Eg oyggjar veit, sum hava fjøll og grøna líð...

Tað man vera fáur, ið ikki heldur, at Føroyar eru avbera vakrar. Føroyska náttúran er serstøk, føroysku fjøllini eru bergtakandi, og havið, ið ríkar okkara land við tí, í havinum svimur, er sjálvt grundarlagið undir tí samfelag, vit hava í dag.



Men tað er nakað, sum bendir á, at sjálvt hetta kunnu vit ikki semjast um.



Orðini hjá Hans Andrias Djurhuus, “Saman at standa var ei okkum givið”, renna mær til hugs, nú vit í Føroyum ikki megna at standa saman um at fara væl við okkara náttúru, sjálvt um hetta átti at verið tað mest eyðsýnda málið at verið samd um. Náttúru- og umhvørvispolitikkur er tíverri vorðin gísli í partapolitiskum kjaki, um hvør flokkur er meiri “frelstur” umhvørvisliga enn hinir.



Eftir mínum tykki kann ongin flokkur á løgtingi í dag taka patent uppá at vera góður ella bestur við náttúruna, tí enn eru ongi verulig neyðug politisk stig tikin, til tess at verja umhvørvið.



Veðurlagspolitkkur Føroya frá 2009
Í 2009 samtykti eitt samt løgting veðurlagspolitikk Føroya. Málið var at skerja útlátið við 20 % í 2020, í mun til útlátið í 2005. Hesin politikkur var eitt neyðugt stig og eitt slag av paradigmuskifti í føroyskum politikki, tí nú skuldu Føroyar taka altjóða ábyrgd á hesum øki.



Undirritaða fekk til uppgávu at standa fyri hesum arbeiði og stóð saman við góðum embætisfólkum fyri sáttmálasamráðingunum til COP 15 í Keypmannahavn.



Vónirnar vóru bjartar um at fáa ein altjóða veðurlagssáttmála millum heimsins leiðarar. Hesin sáttmáli kom tó ikki í hús í 2009, men Føroyar vóru sum eitt av teimum fáu londunum, sum kom til COP 15 við einum veðurlagspolitikki, har eitt samt parlament stóð aftanfyri.



Hóast ongin altjóða veðurlagssáttmáli kom í 2009, men ikki fyrrenn í 2017 í París, so fingu vit Føroyar, sum eitt av teimum fáu londunum, positivt nevndar í yvirlitinum hjá UNFCCC, sum er klimapanelið undir ST.



Eg havi verið við til nógvar samráðingar í mínum politiska lívi, men ongantíð havi eg sum politikari verið so errin av míni tjóð og av politisku skipanini, sum stóð saman um hetta stórmál.



Eg var errin av at kunna greiða øðrum altjóða umhvørvisráðharrum frá, at vit sum tjóð í arktiska økinum stóðu saman um okkara veðurlagspolitikk. Eftir hetta eru tað tíverri ikki tikin neyðug stig til tess at fylgja málunum í politikkinum, hóast hesi vóru rættiliga ítøkilig og greið hjá politisku skipanini at avgreiða.




Gongdin hevur verið skeiv, og tað er ongin politiskur flokkur á tingi, sum kann siga seg frían fyri ábyrgd øll hesi árini, tí ongantíð hevur CO2-útlátið verið hægri enn tað er í dag, og ongantíð hevur tað verður dálkað so nógv sum í dag.



Tað er tí í tøkum tíma, at neyðug stig verða tikin, at politiska skipanin tekur neyðugar avgerðir og setir neyðuga játtan av til endamálið.



Hóast vit væl vita, at føroyska útlátið í heimshøpi ikki er tað stóra, so hevur tað stóran týdning, at vit vísa alheiminum, at vit sum fiskivinnutjóð og ferðamannaland taka ábyrgd.



Vit verða sum land ávirkað av veðurlagsbroytingunum, ið henda rundan um okkum, og tí kunnu vit ikki lata eygu og oyru aftur. Hetta er ikki bara gott fyri umhvørvið, hetta er eisini gott fyri okkara umdømi úti í heimi. Tað er eisini gott fyri búskapin at fáa grønar orkuloysnir, og at vit harvið sum frálíður gerast minni heft av oljuni.



Føroyar plastfríar í 2030
Ein onnur hóttan, ið er blivin nógv meiri sjónlig hesi seinastu árini, er plastdálkingin. Í 2050 siga granskarar, at tað er meira plastikk í høvunum enn sjótilfeingi. Hetta er ein beinleiðis hóttan ímóti okkara livibreyði, fiskurin í sjónum. Hetta er soleiðis ein hóttan ímóti okkara búskapi og samfelagi sum heild.



Fiskurin etur plastikkið, ið flýtur í høvunum, fiskur, sum síðani verður mannaføði. Her má ein landspolitisk ætlan fyriliggja, um hvussu vit skjótast og best basa plasdálkingini. Í Tórshavnar kommunu hava vit eisini avbjóðingar við plastdálkingini. Tað verður tí í okkara umhvøvispolitikki arbeitt miðvíst við at minka um plastikk. Í teimum útboðum, kommunan ger, verður dentur lagdur á umhvørvinarligar loysnir, eisini hvat plastikki viðvíkur.



Men landsmyndugleikarnir eiga at seta púra greið mál fyri Føroyar sum heild, og hvør røttu og bestu loysnirnar eru.



Altjóða fyritøkur vita, at neyðugt er at fara væl um umhvørvið, tí hetta selur og tí brúkarin setir krøv um tað. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at altjóða handilsfyritøkur seta sjóneykuna á plastdálkingina, m.a. hevur altjóða fyritøkan Carsberg minkað um sína plastnýtslu við 75 %.



Hetta ger Calsberg, tí at brúkarin setir krøv um um plastikk nýtslu.



At fara væl um umhvørvið og virða tað er eisini við til at styrkja okkara egna kappingarføri sum fiskivinnutjóð og ferðamannaland. Tað nyttar lítið at selja okkara fisk, tá hann er fullur av plastikki, og tað nyttar lítið at selja okkara land sum “unspoiled” og “untamed”, tá plastikk flýtur í høvunum.



Latið okkum gera umhvørvis- og náttúrupolitikkin til eitt felags politiskt mál, tí tað koma Føroyar at vinna uppá í longdini. Samstundis eiga vit at leggja okkum í geyma, at føroyska náttúran og umhvørvið bert er til láns frá okkara eftirkomarum, og tí eiga vit sjálvsagt at ganga á odda við at verja okkara náttúru og umhvørvi.



Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu