Flatskatturin ið lovaði gull og grønar skógir

Høgravenda samgongan, ið stóð á odda fyri flatskattinum, varð sannførd um at flatskatturin fór at kollvelta føroyska samfelagið.

Tí fólk fóru at arbeiða meira, tjena meira og tískil skapa størri skattainntøkur til landskassan.


Í januar 2012 bleiv flatskatturin til veruleika. Úrsliti var at landskassin misti 330.000.000 krónur í árligum inntøkum.

Eftir at flatskatturin kom í gildi, fóru fleiri og fleiri føroyingar at arbeiða uttanlanda. Í 2011 høvdu føroyingar í arbeiddu uttanlanda, eina inntøku uppá 851.000.000 krónur. Í 2012, tá flatskatturin kom til, høvdu føroyingar í arbeiddu uttanlanda, eina inntøku uppá 1.025.000.000 krónur. Ein vøkstur á 21%. Við tí úrsliti at tað fóru fleiri skattapengar uttan um føroyska landskassan.


Flatskatturin gagnaði hálønta minniluta borgarunum, og gagnaði so at siga onki fyri tey ið vóru miðal- og láglønt.

Pensjónistar fingu eina skattalættan á 60 krónur pr. máðna.

Arbeiðsmannalønin fekk ein skattalætta á 100 krónur pr. máðna

Tey ið fingu eina ársløn á 700.000 um árið, fingu ein skattalætta á 5.000 krónur pr. máðna

Tey ið fingu eina ársløn uppá 1.000.000 um árið, fingu ein skattalætta á 7.000 krónur pr. máðna


Sum sagt, so vóru tað teir høgra vendu flokkarnir ið stóðu á odda fyri flatskattinum.

Lat meg nevna tvey álvarsom økir, ið ikki hava havt eina positiva gongd, síðan tað tíðina flatskattinum bleiv til veruleika.

Fólkaflokkskvinnan, Annika Olsen, ið stendur fyri eldraøkinum.  Har er at siga, at á eldraøkinum er ymiskt hent síðan Januar 2012. Millum annað bleiv køkurin stongdur á ellisheiminum, á Hamragarði. Annars er í heila tikið tænastustøðið munandi lækka á ellis- og røktarheimum síðan tá.

Síðan er tað ein sambandsmaður, Johan Dahl, ið er landsstýrismaður í vinnumálum. Hann hevur í dag havt síni neyðarróp eftir manglandi handverkarum, við lesarabrøvum sínum. Hann ynskir nú at arbeiðsloysis prosenti skal broytast til 6,0 %, so tað kann gerast lættari at innflyta útlendska arbeiðsmegi. Ongantí hevur hann nevnt orið um at betra um sømdirnar hjá føroysku handverarunum ið enn eru í Føroyum, fyri at bremsa gongdini hjá handverkarum at fara uttanlanda.

Tað eru so ómetaliga nógvar byggiverkætlanir ið liggja fyri framman, sum høvdu kunna, ella kunna kollvelt føroyska samfelagið við arbeiðum, um so nógvir handverkarar ikki høvdu veri farnir av landinum, síðan januar 2012. 

Síðan hann ongantíð nevnir um at økja um sømdirnar hjá føroysku handverkarunum, skilji eg tað sum at hann ynskir heldur at útlendingar skulu fáa ágóðan av arbeiðunum, frammum føroyingar.


Boðskapurin hjá fólkunum ið stóðu á odda fyri flatskattinum, var góður, tað at tað skuldi loysa seg at arbeiða. Tað kann ongin verða ímóti.


Eg havi í seinastuni blaða eitt sindur á portalum, eftir nýggjum og gomlum greinum hjá høgravendum flokkum. Eg má siga at eg eri eitt sindur kløkkur av hugsunarháttinum hjá teimun. Tí sum eg dugi at síggja tað, so hava tey einans fokus á pengarnar hjá borgarunum, men líti og onki fokus á borgaran.

Spyrt tú tey høgravendu á tinginum um hettar, so siga tey sjálvandi at tað er ósatt. Men hyggur tú eftir td lesarabrøvum og politiskum handlingum, so sært tú faktaði!

At síggja yvirskriftir sum ma. siga, at ”Barsilskipanin skal ikki verða ov góð” og at”nýútbúgvin skulu ikki uppí ALS”. Tað fær mínar tankar í gongd.


Munurin ímillum rík og ”fátøk”, gerst bara størri og størri hvønn einasta dag, síðan flatskatturin bleiv til. Tað er eitt fakta.

Man plagar at siga um kapitalistiskar flokkar, at teir arbeiða fyri at tey ríku skulu gerast ríkari, ímeðan tey fátøku skulu bara klára at skava so nógvar skattapengar saman sum tilber, fyri at tey kunna yvirliva. Hattar eru høgravendu flokkarnir.

Tað tori eg at pástanda, tí tey avsløra tað. Tey avsløra tað við at tey hava ”staðið á høvdinum” fyri at fáa flatskattin til veruleika. Men nú tá flatskatturin er komin, tosa tey nógv um sparingar og fremja sparingar, og tað er hjá fólki ið eru illa stillaði frammanundan, og sum eru mest avhengig av tí almenna stuðilinum, at tey vilja spara uppá. Hví ? Verða tey bara sædd sum útreiðslur ?


Hvør hugsar nú um tí gomlu konan ið nú situr á einum ellisheimi, eftir at hava arbeitt alt sítt lív. Legði samfelagið bara merki til hana, tá hon var før fyri at arbeiða ?


Kann flatskatturin hava skapa eina natións/samfelagsligan ringan moral ella trivna, tí marki millum rík og fátøk gerst bara størri og størri ? Tey minni løntu, hava fingið at vita frá flatskattinum ,at tey skulu bara arbeiða, arbeiða og arbeiða, men vónin um at gerast rík ein dag, fer bara longur og longur burtur frá teimun, tí tað eru bara tey ið eru rík, sum kunnu gerast ríkari.


Hvar bleiv sannføringini um at flatskatturin skuldi kollvelta føroyska samfelagið av ?


Eg kann verða misskiltur í hesum brævið, tí tað ljóðar sum at eg gevi skylduna yvir til flatskattin, at tað er blivi ma. spart á ellisheimum. 

Hettar brævið er meir ein spurningur, enn ein niðurstøða hjá mær, viðvíkjandi flatskattinum.



Eg ynski at enda við hesum.

Eg gleði meg til at síggja viðmerkingarnar til hettar lesarabrævið, sum allarhelst fara at  siga eitt sindur meir um, hvussu høgra vendir holdningar eru.


Eg vóni at fólk ið valdu høgravendan flokk til síðsta val, fara at studera teirra flokk betur innan komandi val.
























































Knút G. Dalsgaard