Ein tilvitaður ungdómur

Ofta verður tað misskilt
í Føroyum, at vit bara hava eina miðnámsskúlaútbúgving. Tað er tann klassiski
studentaskúlin.: Tey flestu fara á studentaskúla eftir loknan fólkaskúla, og
taka eina miðnámsútbúgving á trý ár. T.d. hevur Studentaskúlin í Hoydølum sett
stórt met við næmingatalinum tey seinastu árini, og stendur bara í vøkstri. Men
Studentaskúlin i Hoydølum má ikki síggjast sum einasti miðnámsskúlin í Føroyum,
tí tað er hann ikki, hóast hann er tann størsti.




Nógv ung spilla
tíðina burtur á skúlabeinki

ljóðaði yvirskrift hjá in.fo eftir pallborðsfund millum ungmannafeløgini tann
17.desember. Um hetta er rætt, so hava vit ein stóran trupulleika í Føroyum, ið
vit mugu broyta. Eg eri tó ikki samd í, at tað eru so nógv, ið spilla sína tíð
burtur á skúlabeinki. Hóast tey trý árini ikki júst eru akkurát tú, so hevur tú
verið ígjøgnum eina stóra menning, og havt møguleikan at fingið innlit í nógv
fak, ið tú áðrenn ikki hevði. Harvið hevur tú eisini lært meira um teg og tíni
áhugamál, og gerst meira vitandi um tíni val aftaná.



Meira vegleiðing til fólkaskúlanæmingar

Trupulleikin liggur neyvan í bókligu miðnámsskúlunum, men í
framhaldsdeildini í fólkaskúlanum. Um tú ongantíð hevur fingið kunning og
vegleiðing um, hvørjar møguleikar tú hevur, so fylgir tú sjálvandi streyminum,
sum leiðir teg har hini í nærumhvørvinum fara. Í fólkaskúlanum áttu næmingar at
havt lestrarvegleiðarar ella líknandi skipanir, ið veruliga kunnaðu næmingunum
um møguleikarnar í Føroyum. Tað eru ivaleyst fleiri, ið ynskja at gerast lærlingar
ella nema sær sjólívið, kanska  serliga dreingir. Eg hugsi serliga um
skeiva býtið av kynum í størsta miðnámsskúlanum í Føroyum. Vit mugu tí undir at
skipa fyri útbúgvingum, ið bæði gentur og dreingir hava tørv á. Ein byrjan er
eitt slag av lestrarvegleiðing í fólkaskúlanum, ið hevði gjørt næmingin meira
tilvitaðan um sítt val og kunnaðan um sínar møguleikar.



Júst sum nú, so skulu øll hava møguleikan at fara
á ein miðnámsskúla. Vit ungu kunnu ikki revsast fyri manglandi kunning í kravdu
skipanini, og dumpa eina upptøkuroynd at sleppa at ganga í einum miðnámsskúla.
Um tað eru so nógv, ið spilla sína tíð burtur á skúlabeinki, so merkir tað, at
vit mugu bjóða teimum aðrar møguleikar. Vit skulu skipa fyri meira
yrkisrættaðum útbúgvingum, ið ungdómurin hevur tørv á. Útbúgvingarnar skulu
geva atgongd til hægri útbúgvingar so sum innan matvøru, matgerð, heilsufrøði,
búskap, sølu, handil, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.



Hetta kann hava við sær, at ung í Føroyum fara at
velja sær eina lívsleið, ið bæði gagnar teimum og samfelagnum væl. Tað føroyska
samfelagið hevur brúk fyri øllum. Øll hava ymiskar førleikar og áhugamál, og
hetta eiga vit at gagnnýta. Vit skulu hava opnar møguleikar til øll ung í
Føroyum, eisini tey, ið ikki fylgja streyminum.



Kristina Clementsen,

Løgtingsvalevni Tjóðveldis