Føroyar eru miðskeiðis í Norðuratlantshavinum við einum ómetaligum lívfrøðiligum margfeldni í sjónum, og sum kunnugt er fiskivinnan høvuðsvinna.

- Tað er tí umráðandi at
vitanin um lívið í havinum er frammalaga í tilvitskuni hjá føroyingum.



Føroya Sjósavn

Vit eiga at takka
íbirtarunum, sum hava lagt stóra orku og arbeiði í at stovna Føroya Sjósavn og
ikki er at gloyma vælvildina frá kommununi, landinum og vinnuni.



Tað krevur nógv arbeiði og viðlíkahald
at reka Sjósavnið. Tað er munur á slíkum savni og øðrum søvnum, tí sjósavnið fæst
við livandi verur. Akvariini skulu t.d. reinsast, havdjórini matast og nýggj setast
við. Skal savnið virka sum ætlað, er neyðugt at kør, pumpur og annað altíð eru
í lagi. Umstøðurnar at reka savnið krevur at fólk eru tøk allan sólarringin
hvønn dag í árinum.



 



Á hvørjum ári vitja uml.14.000 fólk Føroya sjósavn



Tey vitjandi koma t.d. frá dagstovnum, eldrastovnum
og skúlum. Sjósavnið er eitt náttúrligt ferðamál hjá ferðafólki og eitt tað
mest vitjaða savnið í landinum.



Sjósavnið skipar fyri mennandi tiltøkum, har ungdómar, børn og onnur kunnu nema sær vitan um lívið í sjónum á okkara
leiðum. Hetta er við til at spjaða kunnleika, og skapa áhuga fyri tí føroyska
havumhvørvinum.



 



Forkunnugt savn



Ein ónevndur persónur lat í 2011 Sjósavninum
eitt einastandandi savn við 403 fuglum.  Hetta
er sannur fongur fyri savnið, og saman við myndum og firvaldum, sum eru á
savninum, hevur savnið fingið nýggjar møguleikar at sýna fram.



 



Sjósavni hevur stóran týdning fyri okkum og ferðavinnuna



Ein størri fígging til
rakstur hevði komið væl við og kundi m.a. havt við sær, at fleiri verkætlanir
og onnur havdjór vóru sýnd á savninum.



Neyðugt er, at savnið
fær størri høli til framsýning, umframt høli til undirvísing og gransking. Savnið
hevur onki hóskandi akfar og saknar amboð til dagliga virksemið.



 



Tórshavnar Kommuna og
landið áttu at latið Føroya sjósavni enn betri stuðul til  útbygging og rakstur. Tað hevði verið heilt
náttúrligt at høvuðsvinnan var ein av høvuðsstuðlunum og hevði ein størri leiklut
í fíggingini av Sjósavninum.



 



Lat okkum stuðla íbirtarum
og verkætlanum, sum eru við til at menna Havnina sum høvuðstað!



 



Rógvi á Rógvu



Valevni hjá Tjóðveldi