Eitt sløð av tankum um mál, stavrað og so fordánt/ úr lummabókini






Miðvikudagur 12. februar 2014



Lat okkum byrja við tveimum spurningum. Fyrri spurningur: Hvørji ljóð umboða q, c, w og z í føroyskum, sum ikki longu eiga sínar stavir í galdandi stavraði? Annar spurningur: Er ætlanin nú, meðni, at hava eitt stavrað, har fonemini /k/, /v/ og /s/ annaðhvørt skulu tví- ella tríumboðast í rættskrivingini. Av teimum stavunum, sum nú er í uppskoti at taka inn í føroyska stavraðið, er tað bert x, ið til gagns kundi umboða verulig ljóðviðurskifti í føroyskum, við tað at hann í summum førum, ið hvussu er, kann standa fyri hjáljóðasamansetingina /ks/ eins og t.d. í talorðinum: seks ( > sex). Men hetta ber tó illani til aðrastaðni enn í orðum, har hjáljóðasamansetingin /ks/ er partur av stovninum í viðkomandi orði sum t.d. í fyrrnevnda talorði seks ella í navnorðum sum laksur k (> laxur), faks h (> fax), í sagnorðum sum vaksa (> vaxa) og saksa (> saxa). Í orðum afturímóti, har / s/ í hjáljóðasamansetingini / ks/ ikki er partur av orðstovninum, men bendingarending, eitt hvørsfalsviðskoyti, sum t.d. í orðmyndunum vik-s (< vik h) ella tak-s (< tak h) ber hetta illa til uttan at loypa ólag í.





Hósdagur 13. februar 2014



Nú verður í heilum tikið fram, at stavirnir q, c, w, z og x eru neyðugir, ja bráðneyðugir, í fyrsta lagi tí, at teir krevjast til at kunna stava summi persóns- og eftirnøvn soleiðis sum fólk av sonnum eita tey sambært dópsbrævi ella samsvarandi almennum skjali, tak t.d. fornövn sum: Carl, Carolina, Christian, Charlotta, Zacharias, Max, Zara, Wilhelm, Wera, Victoria. Og eftirnøvn sum eitt nú: Winther, Lützen, Schrøter ella Quilling (um nakar eitur tað longur í F øroyum) o.o. Men her eru vit komin í kast við ein spurning, ið sum so einki hevur við føroyska rættstaving at gera. Tað er ein sannroynd, ein søguligur veruleiki, at tað samband Føroyar hava havt við Danmark tey seinastu nógvu hundrað árini var og er partvís enn soleiðis, at føroyska samfelagið er undir donskum fyrisitingarvaldi. Ein avleiðing av hesum er m.a. tann, at vit hava tvær persóns- og eftirnavnahevdir í Føroyum. Onnur donsk, knæsett av donskum embætisvaldi og tann sum einsamøll varð brúkt og viðurkend í fyrisitingarligum høpi í Føroyum langt út í tjúgundu øld. Hin hevdin, tann føroyska, livdi sítt seiga lív á mannamunni ættarlið eftir ættarlið til hon so pø á pø fekk táfesti í tann almenna gjáarveggin eftir, at sjálvstýrisvilji vaknaði í føroyingum og tann tilgongdin fór avstað, sum fyribils er endað við einum partvísum fólkaræði undir føroyskari umsiting. Vit hava sum sagt tvær persóns- og eftirnavnahevdir, ið báðar, antin okkum so dámar ella ikki, eiga heimarætt í føroyska samfelagnum. Tað er ósvitaligt - men ósvitaligt er tað eisini, at hevdirnar hava hvør sínar stavsetingarreglur. Tann danska hevdin danskar, tann føroyska føroyskar. Tað er eingin grund í verðini at pilkað við hetta og seta stavir úr teirri donsku rættskrivingini inn í ta føroysku. Og álvaratos, um q, c, w, z og x skulu setast inn í stavraðið upp á nevndu kor, hvussu so við stavum sum å og ü? Um summum politikarum er so umhugað um, at borgarin ikki verður fyri navnstavingarórætti (hóast tann vandin nú er hvørvandi lítil), so kundu teir t.d. skotið upp, at sett verður í lógina, at tað stendur til foreldur at gera av um navnið á barni teirra skal stavast eftir donskum ella føroyskum rættstavingarreglum - ella øðrvísi sagt, um barnið skal eita / viktoria/ við c ella k, Jackob ella Jákup ella hvat sum er. Viðvíkjandi teimum donsku eftirnøvnunum, sum fleiri enn annarhvør føroyingur eitur, so eru tey nettupp donsk og eiga tí at vera stavað eftir donskum stavsetingarreglum. Somu reglur eiga at galda fyri persóns- og eftirnøvn av øðrum málsligum uppruna enn føroyskum og donskum og tey sostatt skrivast eftir viðkomandi stavsetingarreglum, eitt nú enskum ella fronskum ella týskum ella íslendskum.





Fríggjadagur 14. februar 2014



Ein grundgeving fyri at taka q, c, w, z og x inn í stavraðið er javnan hon, at orð eru í gerandisbrúki í Føroyum, orð av útlendskum uppruna, serliga enskum og donskum. Eitt nú ger hetta ikki sørt vart við seg í handilsskapi. Fyritøkur fáa sær ensk ella dansk-enskaði nøvn, eitt nú Quality Consulting og Banknordik. Men hesin, tíverri halda kanska summi, óreingiligi veruleiki broytir kortini ikki ta sannroynd eitt viðursvet, at viðkomandi orð eru útlendsk og eiga tí at verða stavsett eftir rættskrivingarreglunum í upprunamálinum. Ongar áneyðir eru at lata snobb fyri enskum og undirbrotligheit fyri donskum taka málsligt vit og skil av ræði.





