Edmund Joensen upp í málið um eftirlitið við føroyskum bankum


SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: - Føroyska og grønlendska uppsparingin mugu vera fullkomiliga tryggar, og bankar í Føroyum og Grønlandi mugu hava somu treytir og varðveita síni rættindi, nú broytingar møguliga eru ávegis innan fíggjareftirlit og fíggjarøkið í Danmark, sigur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen, ið hevur tikið málið upp við forsætisráðharran og donsku stjórnina





- Føroyar og Grønland eru integreraðir partar av fíggjarøkinum í ríkinum, og tí má ongin ivi vera um, at eftirlitið við føroyskum og grønlendskum bankum framhaldandi verður á hægsta stigið. Eisini skal uppsparingin hjá føroyingum og grønlendingum standa fullkomiliga trygg í okkara bankum, um Danmark møguliga gerst partur av einum felags europeiskum fíggjareftirliti.




Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú Europasamveldið arbeiðir við at skipa eitt felags europeiskt fíggjareftirlit.




Ætlanin varð umrødd á ES-toppfundinum hósdagin og fríggjadagin í farnu viku. Enn eru nógv ivamál, og ov tíðliga er at siga, hvat spyrst burtur. Støðan hjá stjórnini og Fólkatinginum til málið er eisini ógreið, tí Danmark er ikki partur av evruøkinum.




Forsætisráðharrin taka hædd fyri Føroyum



Føroyski fólkatingsmaðurin var í dag á fundi í Uttanríkispolitisku nevndini og í Europanevndini hjá Fólkatinginum.




Í Europanevndini legði Edmund Joensen forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt, eina við, at líka mikið, hvørja støðu Danmark tekur, hevur stjórnin sum uppgávu at tryggja, at føroyskir og grønlendskir bankar og uppspararar ikki verða stillaðir verri ella missa rættindi í mun til aðrar bankar og uppspararar í ríkinum.




Forsætisráðharrin sigur, at stjórnin tekur málið um fíggjareftirlit í Føroyum og Grønlandi í størsta álvara. Eisini upplýsti ráðharrin, at stjórnin í løtuni kannar, hvussu tað løgfrøðiliga grundarlagið er, og hvussu praktisku viðurskiftini verða, um farið verður yvir til eitt felags europeiskt eftirlit.




Føroysk og donsk embætisfólk samskifta um málið, men Edmund Joensen heldur, at hetta eisini eigur at koma upp á politiskt stig, tí fíggjareftirlit og innskjótaratrygd eru stór og álvarslig mál.




Sett stjórnini átta spurningar



Fólkatingsmaður Sambandsfloksins hevur sett donsku stjórnini heilar átta spurningar um málið.




Hann vil m.a. hava at vita, hvussu stjórnin ætlar at tryggja, at innskjótaratrygdin og eftirlitið við peningastovnum í Føroym og Grønlandi framhaldandi verður á hægsta stigi, um broytingar verða gjørdar í fíggjareftirlitinum í Danmark.




- Føroyingar og grønlendingar hava greiðan áhuga í, at eftirlit, innskjótaratrygd og aðrar trygdarskipanir fylgja somu reglum og eru á sama stigi sum í Danmark og restini av Europa. Hesar skipanir hava aftur og aftur bjargað okkara samfelag undan búskaparligum skrædli og tryggjað alla uppsparing í Føroyum. Skipanirnar tryggja eisini kappingarførið í fíggjarvinnuni, sigur Edmund Joensen.




Her eru spurningarnir



Spurningarnir, ið eru niðanfyri, verða svaraðir í næstum:








Begrundelse til samtlige spørgsmål:



Efter EU-kommissionens forslag om et fælles europæisk finanstilsyn, og efter EU-topmødet 18. og 19. oktober i Bruxelles, tegner det til, at sådan et tilsyn er på vej.




Spørgsmålet om og i hvilket omfang, Danmark vil indtræde i et fælles europæisk finanstilsyn, er særdeles vigtigt for Færøerne og Grønland.




Som bekendt er Færøerne og Grønland en integreret del af den danske finanssektor. Det danske tilsyn overvåger pengeinstitutter på Færøerne og i Grønland, og indskydergarantien omfatter Færøerne og Grønland. Færøerne og Grønland er dog, som bekendt, ikke med i EU.




Derfor er det vigtigt at vide, hvordan regeringen forestiller sig, at tilsynet med bankerne på Færøerne og i Grønland skal gennemføres, og hvordan indskydergarantien kommer til fungere i fremtiden, såfremt Danmark indtræder i et fælles europæisk finanstilsyn.




Hele det finansielle område er, som følge af hjemmestyreordningen, et dansk sagsområde. Derfor har regeringen som ansvarshavende myndighed på området pligt til at drage omsorg for, at der også i fremtiden er et solidt tilsyn med pengeinstitutter på Færøerne og i Grønland, og at systemet med indskydergaranti opretholdes på Færøerne og i Grønland.




Det er særdeles vigtigt, at færøske og grønlandske pengeinstitutter forsat vil leve op højeste standard sammen med Danmark, at der er samme regler gældende, og at der er sikkerhed og troværdighed omkring pengeinstitutternes virksomhed.




Det er også af afgørende vigtighed, at Danmark, Færøerne og Grønland finder en fælles løsning for tilsyn, indskydergaranti m.v., før Danmark evt. tilslutter sig et fælles europæisk finanstilsyn. Således vil statsborgerne på Færøerne og i Grønland også fremover kunne føle sig på sikker finansiel grund.