Eitraður alifiskur



Barnasendingin hósmorgun varð endursend á kvøldið, og setti eg meg at lurta nú eg fekk eitt preið á FB um hvussu milt sagt barnsligar - og tápuligar - tvær vaksnar kvinnur í KVF kunnu vísa seg at vera. Talan er um Jonna Fritsdóttir Mortensen og Elin á Rógvu.



Einhvør smágenta segði frá hon hevði búð í USA og har høvdu tey fyri vana at fara á sushi bar - ergo so má tað jú verða tað rætta tá USA-búgvar gera slíkt. At júst amerikumenn eru serstakliga illa fyri m.a. av tí ídnaðarføði teir eta, ella at stórsti barnadeyði í USA ikki meira er bilvannlukkur, men krabbamein, kom sjálvandi ikki hesum báðum kvinnum til hugs -



Men at loypa á leistum oman á Etika fyri at proklamera, at tað kanska skal verða bæði heilsugott ella kanska áhugavert at eta sushi við alilaksi og/ella tikararækjum, er so forbiðið langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí.



Útlendskir læknar biða kvinnur við barni og børnum annars ikki at eta alilaks, men her verður ein almennur miðil brúktur til at siga børnum frá, at tey fegin skulu eta sushi við hesi eitt tí mest eitraðu føði finnast kann. Og sama boðskap hevði ein kostráðgevi í einum dagstovni ella barnaskúla fyri stuttum.



Og hví skulu børn - og vaksin - ikki eta alilaks og tikararækjur? Fyrst er at siga, at tað stuðlar undir eina sera umhvørvisdálkandi og óetiskari vinnugrein, næst at hesin "matur" er sera heilsuskaðiligur tí hann inniheldur eina langa røð av eiturevnum - frá pelagiska fóðurinum, frá plantufóðurinum og frá øllum teim kemisku evnunum sett verða til fóðuri, og ikki minst øllum teim sterku avlúsingarevnunum brúkt verða.

Í tilvildarligari ræðfylgju eru nøkur av hesum evnum: DDT, Emamectin, Pentaclorbenzen, Gamma-HCH,Trans-nanachlor, Toxaphen-62, PCB, Alfa-HCH, Cis-nanachlor, Mirex,Toxaphen 26, Cadmium, HCB, Cis-Chlordane, Toxaphen 50, Bromeraðir flammutemjarar (PBDE7), Dioxin, Alfa Endosulfan, Toxaphen 40.41, Kyksilvur, Isodrin, Dieldrin, Trans-chlordane, Toxaphen-42, Beta Endosulfan, Oxy-Chlordane, Endosulfan sulfate, Etoxyquin, Glyphosate... og nakað væl afturat av øðrum vandmiklum evnum.

Hvat siga foreldur til børn, ið lurta eftir barnasendingini, har tvær meira ella minni óvitandi kvinnur loypa á leistum fyri at proklamera at børn skulu eta slíkt? Var ikki betur og kanska meiri áhugavert at fari oman í Vágsbotn og tosa við fiskaseljaran Mortan, og hoyrt um føroyska dygdarvøru úr sjónum? 

Har man allarhelst verða okkurt meiri forkunnugt og skilagott at hoyra frá útróðrarmonnum, enn tað hesar kvinnur kundi servera fyri børnunum í morgun. 

Hygg t.d. her (á myndini undir) hvør munurin er á fiski í Vágsbotni og so tað Etika serverar....og vónandi dumma hesar kvinnur seg ikki so ógvusligt aftur.