Leygardagur 15. februar 2014



Nú er tað heldur ikki óvanligt, at tey sum altráast eru eftir at fáa q, c, w, z og x upp í føroyska stavraðið og harvið gera hesar stavir til ein lógarásettan part av stavsetingarreglunum, leggja dýran við, at verður teirra vilji ikki útintur og tað ongantíð ov skjótt, kann tað gerast føroyingum til álvarsligan bága í samskiftum teirra við altjóða samfelagið, ikki síðst á netinum, tí tað skal vera sannvísindaliga sannað, siga tey, at málfatanar-evnini hjá útlongsilsríkum og netflakkandi smá-lendingum eru so syndarliga skaft, at skal heimsins fjølmennasta lýðveldi t.d. stavast við K á føroyskum, so koma føroyingar, kallar sum kvendi, í lestrarliga havsneyð, um tey síggja tað stavað við Ch á øðrum máli í bók ella í teldu. Eg sigi, Jesus komi til mín.





Sunnudagur 16. februar 2014



Fyri einum tjúgu árum síðani gav Skúlabókagrunnurin út eitt føroyskt atlas, ætlað til skúlabrúks. Henda upp á seg meinaleysa hending átti ikki at givið íleiðing hvørki til hól ella skról. Men tað gjørdi hon - og meiri skról enn hól. Og hví? Helst tí at við hesum atlasi var ætlanin at lynna fyri eini landanavnahevd á føroyskum, men landanavnahevdin hevði hagartil antin burtur av verið donsk (og hjá summum enntá danskari enn tal-orðini á grønlendskum) ella verið ein skurvblandingur: hálvdanskur, hálvføroyskur. Øll orsøk var tí til at fáa líkinda málsligt lag og skil á landanavnahevdina ella í minsta lagi at royna. Gamaní var Atlasið langt burturífrá fullkomið, men kjakið um tað snúði seg ongantíð um, hvussu Atlasið málsliga kundi tillagast og fáast betri, orðaskiftið var frá fyrstu løtu yvirtikið av eini lítlari málsekt og gud má vita hvørjar elvingar drivu hana, men hon sang og syngur enn ta kreddu úr sínum sálmabókum, at øll málrøkt er frá illamanni komin og má boyggjast og brótast við hvørjum syndigum og ósyndigum ráðum sum helst. Íðan mátti ein ódonsk landanavnahevd í Føroyum vera eldur í so sannførdum beinum. Hvat tá. Lond skuldu eita tað, sum føroyingar høvdu lært, at tey itu eftir donskum landalærubókum, síðani fólkaskúlin kom í oyggjarnar eftir danskari lóg og fyriskipan. Fyri alt í verðini mátti einki land eita Grikkland, tí tað má og skal eita Grekenland, einki land eita Italia, men Italien, einki land eita Egyptaland, men Egjypten, einki land Turkaland, Guð forbjóði, men Tyrkien, og tíansheldur mátti nakað land eita Grønhøvdaoyggjar, tað skuldi eita Cap Verdi, hóast tað ljóðar sum heitið á einum kaffimerki. O.s.fr., o.s.fr.



Nú eitt várið varð so eitt málráð skipað (við løgtingslóg frá 12. mai 2012) og málráðið fekk heimild til at skera úr spurninginum um stavsetingina og stavraðið. Tað var alt í lagi við tí - ella tað átti tað at verið, men síðani er komið fyri ein dag, at mál-sektin áðurnevnda og umboð hennara í politisku skipanini, hildu seg við løgtingssamtyktini hava bílagt eina niðurstøðu frá málráðnum, á nakað sama hátt sum menn fyrr bíløgdu sterkt frá Kattrup. Meiningin var, at málráðið skuldi gera eina niðurstøðu og henda niðurstøða vera tað politiska, løgfrøðiliga og málvísindaliga grundarlagið at steðga Nám í at geva eitt nýtt og alt ov lítið danskt atlas út til skúlabrúks í Føroyum. Men gakk. Ikki hevði málráðið fyrr tikið stavraðsspurningin fyri, nú vinnur tað teimum málheilagu eina Satans-kveikta neis, tí meiriluti ráðsins vísti seg so tvøran og ólýdnan sum tjóð Ísraels á sinni, tá ið Móses gekk á Sinai-fjall at disputera við Drottin alvalda um munin millum gott og ilt. Meirilutin havnaði skjótt sagt, at løggilda teir stavirnar, sum skuldu tryggja, at føroyskt atlas ongantíð sá skúlans ljós í ódonskum líki. Hetta var teimum mál-heilagu sum at fáa kalt tevatn sendandi frá Kattrup í staðin fyri tað einmælta whisky, tey hildu seg hava bílagt. Tey skulvu øll í rættvísi vreiði sínar og teirra trífaldi, mál-bjargafimi Móses ( Old, Djurholm og Skaale) brendi avstað til fjals aftur, avgjørdur í at grava stavirnar q, c, w, z og x í slíkar stein-talvur tingmeirlutans, at eingin málráðisligur tvørskapur nakrantíð skal máa teirra dansk-halgaða myndugleika burturaftur. Amen.





Spyrst so livst