Frimodt Rasmussen spyr um sølu av vørum millum almennar stovnar

Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um sølu av vørum millum almennar stovnar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at fyrispurningurin et latin inn.





Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:





1. Er nøkur kanning gjørd av, hvussu felagsgoymslan á Landssjúkrahúsin setur prísirnar á vøru til sjúkrahúsini?





2. Um so er at kanning er gjørd, hvat sigur hon so um prísásetingina á vørurnar?





3. Selur felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinum vørur til aðrar almennar stovnar?





4. Um ja, hvørjir eru hesir stovnar, og hvussu verða prísirnir ásettir?





Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Frimodt Rasmussen, at Løgtingið játtar á hvørjum ári pengar til tær ymisku konturnar á fíggjarlógini, og sigur harvið eisini hvar, pengarnir skulu verða brúktir.





Sjúkrahúsverkið hevur gjørt av at hava felags innkeyp, sum felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinumstendur fyri. Tað er skilagott at hava felags innkeyp, tá ið hetta kann hava eina jaliga ávirkan á innkeypsprísin.





Hann sigur síðani, at um so er, at prísásetanin á vørunum til aðrar partar í Sjúkrahúsverkinum verður sett ov høgt, verður vinningurin størri hjá tí, sum selur. Á henda hátt verða pengarnir fluttir frá teimum kontum, Løgtingið hevur avgjørt, at teir skulu brúkast, til felags goymsluna undir Landssjúkrahúsinum, sum stendur fyri innkeypinum.





Um so er, at aðrir almennir stovnar keypa vørur frá felagsgoymsluni á Landssjúkrahúsinum, so ger tað sama seg galdandi viðvíkjandi Løgtingsins vilja. Um so er, at prísurin, ið verður ásettur ímillum partarnar, ikki fremur ætlanina við at hava felags innkeyp, skuldi hvør partur havt møguleikan at keypt inn, har bíligast var.





At enda sigur løgtingsmaðurin, at á hendan hátt fæst best burtur úr á øllum kontum, ið Løgtingið hevur ásett, og pengarnir verða ikki fluttir frá einum almennum stovni til annan, uttan Løgtingsins vilja.



Sambandsflokkurin