Endurmenning til tey, ið eru rakt av sjúku ella breki


Eg vil arbeiða fyri, at tey, ið verða rakt av sjúku ella breki, skulu fáa endurmenning.



Vit skulu vera eitt samfelag, sum raðfestir fyribyrging, endurvenjing, -menning og viðlíkahaldsvenjing til fólk við kroniskum sjúkum ella breki. Hetta til gagns fyri tann einstaka, hansara avvarandi og samfelagið.





Neyðugt er, at vit sum samfelag menna og gera íløgur í tænastur, sum kunnu avlasta sjúkrahúsið. Hetta er eisini til gagns fyri sjúklingar sjálvar. Uttan mun til avbjóðingar skulu vit á almannaøkinum tryggja okkum, at allir borgarar hava møguleika at liva eitt innihaldsríkt lív, har sjálsvavgerðarrætturin er varðveittur í so stóran mun og so leingi sum til ber. Hetta krevur, at tað má blíva lættari at samskifta millum tær ymisku tænastur, har borgarin er í miðdeplinum.





Gransking á økinum vísir greitt, at hetta er tann gongda leiðin. At sjúkrahúsverkið uttan líka kemur undir størri trýst - og tí mugu vit hugsa aðrar leiðir. Til frama fyri borgarin og okkara samfelag. Í mínum fakið sum ergoterapeutur og við mínum royndum gjøgnum árini er tað av alstórum týdningi, at hvør einstakur borgari fær møguleika at vera so sjálvstøðugur sum gjørligt. Tí skulu vit raðfesta fyribyrging, endurvenjing, endurmenning og viðlíkahaldsvenjing til okkara borgarar.





Heilsuverkið hevur ein tíðningarmiklan leiklut í hesi tilgongd og skal vera á sama støði sum heilsuverk í øðrum Norðanlondum.



Heilsutænastur skulu vera tær somu í øllum landinum, og samstarvið við norðanlond skal styrkjast.





Eg vil arbeiða fyri, at borgarar, ið hava varandi sjúku ella bera brek, fáa tænastur við fyribyrgjng, endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing fyri eyga.





Gott val



Fríða Petersen, valevni fyri Javnaðarflokkin