Fiskidagaskipanin einaferð enn


Nú skulu fiskidagar aftur ásetast, og skal tilmæli frá Havstovuni fylgjast, kemur talið av fiskidøgum niður á ein fimtapart av tí upprunaliga ásetta í 1996.



Búskaparráðið hevur í síni nýggjastu frágreiðing eisini eitt tilmæli viðvíkjandi skipatali í heimaflotanum, og sambært tí er tað hóskandi fiskidagatalið væl minni, kanska undir ein tíggjundapart av tí upprunaliga.



Tað má nú eftirhondini vera gingið upp fyri teim flestu, at her er okkurt ravruskandi galið við okkara fiskivinnuskipan. Tað einasta, ið verður stilla uppá, eru dagarnir. Bólkabýti, skipastøddir, motorstøddir, reiðskapur, stongdar leiðir, hagreiðing og søla eru meira ella minni fastlæst í ta støðu, sum var árini frammanundan 1996, tá ið fiskidagaskipanin varð sett í gildi, og tað vil siga í 80’unum.



Okkara heimafloti er sostatt 80’ára móti, og hann er yt í dag. 80’ini eru farin og koma ikki aftur, hóast onkrir politikarar og reiðarar enn droyma um tað.



Skal fiskivinnan á heimaleiðini fáast at geva optimalt avkast, má hon tillagast teim broyttu umstøðunum, og tað vil siga, at stillast skal uppá allar parametrar, til tess at optimera raksturin, og ikki bara skerja dagarnar.



Ein fiskidagaskipan hevur stutt sagt alt ov nógvar politiskar bindingar sum gera, at tann natúrliga tillagingin steðgar upp. Tað má standa einumhvørjum reiðara frítt hvørji skip hann brúkar, hvussu stór tey eru, hvussu stóra motororku tey hava, hvør reiðskapur verður brúktur, hvussu nógvir dagar verða brúktir, hvørjum leiðum roynt verður á, hvussu fiskurin verður hagreiddur og hvar hann verður seldur.



Um kvotur verða ásettar heldur enn fiskidagar, er ikki neyðugt við nakrari aðrari avmarking til tess at verja stovnarnar. Treyðugt so kann onkur onnur avmarking vera, sum til dømis at verja viðbreknan botn, ella ein reiðskap móti øðrum.



Um soleiðis hevði verið fyriskipað við kvotum og ongum øðrum avmarkingum, hevði heimaflotin áhaldandi havt tillagað seg broyttar umstøður.



At tillaging er framd undir fiskidagaskipanini, verður ofta ført fram. Tað er tó so sum so við teirri tillagingini, tí hon er í nógv mestan mun stýrd av, hvat letur seg gera innanfyri seru trongu karmarnar, heldur enn hvat loysir seg best búskaparliga, og úrslitið er hareftir – ein ótíðarhóskandi floti, sum langt frá gevur optimalt avkast.



At útblaking er ein trupulleiki í eini kvotuskipan vita vit, men henda skipan sýnist tó at rigga væl alla aðra staðni hóast útblakingartrupulleikan, so hví ikki eisini hjá okkum?



Thormund Johannesen



Skipsførari & skipsverkfrøðingur M.Sc.