Er Skúla Scam nakað sum børn fara at hyggja eftir ella er tað list til ung og vaksin?

Í Dagur og Viku týskvøldið 8. desember staðfesti verturin
staðiliga, at Skúla Scam ikki er ætlað til skúlabrúks. Men hvussu kann man
siga, at ein animatiónsfilmur ikki kann brúkast í skúlanum?!



Tá formatið og animatiónirnar tykist einfaldar og barnsligar, vil
eg siga, at Skúla Scam er avgjørt nakað, sum skúlabørn fara at blíva fangað av.
Eg eri vísur í, at um man tekur ein teldil, sum vísur ein part av Emil í
Lønnebergi og ein annan teldil sum vísir Skúla Scam og letur børnini velja, so
velja børn frá 7 ára aldur Skúla Scam-teldilin at hyggja at.  



Meðan eg gekk á kandidatútbúgvingini í námsfrøðiligari sálarfrøði
í Keypmannahavn, tók eg nakrar vikartímar í einum lokalum skúla. Sum vikarur
skal man ofta bara fáa ein tíma ella báðar tveir at ganga. Ein dagin bleiv eg sendur
inn í ein 5. flokk til ein dupulttíma í søgu. Eg fekk ongan setning frá læraranum
ella skúlastjóranum, og eg eri ikki útbúgvin til søgufaki. Eg spurdi
næmingarnar, um tey høvdu nakað uppskot til, hvat vit skuldu gera. Ein næmingur
var skjótur niður í taskuna, og kom fram til mín við einum dvd-filmi (hetta er
20 ár síðani
😊). Filmurin var ein teknifilmur, har óvanliga
nógv banniorð og óvanliga ógvusligur málburður varð nýttur. Eg las væl
aftanfyri á coverinum. Har stóð eitt aldursmark á 12 ár. Nøkur av teimum vóru
gott nokk 11 ár – men eg av tí at tey flestu vóru 12 ár, gav eg loyvið til, at
vit kundu hyggja at filminum. Sum eg sat og hugdi, gjørdist eg kløkkur av
ógvusligum málbrúki í filminum– men eg tonkti at hetta nokk bara teirra
veruleiki, og eg hevði torført við at steðga filminum, tí nú hevði eg byrja at
vísa hann fyri teimum. Eftir ein hálvan tíma kom skúlastjórin framvið at biðja
meg taka ein annan vikartíma seinni á degnum. Tó tað fyrsta hann ger, tá hann
er komin inn, er, at hann biður meg koma út á gongina, og sigur við meg: “Tú
kanst ikki vita hetta. Men lærararnir hava tikið avgerð um, at hasin filmurin
ikki skal vísast frá 6. flokki og niðureftir”. Eg spurdi hví. Hann svaraði “Vit
høvdu ein 6. flokk, sum hevði sæð filmin tvær ferðir í skúlanum, og eftir hesar
sýningar var málburðurin og ákoyringar á aðrar næmingar og lærarar so
ógvusligir, at lærarar tóku hesa avgerð.”



Aftur til Skúla Scam. Eg havi sera torført við at síggja, hvussu Skúla
Scam kann vera hildið burtur frá børnum. 
Tí skilji eg væl, at landsstýrismaðurin tók hesa avgerð. Tað er eitt heilt vanligt atlit í nógvum
londum, at man ikki nýtir banniorð og ógvuligsligan málburð í sjónvarpstilfari
til børn. Tað eru eisini fáir skúlar sum góðtaka banning og ógvuligsligan
atburð við tí grundgeving at nú eru nøkur (ella nógv) børn farin at gera tað so
kunnu vit akkurát tað sama loyva tí – sum er argumentið hjá nógvum, m.a. hjá
formanninum í mentanarnevndini, har hann segði “børn tosa bara soleiðis í dag” í
somu Dagur og Viku.



Tá verturin sigur í Dagur og Viku 8. desember at Skúla Scam-filmurin
ikki er til skúlabrúks, so hugsi eg “Ok – so má eitt aldursmark standa á Skúla
Scam-filminum” – hvussu kann verturin annars vita at filmurin er ikki til
skúlabrúks. Men tá eg kannaði tað, so uppdagaði eg at onki aldursmark stendur upplýst
á heimasíðuni hjá filminum (kannaði tað 14.12.2020 kl. 20,53). Eg havi spurt
meg fyri hjá fólkunum aftanfyri filmin, hvat aldursmark stendur upplýst til
filmin, men eg fái ikki svar.



Tá ongin hjálp er at heinta til at finna útav hvat aldursmark
filmur hevur, so er møguligt at ein lærari sum ivast, um hann skal vísa filmin
í einum flokki, konkludearar “Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur givið
stuðul til filmin – so tað má vera eitt stempul til at eg kann vísa hann í
skúlanum”.



Eg haldi, at tey, ið varða av
børnum í okkara landi, mugu hava sum aðalmál at vit læra okkara børn at vit samskifta
ordiligt, og at vit læra børnini at vit ikki niðra hvønn annan – heldur ikki
eiga børn at niðra lærarar.



Tilfar til børn (eisini LIST) er
altíð, og má síggjast soleiðis eisini, at tað altíð hevur eina normativa
funktión og vil ongantíð í praksis bert vera deskriptivt.