Føroya Tele, veruleikin og politiska gruggið


Málið um at ognarskilja netið og uppsøgnin hjá leiðsluni í Føroya Tele er eitt álvarsmál fyri allar føroyingar og samfelagið. Tað er alt ov týdningarmikið til hetta partapolitiska gruggið, ið bert skal flyta fokus og gera fólk ørkymlað.





Løgmaður og landsstýrið vara av Føroya Tele og netinum, sum vit øll eiga. Og av øllum fjarskiftisøkinum – eisini fyri privatar veitarar. Hvat hendir á fjarskiftisøkinum og tær strategisku avgerðirnar beint nú, hava ovurstóran týdning fyri lívið hjá hvørjum einasta fólki í Føroyum, fyri alla vinnu í Føroyum, allar fyritøkur og stovnar, samfelagsmenning, útbúgving og samskifti okkara við allan heim. Hvat er best fyri føroyska fólkið, vinnuna og samfelagsmenningina má standa fremst.






Tí er tað als ikki í lagi, at Løgmaður beinanvegin slapp at flyta flyta fokus í málinum um at ognarskilja netið hjá Føroya Tele og uppsagnirnar hjá stjóra og nevndarformanni í Føroya Tele. Og Kringvarpið fór beint aftaná.






Nú var tað knappliga undanfarna samgonga, sum skuldi í fokus og hevði skyldina av hesi álvarsligu støðu. Og vit kunnu so øll leggja okkum róliga á hina liðina at hyggja at tí vanliga boksidystinum og halda við hesum ella hasum. Avleiðingin er, at ongin verður settur til svars og ongin skal hava ábyrgd.






Undanfarna samgonguskjalið



Sjálvandi skulu vit standa til svars. Undanfarna samgonga hevði ikki í samgonguskjalinum og viðgjørdi ikki ætlanir um at einskilja Føroya Tele. Heldur ikki hevði samgongan ætlanir um at ognarskilja netið frá Føroya Tele.






Samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn segði orðarætt:



“Alment og privat eru fortreytir fyri hvørjum øðrum. Stuðlast skal undir privat framtakssemi, íverkseting og nýmenning. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar.”






Landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, hevur greitt alment frá, at hann gjørdi broytingar í nevndini hjá NET-felagnum fyri at skapa eina javnvág, men stjórin á Føroya Tele var framvegis í nevndini. Tað eigur helst at vera nevndin í partafelagnum Føroya Tele sum velur nevndarlimir í dótturfeløgum og ikki Landstýrið. Men hetta varð so gjørt í samskifti við leiðsluna í Føroya Tele. Og har vóru, sum eg havi skilt, ikki hesar ósemjur og álvarsligu avleiðingar, sum nú liggja á borðinum.






Hvat er farið fram nú?



Veruleikin er, at stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele hava nú tikið tað stóra og djarva stig at siga seg úr sínum størvum, orsakað av tí, sum hetta landsstýrið hevur gjørt við nevndina í NET, har stjórin, Jan Ziskasen, varð koyrdur úr nevndini. Og orsakað av tí ætlan, sum hetta landsstýrið hevur sett í samgonguskjalið um at ognarsundurskilja NET frá Føroya Tele. Tað mugu løgmaður og landsstýrið standa til svars fyri og taka ábyrgdina av.






Og vit eiga at verða upplýst og kunna taka støðu til hetta við seriøsum grundgevingum og niðurstøðum.






Søgan um Føroya Tele og netið



Føroya Tele er eitt partafelag, sum vit øll eiga. Bygt upp frá undangongufólki, umvegis Telefonverk Føroya Løgtings, sum bygdi upp og tryggjaði øllum føroyingum telefonsamband sínamillum og síðani fjarskiftissamband við allan heimin. Brúkarin og skattgjaldarin hava fíggjað hetta gjøgnum 100 ár.






Í 1999 varð semja um at skipa Føroya Tele sum partafelag og eisini at skapa kapping á fjarskiftisøkinum, har privatir veitarar kundu bjóða seg framat. Tað var neyðugt, og tað eydnaðist. Netið varð síðani lagt í eitt dótturfelag í 2005 til tess at skapa gjøgnumskygni og javnbjóðis atgongd hjá øðrum til netið. Nógv er gjørt fyri at geva privatum veitarum møguleikar og eisini serligar fyrimunir til tess at skapa kapping og menning á fjarskiftisøkinum. Og tað hevur gingið framúr væl. Føroyar eru í dag millum allarfremstu lond í heiminum á fjarskiftisøkinum.






Vit eiga at vera errin av Føroya Tele



At eitt sterkt og væl rikið partafelag sum Føroya Tele, hevur kunnað tikið tey stóru tøkini inn í framtíðina, gjørt íløgur, sett prísirnar so nógv niður - og enntá hevur kastað rættiliga væl av sær til landskassan á hvørjum ári – er eftir okkara tykki eitt bragd. Og eisini ein forteyt fyri teimum privatu feløgunum, ið hava og skulu bjóða seg fram.






