Eru vit sum bera brek minni fullkomin enn tey, sum ikki bera brek?


Samgongan hevur sett sær fyri at spara á skipanini við tillagaðum starvi, tí vit sum bera brek eru vorðin ein byrða hjá einum av heimsins ríkastu samfeløgum.






Nú roynir samgongan at broyta uppskotið, soleiðis at vit, ið eru í starvi varðveita okkara løn, MEN hvussu við teimum nyggju, ið koma inn í skipanina? Hvat um vit, ið eru í skipanini vilja skifta starv? Hetta er bert ein løtuvinningur, men loysir einki upp á longri sikt.






Eg kenni tað eyðmýkjandi at skriva um mína støðu alment, men haldi eg tað er neyðugt at stíga fram.






Sjálv eri eg í tillagaðum starvi og arbeiði sum ergoterapeutur. Eg havi í mínum arbeiði starvast við borgarum, har fleiri eru í tillagaðum starvi ella enn hava tørv á tillagaðum starvi.






Í 14 ár havi eg verið ryggsjúklingur og livi dagliga við kroniskari pínu. Fyri tveimum árum síðani søkti eg, við stuðli frá mínum arbeiðsplássi, at koma í skipanina við tillagaðum starvi.






Gud veit, at hetta er ikki nøkur ynskistøða fyri nakran. Vit hava ikki sjálvi valt tær likamligu ella sálarligu avbjóðingarnar, sum fleiri av okkum stríðast við. Sjálvandi vilja vit virka sum øll onnur, ið eru før fyri at arbeiða fulla tíð. Men tá okkara støða nú einaferð er, sum hon er, er tillagað starv ein fantastiskur møguleiki hjá okkum, ið bera brek á ymsan hátt, og ikki megna eitt fulltíðarstarv.






Hetta gevur mær og øðrum ein møguleika at virka í samfelagnum, kenna at vit gera mun, taka ábyrgd og gera tað okkum dámar, tí starvið er tillagað okkara førleikum. Eg velji tilvitað at nýta orðið førleikar, tí eg eri vís í, at vit við okkara førleikum geva samfelagnum samanlagt meira enn vit eru til byrðu.






At samgongan fer eftir teimum veikastu, og fer eftir eini skipan, ið fyri nógv er ein stór hjálp og ein sólskinsøga er ikki rætt. At fara eftir teimum, ið hava nokk at stríðast við frammanundan er fyri meg óskiljandi. Vit eru so sperd, at vit ikki hava orku og yvirskot at rópa hart.






Vælferðarskipanirnar í Norðurlondum eru kendar fyri, at tey, ið hava breiðast herðar, skulu bera tyngstu byrðarnar. Hetta er beint øvugt í Føroyum. Tey sum hava nokk frammanundan, hava seinnu árini fingið enn meira, og nú ætlar samgongan, at ein av veikastu bólkunum í samfelagnum skal rinda fyri hetta.






Við mínum lívsroyndum, havi eg sannað, hvussu týdningarmikið tað er fyri okkum sum menniskju bæði sálarliga og likamliga at hava ein gerandisdag, ið gevur okkum lívsgleði. Stórur partur av hesum er fyri meg og onnur, at vit hava eitt starv, har vit hava virðing, og sum er virðiliga lønt.






Fyri nógv av okkum kann tað vera ein avbjóðing at fara til arbeiðis – men vit gera tað.






Um eg ikki hevði eitt arbeiði og bara sat heima, hevði tað bæði ávirkað mína pínu, mína likamligu og mína sálarligu støðu, og hevði eg kostað samfelagnum meira, enn eg geri í dag. Í dag kenni eg tað, sum havi eg ein virknan lut í samfelagnum. Eg brúki mína útbúgving, havi eitt lív og rindi skatt sum aðrir borgarar.






Tað kann vera, at tit í samgonguni spara nakrar milliónir á eini kontu við at skera í skipanini við tillagaðum starvi, men eitt kunnu tit vera vís í, og tað er, at skera tit í hesi skipanini, so fer tað bara at hækka aðrar kontur á fíggjarlógini:





• øktar sosialar útreiðslur


• øktar útreiðslur til heilivág


• øktar sjúrkahús útreiðslur


• øktar útreiðslur til pensiónir


• minni skatt






Tit mugu eisini gera tykkum greitt, at tit í fleiri førum raka familjur, sum eru strongdar frammanundan.






Vit eru noydd at hyggja eftir slíkum málum í eini heild, og ikki bara á eini kontu. Eg eri vís í, at eisini vit í tillagaðum starvi gera samfelagið ríkari upp á so nógvar mátar. Vit eru ikki bara ein byrða á eini kontu, vit eru eitt tilfeingi.






Góða samgonga. HVÍ fara eftir eini skipan, ið riggar? Hví fara eftir teimum, ið hava nóg nógv at stríðast við frammanundan og veruliga vilja vera partur av samfelagnum.



Tað einasta, ið tað eydnast tykkum við hesum sparingum, er at geva okkum fleiri avbjóðingar.






Gunnvá Kass Abrahamsen