Fyrimunir við eini kvotuskipan

 

Fyrimunir við eini kvotuskipan



Tað er ongantíð heppið at politiska skipanin stýrir eini
vinni í alt ov stóran mun.



Føroyska fiskivinnan hevur gjøgnum øldir við árabáti og
síðani í hundrað ár við skipum verið ein frí vinna uttan nakra politiska
uppíblanding, inntil hon í 90’unum brádliga bleiv sett undir umsiting, og ikki
hissini umsiting heldur, stýrd niður í smálutir.



Tað sigur seg sjálvt at gamla íborna veiðumentanin, tað
at fara til havs at vinna sær fong i einum umhvørvi, har tú følir teg frían sum
fuglurin, verður særd og niðurbrotin, tá ið tú leggur frá landi søkklaðin av
lógum og kunngerðum um  hvat tó mást og
ikki.



Er neyðugt við øllum hesum yvir formindarínum í
fiskivinnuni?



Fiskivinnan er í dag blivin so effektiv, at neyðugt er at
ansa eftir, at ikki ov nógv verður tikið úr stovnunum hvørt árið, og tí er
liðugt við fríum fiskiskapi, men er so ikki nokk at seta hámark á veiðuna, og
annars lata alt annað vera frítt sum áður?



Soleiðis verður i hvørt fall gjørt aðrastaðni, til dømis
har sum okkara langfaraskip royna, og eisini, tá ið talan er um uppsjóvarfisk í
okkara egna havumhvørvi. Men ikki viðvíkjandi fiskiskapi eftir botnfiski undir
Føroyum, har eru alskyns forðingar lagdar á vinnuna. Avmarkingar í skipastødd,
motorstødd, skipatali, bólkabýti, reiðskapi, dagatali, stongdum leiðum og
harafturat umrokningsfaktorar í sambandi við at dagar verða fluttir millum
bólkar, og sera avmarkandi og truplar reglur viðvíkjandi at flyta veiðuloyvi
yvir á onnur skip.



Hesar avmarkingar hava í fyrsta umfari skatt lønsemi í
heimaflotanum og í øðrum umfari steðga allari menning, so sjálvt tey skip, sum,
hóast truplu umstøðurnar, hava havt samanhangandi brúkilig úrslit, (kanska mest
tí at tey eisini eiga kvotur til annan fisk uttan um tað, tey hava loyvi at
fiska  undir fiskidagaskipanini), hava
ikki megna at ment síni veiðutól ella skift tey út.



Orsøkin til at myndugleikarnir ikki hava tora at brúkt
einastu logisku avmarkingina, mest loyvda veiða ella kvotur, er eittans - ræðslan
fyri útblaking.



Eitt er at fáa kvoturnar at ganga upp í einum blandingsfiskaríi
millum tosk, hýsu og upsa. Men tað eru fleiri hættir at gera tað:



  1. fiskiskapurin kann leggjast til rættis
    eftir hvørji kvotusamanseting ein eigur

  2. umsetiligheit, so kvotur kunnu handlast
    millum skip

  3. loyvi at hava ávísan prosentpart yvir
    kvotuhámark, sum tó verður avroknað á serligan hátt, landi, heldur enn skip,i at
    frama







Størsta vandamálið við kvotum man tó vera útblaking av
smærri fiski, til tess at økja miðalstøddina, so betri úrtøka fæst fyri avmarkaðu
nøgdina.



Hesin trupulleikin kann eisini loysast, og loyvi eg mær
at koma við tveimum uppskotum:



  1. Eftirlitsfólk verður sett umborð á tey skip,
    ið vísa seg at hava størst miðalstøddir av kvoteraðum fiski. Lækkar miðalstøddin
    tá, er kanska grundaður mistanki um, at ikki er farið rætt fram, og
    eftirlitsfólk verður verandi umborð. Tey skip, ið ikki kasta smáan fisk út, og
    tískil ikki hava stóra miðalstødd, fáa ongantíð trupulleikar av at skula hava
    eftirlitsfólk umborð. Kanska verður ikki neyðugt við so nógvum eftirlitsfólki
    um hetta mynstrið verður fylgt.

  2. Prísjavning. Eitt annað hugskot er at
    stovna ein nýggjan útreiðsluneutralan ráfiskagrunn, har stórur fiskur gjeldur
    inn í grunnin, og smærri fiskur fær tilsvarandi av stuðli úr grunninum. Harvið
    javnast prísurin i mun til stødd á fiski, og tí er ongin vinningur í at koyra
    smáan fisk útaftur.





Eg havi í fleiri greinum víst á veikleikar í
fiskidagaskipanini og talað fyri kvotum, sum eini betri loysn, hóast vanda fyri
útblaking. Nógv eru tó ikki samd við mær í hesum, og meta útblaking at vera ein
so stóran trupulleika, at fiskidagaskipanin, hóast nógvu avmarkingarnar, er ein
betri loysn. Men vónandi minka omanfyri nevndu møguleikar at byrgja upp fyri
útblaking, um ræðsluna hjá nøkrum fyri kvotum.



Kvotur eiga annars at lutast ella seljast reiðaríum, og
ikki skipum. Reiðarin eigur sjálvur gera av, hvussu hann fær hendur á fiskinum
uttan nakra sum helst avmarkingar, bara hann ikki ger seg inn á fiskiskapin hjá
øðrum. Á henda hátt sleppa vit undan spekulatión við skipum og veiðuloyvum.



Thormund Johannesen



Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.