Leiðslan og starvsfólkini á Føroya Tele eru topp-professionel og kompetent fólk, ið hava flutt okkum við risalopum seinastu árini og hava stórar visjónir og ætlanir um útbyggingar og íløgur.






Her skulu takast stórar strategiskar avgerðir um 5G-veitarar (undir stórum trýsti frá stórveldum), íløgur í fipurnet, íløgur í sjókaðal og annað, sum Føroya Tele hevur megnað og megnar at fíggja og rinda fyri.






Hví skal NET ognarskiljast – og hvør skal gjalda?



Føroya Tele stendur sum eigari, ábyrgdari og trygd fyri NET í dag, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele. Har er greiður skilnaður ímillum og gjøgnumskygni.






Tí er tað margháttligt at hoyra, at ivi verður sáddur – við Løgmanni á odda – um viljan hjá Føroya Tele at loyva privatum framat, geva teimum somu treytir og at geva Fjarskiftiseftirlitinum upplýsingar um frágreiðingar o.a. Tað, sum eg havi kannað í málinum, gevur als ikki orsøk til hesar ákærur móti Føroya Tele. Ein frágreiðing, sum er nærum 3 ára gomul, og har fleiri stig eru tikin síðani og dómsvaldið hevur givið Føroya Tele viðhald, kann neyvan brúkast sum grundgeving fyri hesum politisku stigum.






NET fær meginpartin (heili 80%) av sínum rakstrarinntøkum frá Føroya Tele, gjøgnum FT Samskifti, Televarpið og SHEFA, sum øll eru dótturfeløg hjá Føroya Tele. Tískil verður torført hjá NET at standa uttanfyri Føroya Tele samtakið, sum sjálvandi kemur at ávirka atgongd til pening og rakstur til at fíggja tær stóru íløgurnar. Eisini tá ið til dømis tríggir sjókaðalar til Sandoy og Suðuroy slitna í illveðri og mugu umvælast.






Tað hevur tí avgerandi týdning fyri NET og týdningarmiklu útbyggingarnar sum liggja fyri framman, at Føroya Tele stendur aftanfyri og kann fíggja og fremja strategisku íløgurnar. Tað hevur verið ein stórur fyrimunir fyri privatar veitarar higartil – og fer at verða tað fyri fleiri veitarar, sum bjóða seg fram í løtuni og komandi árini.






Hvussu skal tað vera ein fyrimunur, at ognarsundurskilja Føroya Tele og NET? Fara privatir veitarar at gjalda fyri virðini av kaðalnetinum, sum Føroya Tele hevur bygt upp, og fara teir at gjalda fyri og fíggja íløgurnar? Skulu eisini fartelefonnetini, sum Føroya Tele og Nema hava gjørt hvør sær higartil, vera í NET frameftir? Skal NET keypa farnetini frá hesum báðum veitarunum? Og hvør skal gjalda, um tað verður ognarskilt? Er ætlanin, at landið skal seta íløgurnar á fíggjarlógina?






Hvussu skal stjórin arbeiða og hava ábyrgd?



Hvussu skal stjórin á Føroya Tele útinna sína ábyrgd av dótturfelagnum – NET – og fremja og fíggja strategiskar útbyggingar av neti og sjókaðalum, tá ið hann er koyrdur úr nevndini? Skal hann sita og bíða eftir, at ein nevnd í einum felagi, sum hann hevur evstu ábyrgd av, við partapolitiskt útnevndum limum, skal taka aðrar avgerðir ella onga avgerð við ongari fígging? Tað tykist sum, at tað er júst tað, sum er hent. Hví er avgerðin til dømis ikki tikin um útbyggingina av 5G-netinum?






Ein stjóri sum Jan Ziskasen er eftir okkara tykki ein gáva til føroyska tele-økið og samfelagsmenningina. Hann kundi uttan iva brúkt síni evnir hvar sum helst í heiminum og vunnið sær persónligan vinning. Men hevur valt at leggja sína orku í at menna Føroyar saman við øðrum.






Tí er støðan sera álvarslig, og vónandi kann málið fáast aftur á beint, soleiðis sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sagt alment.






Hvør er politiska kósin?



Veruleikin er, at sambært Landsstýrismanninum í Vinnumálum, Helga Abrahamsen, so var tað løgmaður sjálvur, sum kravdi at fáa sett málið um at ognarsundurskilja NET frá Føroya Tele í samgonguskjalið.






Bæði Føroya Tele og NET eru løgd burtur frá vinnumálum og til landsstýrismannin í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur so koyrt stjóran á Føroya Tele úr nevndini, og hevur sett onnur fólk í nevndina. Hetta, at Landstýrið setir fólk í eitt dóttirfelag hjá einum skrásettum partafelagi uttanum leiðsluna, gongur mær vitandi eisini beint ímóti viðtøkunum hjá Føroya Tele.






Hví hetta er gjørt, og hvat endamálið er, mugu vit fáa svar uppá. Hvørjum skal tað gagna?






Tað ber ikki til, at Løgmaður og landsstýrið gera okkara egna felag og felags ogn til ein mótpart, og royna at grugga alt málið við partapolitiskum uttanumtosi.

Høgni Hoydal