Eldraøkið umskipast og útbyggjast


Løgtingið hevur til viðgerðar fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 og eitt økið, sum fer at krevja fleiri útreiðslur til rakstur og íløgur er eldraøkið, herundir heilsu- og almannaøkið.





Vit vita:



- At vit gerast lutfalsliga nógv fleiri eldri komandi 10-15 árini



- At útreiðslurnar til heilsutænastur og heilivág fara at vaksa samsvarandi eldravøkstrinum



- At smærru kommunalu eindirnar fara ikki sjálvar at megna at taka sær av at gera íløgur og reka eldraøkið - hvørki fíggjarliga, fakliga ella umsitingarliga



- At kommunalu samstørvini virka ikki nøktandi og trupult er við samskipan av uppgávunum og tænastunum



- At okkara borgarar runt landið ikki fáa líka eldratænastur í nøgd og dygd



- At uppgávu-, ábyrgdar- og heimildarbýtið enn er ógreitt millum land og kommunur



- At tørvur verður á nógv fleiri starvsfólkum til heilsurøkt, viðgerð o.a.



- At tørvur verður á at útbúgva nógv fleiri til heilsurøkt, viðgerð o.a.





Løgtingið og landsstýrið varða av kommununum og hava tí eisini skyldu at skapa teir mest optimalu karmarnar fyri kommunala virkseminum, t.e. rakstur, tænastur, íløgur og lóggáva.





Vit eru komin hartil, at vit politiskt nú eftirhondini ikki sleppa undan at fremja nakrar reformar í samfelagnum ella endar heilt galið á nøkrum vitalum vælferðarøkjum.





Tí verður neyðugt skjótast gjørligt at fáa í lag eitt breitt politiskt samstarv í Løgtingum um hetta stóra og vitala vælferðarøkið.





Eisini eigur at fáast í lag eitt samstarv milum land og kommunur, hvussu framtíðin skal planleggjast og hvat skal til fyri at loysa hesar risa avbjóðingar nøktandi, hvat viðvíkur nýggjari eldralóggávu, tænastustigi, búskapi, bygnaði o.a.





Vit eiga t.d. at hugsa um aðrar minni kostnaðarmiklar bústaðarloysnir og røktarleistir. Umframt at taka í nýtslu KT-loysnir til heilsu- og røktarøkið við tí endamáli at skapa trygga og virðiliga tilveru í egnum heimi.





Politiskt fokus má nú setast á at umskipa, útbyggja og menna eldraøkið.





Hvørjum bíða vit eftir?





Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin