Fiskivinnunýskipanin kostar hundraðtals milliónir longu fyrsta árið


Nú fiskivinnunýskipanin hevur verið virkin eina tíð sæst týðiliga, at hon í verkið hevur nakrar avbjóðingar og at hon hevur kostað føroyska útflutninginum hundraðtals milliónir.





Nevnast kann at reiðaríini og manningarnar á føroysku skipunum eru sera neilig fyri skipanini, og at menning og bjartskygni er við at hvørva úr okkara høvuðsvinnu.





Eg kann nevna nøkur konkret dømi um mist útflutningsvirðir til landið seinasta árið:







Reiðarar og manningar hava mist álitið á skipanina, og tað sýnist sum, at tey einastu sum halda at skipanin er góð ella brúkilig, eru teir politikkarar sum hava minst innlit í vinnuna.



Um íløguhugur og vinnarakensla hvørva í fiskivinnuni, kann hetta ávirka alt samfelagið fíggjarliga og fyri framtíðina.





Sjómenn hava uppiborið stabilitet, júst sum onnur í samfelagnum





Sjómaðurin hevur havt tað sera trupult og óstabilt í alt ov langa tíð og hetta má steðga, sum skjótast. Tí fari eg at virka fyri, at uppboðsølu- og menningarkvotur verða umlagdar til varandi loyvir, soleiðis at menning kann setast á breddan aftur hjá fiskivinnuni í Føroyum.




Hetta vil virka fyri, at reiðaríir og manningar fáa álit aftur á skipanina. Og harafturat fara sjómenn at síggja sítt arbeiðspláss, sum eitt gott framtíðartryggja og stabilt arbeiðspláss.





Breið vitan neyðug á Løgting
Tað er avgerðandi at skarðin av politikkarum, sum verður valdur inn á Løgting, samanlagt hevur eina breiða vitan. Tí, um bara politikkarar, sum eitt nú ikki hava innlit í okkara høvuðsvinnu koma inn á Løgting, kemur hettar at hava stóra neiliga ávirkan á framtíðarmenning av fiskivinnuni.





Verði eg valdur á Løgting vil eg arbeiða tætt saman við vinnuni, fyri at framtíðartryggja stabilar karmar fyri vinnuna og harvið sjómannin.





Vinarliga
Hans Andrias Kelduberg
Valevni Fólkafloksins