Fjølbroytni skapar framburð

Tórshavnar Kommuna er sett
saman av bygdum, býlingum og býi.  Hettar
fjølbroytta bústaðarmunstur og hesin fjølbroytti liviháttur ríka kommununa.



Bygdirnar hava sín egna
gerandisdag, sum í nógvum førum er heilt ymiskur um vit samanbera við
gerandisdagin í miðbýnum - ikki tí felagsøki eru eisini.



Tað er umráðandi fyri
bygdirnar at trivnaður er í hásæti, og at bygdarfólkið hevur hóskandi felagshús
at hittast til bæði gaman og álvara.



Eitt sum eisini merkir
borgarar á bygd er, at stórur dentur verður lagdur á at hava góðar skúlar og
barnagarðar. Eisini er umráðandi, at bústaðir eru til taks fyri ein sámuligan
prís, og hettar er eitt økið, sum má skipast á øðrvísi hátt.



Í dag eru ikki nøktandi
karmar hjá ungum familjum at seta búgv í bygdunum kring Havnina, tí tað er alt
ov kostnaðarmikið og trupult er eisini at fáa lán til byggingina.



Eitt annað eru
vegaføringarnar sum ikki altíð eru tíðarhóskandi, og tí mangan til ampa fyri
trygdina hjá borgarunum – og tá serliga børnunum.



Hettar er eitt álvarsmál, og
má dentur leggjast áat fáa framt batar á hesum øki sum skjótast.



Ferðasambandið, har koyrt
verður, er nógv útbygt við nýggju bussleiðini, men her eru eisini tillagingar,
sum eiga at fremjast.



Tá hugsað verður um framtíðar
ferðavinnu, hava bygdirnar kring Havnina eisini alstóran týdning. Tí júst í
hesum bygdum finna vit tað, sum ferðafólk vilja hava –upplivingar og frið.



Her eiga vit at duga betur at
siga søguna og fáa burtur úr bæði í vinnuliga og trivnaðarpartinum, ferðafólki
og borgarum til frama



Eitt er vist - tað er stórt
virði í bygdunum, sum eru partur av Tórshavnar Kommunu. Tað fjølbroytni, tú
upplivir, er gott fyri okkum, og tað er í fjølbroyttum felagsskapi, at
framburður er.



Andrea Heindriksdóttir, listi
E