CO2-armóð. Ger tað?



Onkur tók skemuliga til at tey víðgongdu innan umhvørvi eru sum vatnmelónir; Grøn uttan, blóðreyð innan.








Skapanarlæra ella menningarlæra?


Hvørja orsøk hava vit til at seta okkara álit á, at tann grøna tilgongdin verður framd av planini hjá nøkrum fáum fólkum? Hugsa um tað eina løtu: Amboðini hjá statinum eru primitiv, brutal, illa umhugsað, raka skeivt og loysa sjáldan nakað sum helst.



Um vit einki gera, so kjansurin fyri at útfallið av tí grønu tilgongdini er líka gott enn um vit lata landið útføra sínar “orkuplanir”. Kjansurin er, at vit hyggja runt um okkum, taka nýggjastu og forbetraðu tøknina til okkum, taka fleiri intiativ til at varðveita náttúruna o.s.fr. Luturin hjá landinum er ivasamur.



Tann veruliga broytingin hendur ikki frá toppinum. Vit mugu byrja frá botninum.


Umhvørvisliga upplýsingartíð


Tað, sum eg haldi vera sera týdningarmikið, er, at vit ikki fara í dómadagsmantruna hjá KvF og teirra politisku líkum, men heldur venda tí bakið og fokusera umhvørvisliga upplýsing og náttúruvísindi. Menniskjað hevur ígjøgnum tíðina loyst nógvar trupulleikar. Ein upplýst umhvørvistilgongd, ið viðurkennur:



Fyri tað fyrsta at viðurkenna at dálking ber ikki til at sleppa undan, tað er ein natúrligur partur av framstigunum, menniskjað hevur gjørt.



Tað næsta er at viðurkenna, at ídnaðarkollvetlingin hevur lyft milliardir av fólki út fátækradømi, breyðføtt heimin sum ongantíð fyrr og skift musklar út við maskinur. Lívið er fyri flestu menniskju óendaliga nógv betri enn tað var í miðøldini.



Tann triðja viðurkenningin má vera, at tað finnast ongar loysnir, bara trade-offs. Tilfeingi, tøkni og vera viga ímóti hvørjum ørðum. Næstan allir menniskjaaktivitetir hava ein ella annan kostnað fyri náttúruna. Til dømis brúka fólk kol í nógvum fátøkum londum, tí tey ikki hava ráð til el, men í og við at londini gerast ríkari kunnu fleiri sleppa undan at nýta kol.



Menniskjað hevur tørv á orku fyri at lyfta seg úr fátækradømi. Tað er okkurt sum bendir á, at tað er ikki fyrrenn BTÚ per íbúgva er omanfyri 5000 $, at umhvørvið byrjar at fáa raðfesting.



Í takt við at heimurin gerst ríkari og tøkniliga menningin betrast, og í takt við at tað verður av-materialiserað, av-karboniserað, verður nyttunýtslan av hvørjari eind betrað. Minni jørð verður nýtt til matframleiðslu, minni orkunýtslu verður per tøkni o.s.fr.



Tað eru rúgvur av møguleikum at troyta og tøkni at íverkseta. Nøkur góð dømi vera ummæld í bókini hjá Steven Pinker, Enlightenment Now, kap 10 (The Environment) og meðan eg havi skrivað hesa greinina, havi eg tosað við nøkur fólk um “grønar loysnir” hugskotini mangla ikki. Flestu tøknir krevja ikki gjøgnumbrot innan náttúrvísindi, men eru bert spurningar um verkfrøði.



Vísindin er før fyri at gera stigvísa menning, bygd uppá undanfarin úrslit. Vísindin broytist ikki, uttan at verandi ástøði kann mótprógvast. Vísindi kunnu vit hava álit á. Tað sama kunnu vit ikki siga um lógir, reguleringar o.a., har somu innlit og feilir vera gjørd umaftur og umaftur.


Fýra yvirskriftir, ið eru verdar at hugsa um


So hvat kunnu vit gera fyri at náa einar Føroyar, sum minka um okkara fótaspor á planetini? Svarið er: Nógv. Men eg veit ikki, hvørjar loysinirnar eru, tí tær eru spjaddar millum milliónir av fólkum sum hugsa, menna og íverkaseta loysnir, ið koma at mynda framtíðina. Tí eiga politikarar at gera pláss til, at vit kunnu útvikla okkum til eina grøna framtíð. Forboð, skattir og flyting av pengum frá A til B er bert fyri fáviskutar politikarar.


Fríur marknaður


Fyrsta fortreyt fyri at vit kunnu gera tað natúrliga umskiftið til grønar orkuloysnir, er at lata upp fyri fría marknaðinum. Tað merkir millum annað, at avmarkingarnir hjá landinum mugu vekk. Tað eru avgjøld, lógir, reguleringar og aðrar forðingar, ið forða fólki at handla frítt við hvønn annan.


Orka


Valdshavararnir í Føroyum hava gjørt fólkinum greitt, at SEV skal halda á at hava monopol á marknaðinum. SEV hevur eisini fortalt okkum, at tey síggja inní framtiðina og fortelja okkum hvat orkuforbrúki er í 2030 (!) og at tað er teirra lutur at tryggja okkum at vera 100% grøn til ta tíð. Bara via SEV kann hetta gerast, tí uttan SEV er eingin veitingarskylda og landið fer tí í forfall.



Einki kundi verið longri vekk frá veruleikanum. Tí við at taka stigið at skilja el-netið og SEV í hvør sítt felag kunnu vit gera ein frían marknað. Allir veitarar til el-netið skulu liva undir somu treytum, meðan el-net felagið tekur gjald frá øllum veitarum fyri at viðlíkahalda netið. Veitararnir skulu so eisini hava nevndarsess í el-felagnum, soleiðis at ein feedback-mekanisma er til staðar.



Vit skulu ikki longur enn til televinnuna fyri at síggja eitt gløðandi dømi, um hví kapping er neyðug. Um aldarskiftið høvdu vit bara ein televeitara í Føroyum. Alt gekk seint, og tað var hundadýrt at vera brúkari av netinum, yvirskotið var risastórt og tað var óneyðugt hjá monopolveitaranum at rationalisera við teimum pengum, sum komu inn. Støðan í dag er ein heilt onnur, tí vit hava tvey ógvuliga væl útbygd net við nýggjastu tøkni og ein dekning sum er betri enn í flestu londum. Hóast tað altíð er ymiskt, sum kundi verið betur, so er einki at ivast í, at kappingin hevur trýst veitararnir til at forbetra seg alla tíðina.



Víst kunnu vit endurtaka orðini hjá George Stigler: “Kapping er sum haldført illgras, ikki ein sárbær blóma.”



So fyri at sláa tað rimmarfast: Vit vita ikki, hvør orkutørvurin er um tíggju ár og hvør tøkni verður nýtt til at útvinna og goyma orku verður, tí tað er ein stigvís menning, ið hendir ímillum eina rúgvu av fólkum, fyritøkum, intiativum og øðrum.



Okkara uppgáva er at lata menningina henda, tí bílig atgongd til orku er grundleggjandi fyri eitt og hvørt samfelag.


3D-prentarin


Vit liva í einari tíð við nógvari teknologiskari menning. Í mínum optikki er 3D-prentarin ein av teimum mest lovandi, tá ið vit ummæla umhvørvi, grøna orku, globalisering og líkandi evni.
Prinsippið við 3D-prentarinum er einfalnt: Í framtíðini fer tað at bera til at prenta nærum allar lutir í einum 3D-prentara.



Hvat skulu vit so hugsa um?



Eitt er tað, at ein partur av globaliseringini fer at trekkja seg aftur, tí tað sum vit í dag keypa uttanlanda fara vit at hava møguleika framleiða heima.



Tak tildømis telduna. Teldan er eitt ógvuligt kompliserað tól. Vit hava ikki vitan um, hvussu ein telda verður bygd. Men um ein 3D-prentari fær at vita hvussu hann prentar eina teldu, so er einki sum forðar fyri, at hann kann gera tað. Avbjóðingin er hjá verkfrøðini at menna praktiskar loysnir. Hetta er ikki nakað sum hendir í eini skrivstovu í Havn í einum excel-arki. Mmenning hendir millum fólk.



Tað tykist fyri mær, at tað er tríggir høvuðstættir, ið dominera hesa útvikling. Teir eru orka, vitan og rámateriali. Orkan, sum eg havi nevnt, er grundleggjandi týdningarmikil fyri alla framgongd í samfelagnum. Vitanina eiga vit eisini at leggja serliga vekt á, serliga innan náttúruvísindi, verkfrøði, og handverk.



So er tað rámaterialið. Vit senda nógv rámateriali av landinum aftur í dag. Gamlar bilar, elektronikk o.s.fr. Men í takt við at 3D-prentarin fer at loyva okkum at framleiða fleiri og fleiri lutir, hevði tað so ikki verið eitt hugskot at byrjað at upphópað rámateriali aftur?


Útbúgvingar


Í Føroyum ber nú til at taka ymiskar útbúgvinar á hægri stigi. Nógvar er góðar og lønandi fyri samfelagið, meðan aðrar eru beint út feel-good-signalpolitikkur hjá Tjóðveldi og Framsókn, har man vil útbúgva fólk við endamálinum at arbeiða fyri landið. Og sum vit øll vita, fyri hvørt arbeiðspláss, sum landið upprættar, verður eitt privat arbeiðspláss oyðilagt ella gerst ikki veruleiki.



Mótsatt av orku, so kann vitan gevast víðari, uttan at nakað “forsvinnur”. Vitan, serliga innanfyri tað náttúruvísindaliga og praktiska, er lykilin til at loysa framtíðaruppgávur. Um vit fokusera okkara avmarkaða útbúgvingarkapacitet uppá útbúgvingar sum av hesum slagi og niðurraðfesta “nichu”-útbúgvingar, sum samfelagið ikki eftirspyr nógv, so fer tað heilt víst at gagna øllum.



Eitt samfelag sum hevur nógvar verkfrøðingar, handverkarar og klók høvd innan náttúrvísindi er heilt vist til at fyritrekkja fram um ein kritiskan massa av fólkum, útbúgvin í sosialvísindum sum fara í transitt at arbeiða fyri tað almenna fyri at loysa trupulleikar, sum tey sjálvi hava uppfunnið.


Samanumtikið


Hóast successin av fríum intiativi er sjónlig allastaðni rundan um okkum, og hóast allur heimurin er knýttur saman uppá fá ár av eini desentraliseraðari skipan (internetinum), so fáa vit framvegis bilt inn í okkum dagliga, at alterntativið til centralt kontrol er kaos.












Keldur:



Ridley, Matt. The Evolution of Everything: How New Ideas Emerge, 2016.


Pinker, Steven. Enlightenment Now: The Case for Reason, Science, Humanism, and Progress, Kap. 10, “The Environment”, 2018.