Góði Jørgen: Hvar er virðingin fyri almennum starvsfólki?


Í farnu viku vart tú so harmur um, at tað í dag eru 795 fleiri í almennum størvum enn fyri 4 árum síðani.





Tað er sjálvandi gott, at Fólkaflokkurin vil hjúkla um vinnulívið. Tað mugu vit øll gera, tí vit vita, hvussu stóran týdning vinnan hevur fyri vælferðina. Men vit vita eisini, hvussu stóran týdning vælferðin hevur fyri vinnuna.



Skal vinnan virka optimalt, so má samfelagið virka væl, og tær neyðugu tænasturnar vera tøkar.





Tá vit gerast fleiri, so verða eisini fleiri eldri, sum ivaleyst skulu hava røkt og møguliga annan bústað. Fleiri, sum fáa brúk fyri heilsuverkinum, fleiri yngri, sum skulu undirvísast í fólkaskúlum okkara, og fleiri børn á dagstovnum okkara.





Um tú hugsaði teg betri um, og var neyvari í tínum heimaarbeiði, so komst tú heilt vist eftir, at tað privata og tað almenna oftast vaksa og mennast í symbiosu hvørt við annað.





Eg ivist ikki í, at tú meinar tað, tá tú sigur, at familjan skal hava tað gott. Men tað burdi ikki verið neyðugt at mint teg á, at tað júst eru familjurnar, sum eru stórforbrúkarar av okkara vælferðartænastum – heilt úr vøggu í grøv. Og at teirra trivnaður neyvt hongur saman við tí kempi arbeiði, sum m.a. hvønn dag verður gjørt á dagstovnum, í útbúgvingarverkinum og í røktini av okkara eldru borgarum.





Eg haldi ikki, at tað sømir seg, at tú setir bólkar upp ímóti hvør øðrum. Tí tingini hanga saman, og vit hava øll tørv á dagliga arbeiðinum hvør hjá øðrum.





Sjálv havi eg undirvíst í fólkaskúlanum í yvir 30 ár. Og eg kann siga tær, Jørgen, at tey eru fleiri enn fá, sum eg havi lært at rokna, sum í dag hava egnar fyritøkur ella eru íverksetarar.



Tað má hóast alt eisini hava eitt ávíst samfelagsvirði, tá samanum kemur.





Katrin Dahl Jakobsen, valevni hjá Javnaðarflokkurin