Granskarasetur í eitt ár – fjølbroytt virksemi í iNova





Nú eitt ár er liðið, síðani granskarasetrið iNova lat dyrnar upp, er húsið næstan fullsett, og virksemið í húsinum er fjølbroytt. iNova er eitt væleydnað dømi um, at samstarv millum privatar fyritøkur og almennar stovnar og myndugleikar kann røkka á mál.







Hugskotið



Hugskotið at gera granskarasetrið er eini 5 ára gamalt. Vinnuframi hevði ein stóran, tóman og soppafongdan bygning, sum kravdi víðfevndar ábøtur. Undir hesum umstøðum tók hugskotið um Granskarasetrið skap, so líðandi og í góðum samstarvi við nógv eldhugað folk, sum ynsktu at síggja úrslit. Ynskið var at savna granskarar og at skapa teimum góðar karmar og eitt granskingarumhvørvið, har tey bæði saman við øðrum og sjálvi skuldu kunna fáa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss.





Granskarasetrið er í dag eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har forvitin menniskju



trívast og fáa hugskot til at mennast og gerast til veruleika.





Politiska skipanin hevur eisini víst verkætlanini álit. Privata vinnan var sinnað at luttaka, og nú eitt ár er liðið, verður Granskingarsetrið rikið á privatum grundarlagi.







Matvørugransking



Leif Sørensen og aðrir av Føroya fremstu kokkum hava sína dagligu gongd á Granskarasetrinum, har til ber at granska í matvørum, og har umstøðurnar eru til staðar fyri, at Føroyar kunnu gerast ein norðurlendskur miðdepil fyri matgerð.





Ein norðurlendskur miðdepil fyri matgerð kundi drigið útlendskar kokkar at sær, sum ynskja at finna fram til nýggjar smakkir. Hetta virksemi kann byggja á okkara fleiri hundrað ára gomlu royndir við røstum og turkaðum matvørum, ein framferðarháttur, ið eisini er umhvørvisvinaligur. Umhvørvisatlit fáa størri og størri týdning í dagsins samfelag, tí okkara orkukeldur gerast alt meira avmarkaðar.







Stuðul frá Granskingarráðnum



Granskingarráðið hevur í ár sett fokus á at stuðla verkætlanum, sum eru knýttar at iNova, og fýra av teimum umsóknunum, sum í ár fingu stuðul frá Granskingarráðnum, verða staðsettar í iNova.





Tólv tær størstu fyritøkurnar í Føroyum hava sett pening í partafelagið iNOVA. Felagið rekur virksemið í granskarasetrinum, meðan Vinnuframi eigur bygningin og hevur borið kostnaðin av innrættingini. Inova leigar bygningin uttan leigukostnað fyribils í fimm ár.







Á seinasta aðalfundi, ið var í mai í ár, vórðu fyrstu úrslitini av gransking á Granskarasetrinum løgd fram, og vinnan, ið søguliga ikki hevur havt serliga sterkt tilknýti til gransking í Føroyum, kann nú staðfesta, at tað longu eru granskingarúrslit at síggja, sum spretta burturúr virkseminum á iNova seinasta árið. Eisini eru fleiri vinnuligar verkætlanir á veg inn í iNova.







Útreiðslur til høli og útgerð



Tað kostaði 13,4 milliónir at gera bygningin hjá Vinnuframa kláran til at hýsa Granskarasetrinum. Síðani eru íløgur fyri 6,6 milliónir krónur gjørdar til granskingartól.





Seinasta árið hava vit í Vinnuframa saman við iNova arbeitt dúgliga við at fáa røttu tólini til vega, og nú eru vit nærum komin á mál. Tólini, sum granskarar í iNova fáa atgongd til, eru tey fremstu í heiminum.





Nú vit hava latið dyrnar upp fyri føroyskum granskarum, kunnu vit á sama stigi sum útlendsk granskarasetur bjóða atgongd til heimsins mest framkomnu hentleikar, umframt at okkara granskarar hava møguleika at virka og arbeiða í einum vitanarumhvørvi.







Nýggir møguleikar úti og heima



Í sambandi við keyp av tólum valdu vit at gera eina kanning av, hvussu nógvar royndi verða sendar av landinum at gera, tí rætta útgerðin ikki finst í Føroyum. Kanningin vísti, at einar 19 milliónir verða brúktar árliga til royndir, sum verða sendar av landinum til kanningar.





Nú er avbjóðingin at fáa hetta arbeiðið gjørt í Føroyum, og gongd er longu sett á at gera nakrar av hesum royndunum í Føroyum.





Ein partur sum er fyri framman, er at koma við í altjóða granskingarsamstørv.iNova hevur umstøðurnar, fólkini, útgerðina, ein jaligan eigaraskara og eina politiska skipan, sum tekur undir við verkætlanini.





Útlendskar samstarvsfyritøkur kunnu rokna við iNova, og vónandi eru fyrstu stigini nú tikin fram ímóti, at vit í Føroyum fáa okkara Science Valley, har fleiri fyritøkur verða settar á stovn við tøttum tilknýti til iNova. Hesa gongd hava vit sæð aðrastaðni, við Silicon Valley í San Francisco sum kendasta dømi, har høvuðsvirksemið var KT.





Framtíðin fyri iNova sær bjørt út. Eftir bert einum ári eru vit komin langt, og tær størstu forðingarnar eru nú í okkara egnu høvdum. Men tað er sjálvsagt av avgerandi týdningi, at sama góða undirtøka fyri iNova heldur fram.







Regin W. Dalsgaard



stýrisformaður í Vinnuframa og nevndarlimur í iNova