Elbussar og yvirskotsstreymur





Viðmerking til kjak um bussleiðina í Tórshavn



Kjak hevur nú tikið seg upp í almenninginum um, í hvønn mun bussleiðin í Havn skal vera elrikin. Viðgerðin í býráðnum er ikki liðug, og endalig støða er ikki tikin til málið. Tað er altíð gott at fáa mál væl lýst, áðrenn støða verður tikin, og sum undangongukommuna á grønu leiðini, eiga vit sjálvandi at umhugsa eina so grøna loysn sum gjørligt.



Millum teirra, sum hava havt viðmerkingar til málið, er Kári Mortensen, sum fyri Umhvørvisstovuna bæði í skrivi til kommununa og í innslagi í Degi og Viku, 10. januar 2021, heitir á kommununa um at velja elbussar. Alt annað er hol í høvdið, sigur hann, og at bussarnir kunnu gagnnýta yvirskotsorkuna í elskipanini. Eg eri samdur við Kára Mortensen um, at strembast skal eftir at gera grønar loysnir møguligar, men hvat og hvar er yvirskotsorkan, hann tosar um?



Tað er undrunarvert at hoyra umboð fyri Umhvørvisstovuna sita og tosa um loysnir, uttan við einum orði at nevna pumpuskipanina, sum er tann fremsti og mest týðandi luturin í skiftinum til grøna orku. Uttan pumpuskipan fæst vindorkan ikki inn í skipanina. Uttan pumpuskipan gevur tað onga meining at tosa um allar vindmyllurnar, sum Kári Mortensen nevnir.



Ein misskiljing tykist vera millum fleiri teirra, sum hava viðmerkingar til málið, m.a. Elsa Berg og onnur í Tjóðveldi. Tosað verður sum um, at ein rúgva av orku liggur inni í skipanini og bíðar eftir at verða gagnnýtt. Soleiðis er tað ikki, og soleiðis verður tað heldur ikki bara við at seta eina rúgvu av vindmyllum upp ikki uttan eina pumpuskipan, sum kann goyma vindorkuna til tá brúk er fyri henni.



Í løtuni er eingin yvirskotsorka í skipanini, og sum áður nevnt, fer tað at taka nøkur ár, áðrenn yvirskotsorka er í skipanini til bussar, landstreym osfr.



Kári Mortensen nevnir fleiri ferðir eina nýggja elskipan. Hvør er hendan nýggja elskipanin, har skipini bert leggja til kai og bussarnir bert koyra, tá ið vindurin blæsur?



Kári Mortensen kemur í innslagnum sjálvur inn á, at pappír og Excel er takksamt, og nógv ber til á skriviborðinum, og har eri eg púra samdur; nýggja elskipanin og øll tann veldiga yvirskotsorkan, sum Kári tosar um, finnast enn bara á skriviborðinum.



Tað er gleðiligt at hoyra umboð fyri Umhvørvisstovuna siga, at um okkurt serligt skal til fyri at fáa tingini at fungera her á landi, ja so ger mann bara tað. Merkir tað, at Umhvørvisstovan nú loksins fer at avgreiða umsóknina um loyvi til pumpuskipan?



Um álvari er aftanfyri ynskið hjá Kára Mortensen og Umhvørivsstovuni at skunda undir grønari loysnir, kann eg ikki annað enn minna Kára Mortensen og Umhvørvisstovuna á, at lykilin til veruliga at fáa grønari orku inn í elskipanina, liggur á borðinum hjá Umhvørvisstovuni.



Vælsignaði fáið nú avgreitt umsóknina um pumpuskipan í Vestmanna, so arbeiðið at fáa grønari streym inn í skipanina kann byrja.



Eitt er púra vist: SEV er til reiðar at veita íbinding og annars at samstarva um elriknar loysnir, men ein fortreyt fyri at kunna veita grønari streym og at fáa sokallaðu yvirskotsorkuna til høldar er ein pumpuskipan.



Kári Johansen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu og nevndarformaður í SEV.