Frumskógur og alilaksur


Ingilín Didriksen Strøm umrøður í
grein náttúru- og umhvørvismál, og vísir til syndarligu støðuna
við frumskóginum í Amazonas.



Ikki tí serstakan áhugi er at
viðmerkja til skriv frá valevnum, men stundum kann tað kennast
neyðugt. Ingilín hevur partvís grein í sínum sjónarmiðum, men
kemur ikki inn á evnið hví frumskógurin í Brasil verður høgdur
niður, sum gjørt er í nógv ár, og nú verður brendur av - við
meira og minni beráddum huga. Har frumskógur hvørvur verða soya
gróðursett. Ikki vistfrøðilig framleiðsla á nakran hátt, men
GMO soya har ein long røð av pesticidum verða brúkt, og til
alstóran heilsuskaða á bæði arbeiðsfólk, umhvørvið - djór
og villini gróður - og fólk, ið búgva kringum.


Ingilín veit
allarhelst at lokal og smærri landbúnaðarframleiðsla er
tvangsflutt, jørðin ognartikin og selda multinationalum fyritøkum,
ið vilja tjena pening á m.a. skjóttvaksandi soya.
Og hvør
keypir so hetta eiturfongda soya? Jú, tað ger landbúnaður í m.a.
Europa til fóður til neyt, svín og flogfenað. Og havbúnaður -
alivinnan - í Noreg, Skotlandi, Írlandi og í Føroyum.
Ingilín
umrøður at heimsins leiðarar mótmæla avbrenning av frumskógini,
og hótta við tiltøkum móti Brasil. Og Føroyar eiga eisini at
luttaka í slíkum tiltøkum, skrivar Ingilín.
Hvat sigur so
Ingilín og Javnaðarflokkurin til at føroysk alivinna - føroyski
búskapurin - fyri stóran part er grundaður á niðurhøgging av
frumskógi í Brasil?

Eini 10.000 tons av innfluttum GMO soya frá
niðurhøgdari frumskóg til føroyska alivinnu, og har smábøndir hava mist sínar
landbúnaðarteigar og lokalu íbúgvar eru fyri grovasta
heilsuskaðiliga ágangi við alskyns pesticidum frá landbúnaðinum.
Hvar eru nú ST-heimsmálini um burðardygga menning? Alivinnan,
kanska mest Bakkafrost, er støðugt frammi og bedýrar hvussu
burðardygg framleiðslan er, og kann tað tí verða væl uppá sítt
pláss at Ingilín og Javnaðarflokkurin melda klárt út, um tey
taka undir við at alivinnan er burðardygg, soleiðis sum hon verður
rikin. Eiturfongt soya, raps og hveiti, afturat at firðir og sund
verða køvd í skarni og fóðurleidum, og at tað enn verða brúkt
túsund tons av Hydrogenperoxyd, afturat at pelagiska vinnan
niðurfiskar stovnar her á leiðum, og annars við vesturstrond
Afrika og Suðuramerika, verður rættuliga trupult - fyri ikki at
siga hopisleyst - at grundgeva sum verandi burðardygg vinna.
Eg
meti Ingilín og Javnaðarflokkurin ikki gera sær greitt, at
alivinnan IKKI er burðardygg, men miðvíst roynir at propagandera
fyri framhaldandi grovari gagnnýtsklu og misnýtslu av jaðarinnar
varandi tilfeingi, og samstundis lata hánt um havumhvørvisdálking frá alivinnuni
- ið ætlandi skal flytast út á opið hav....fyri at minka um
dálkingina á firðunum, - kanska fyri at eingin
sær og tí ikki fær ilt av dálking langt frá landi.
Flatmaðkur
og innfluttar fremmandar plantur er ikki gott nokk. Men hvat hevur
Javnaðarflokkurin so gjørt fyri at forða hesum farnu nógvu
árini...eisini í landsins leiðslu?
Eingin almennur stovnur
ella ráðharri hevur enn kunna svara spurninginum hvar árligur
innfluttningur av uml. 13 tonsum av Formaldehyde verður brúktur og
hvussu evnið verður burturbeint. Frá 2010 hava vit innflutt 130
tons av mest antibakteriella evninum á marknaðinum - og alivinnan
tosar støðugt um hvussu burðardygg vinnan er og at hon als ikki
nýtir antibiotika.....
Náturufriðingarlóg, umhvørvislóg,
havumhvørvislóg, lóg um lívfrøðiligt margfeldni o.s.v.....hevur
verið í hondum Javnaðarflokksins farnu 4 árini, og fleiri enn tað, - og EINKI sæst
av nøkrum til at tryggja móti náttúru- og umhvørvisoyðing,  og at hesar lógir verða hildnar.
Ikki
tí...roknast kann á ongan hátt við at aðrir flokkar taka hvørki
náttúru- og umhvørvislóggávu, enn minn ST-heimsmálini um
burðardygd í størri álvara enn at misnýta hesi til valagn.

Kári Thomsen