Drepur uppi undir Tinganesi

Tíðin hon rennur sum
streymur í á. Hin stóri róðurgangarin, onkustaðni har úti undir væðingini, ytst
úti undir hválvinum, heldur skil á knøttunum á tí stóru kommandobrúnni
soleiðis, at Skapanarverkið melur sum tað skal. Tíbetur sleppa vit ikki at
fjasast uppi í hesum. Annars hevði onkur strategiskur ella taktiskur snillingur
í eini veikari løtu í ovfarakæti sprongt alt í luftina. Okkara lutur er
avmáldur til at røkja lítlu tillutaðu krambúðina Føroyar sum frægast. Til tað
hava vit m.a. eina politiska skipan.



Nú havi eg ongantíð
verið befongdur við tí ringu sjúkuni, sum longsul er, men havi siglt saman við
monnum, sum næstan hava mist vitið av hesi sálarligu sótt. Nú eru trý ár gingin
síðan tann skilagóða avgerðin varð tikin, ikki at stilla upp aftur til
løgtingsvalið í 2011, - og merkist bara ein farri av drátti og longsli innar í
tað høpið aftur, so er frægasti heilivágurin at skrúva upp fyri Tingvarpinum
eina løtu, so er lekidómurin vísur. Hugsjónarliga er tað sum at seta undir
klett, har sprettur ikki ein nýggjur tanki, lok er lagt á alla framdrift, smyrjioljan
er guvað burturúr gearkassanum og sterkasti maðurin í landsstýrinum stjórnar
øllum. Parlamentariska skipanin tykist hava sáttað seg við leiklutin sum
politiskur húsavørður hjá donsku maktini í Føroyum og sum asnaryggur undir
Jørgeni Niclasen, sum aftur er asnaryggur undir áhugamálunum hjá
stórkapitalinum í Føroyum.



Føroyar eru eitt
danskt heimastýri, tað hava tær verið í meira enn 66 ár. Hetta hevur sjálvandi
ment ein heilt serligan politiskan kultur, ið virkar eftir yvirskipaðum
fyritreytum, sum aðrir hava sett okkum. Inni í hesi hermetiskt lokaðu kringekjuni
- karrusellini - eru nú 7 flokkar av fólki, sum hvør í sínum lagi hava eina
ætlan um, hvussu danska politiska húsavarðatænastan skal røkjast sum frægast.
Hugsjónarliga eru flokkarnir nú so líkir og merglopnir annars, at menn ganga so
hissini ímillum, alt eftir tørvi og persónligari fáfongd, hurðarnar eru lopnar
úr lási og farnar upp á víðan vegg í politiskt heimastýrandi íbúðini. Orðið
ella hugtakið stragtegi finst ikki, alt er nú bara tann beri og blektaði
taktikkur, sum bert røkkur fram til ta løtuna, táið tú skal taka í reyvina á tí
næsta henta idiotinum í skipanini tær sjálvum og stuðlandi áhugamálunum til
fyrimunar. Hvør er dagsaktuella støðan so, - eftir 66 ára stjórnmálsliga
tómgongd?



Hálvttriðja ár er nú
farið av valskeiðnum, og tá tingið kemur saman aftur á Ólavsvøku, fer danska
húsavarðabrigadan og breyðpolitikarar úr øllum flokkum og úr báðum kynum at
positionera seg til uppaftur eitt nýtt heimastýrisval, sum í seinasta lagi
verður hildið 29. oktober 2015. Gamalt var, at tað sum ikki var komið á skaftið
í fyrra helmingi av einum valskeiði, tað kundi tú skjóta ein hvítan ørv eftir,
frustratiónirnar breiða seg, og ongin tekur støðu til nakað, í hvussu er ikki
til eitthvørt, sum kann vera darvandi fyri endurvali teirra, sum framhaldandi
ætla sær leiklutin sum pedellar hjá donsku maktini í Føroyum. Harvið skulu vit
rokna við, at valstríðið so smátt er farið av lunnum.



Tvær
veljarakanningar komu støkkandi út í almenna rúmið, at kalla dag um dag, í
vikuni sum fór. Gallup hevði evnað aðra til gamla Dimmustjóran Árna, ímeðan
Lóður hevur gjørt hina fyri Sjúrð Skaale, tingmann Javnaðarfloksins á
Danatingi. Ikki óvæntað varpa kanningarnar eina torpedo inn í búkin á
ABH-samgonguni hjá Kaj Leo og Jørgeni. Umsíðir tykist veljarin hava skilt, at
hetta púrgjørda regime ikki kann halda fram, skaðin av ránunum og vina- og
kenningapolitikkinum og stjórnmálsligu tómgongdini er somikið stórur, at
samfelagið stendur ikki undir ABH-vektini eitt valskeið afturat. Tað hendir
ikki meira fram til ætlaða valdagin, til tað er comatøsi tilstandurin hjá
Sambandinum av veljarakanningunum ov fepurkendur. Fólkaflokkinum eru
meiningarkanningar eitt feitt, við smáum fintum megna teir altíð at snúgva sær
onkursvegna uppá turt, og samkomuklientellið hjá Miðflokkinum man vera rímiliga
statiskt og røkkandi til tveir tingmenn. Pensiónsfíggjaði flatskatturin, gávubúðin
hjá Vestergaard og eldrarokningin, sum nú skal turkast upp í ermarnar á kommununum,
varð úrslitið, sum megnar at manna 14 tingsessir av 33 sambært Lóður-kanningini
hjá Sjúrði. Kanska verður tað uppaftur verri, tá totalfriðaði loyniligi
miðlainformanturin í Vinnumálaráðnum fer ígjøgnum vaskimaskinuna hjá
landsstýrismálanevndini. Men tak onki fyri givið, aðrar staðir gerast menn
politisk halgimenni av at offra seg fyri eini søk, í Føroyum verður tú tað fyri
tað mesta av at spæla hund. Eisini eitt heilt serligt heimastýrissyndrom.



Tann stóri
spurningurin er so, um tað finst nakað eintýðugt alternativ. Ella er núverandi
andstøða møguleikin, sum vit skulu dúva uppá? Mikla politiska apatiin í
fólkinum er ikki bara avleiðing av ABH-politikkinum, men í minst líka stóran
mun ein avleiðing av áhaldandi knarrinum og yppa-kivinum hjá andstøðuni í mun
til sitandi meiriluta. Kanska sita hesir við einum politiskum konseptið fyri,
hvussu Føroyar skulu stjórnast tey næstu árini, men tað er í hvussu er væl og
virðiliga dult fyri monnum.



Partíeigarin Poul
Michelsen tykist onkursvegna at hava funnið eina rók í veljaraskaranum, har
hann heldur fast og væl tað. Ein nýggjur flokkur skal ikki taka hædd fyri eldri
kulturum og siðvenjum innanfloks, tí kann floksformaðurin stýra sum hann vil.
Poul er tiltikin íðin og arbeiðssamur maður, og onkursvegna hevur hann løtt
Framsókn við nøkrum grundvirðum, sum kunnu fara at halda, og sum bera inn í eina
samgongu og samstarv.



Aksel Vilhelmsson
hevur buktað skopuningin út um grindina, og hevur í seinastuni megnað at hildið
fokus á nøkrum stakmálum, eitt nú um manningarásetingar í lógini um vinnuligan
fiskiskap, og so hevur hann retoriskt yvirtikið fiskivinnupolitikkin hjá
Tjóðveldinum, hóast Javnaðarflokkurin onki ítøkiligt uppskot hevur um hetta.
Hetta einsamalt gevur ikki ein vøkstur á 8%. Orsøkin skal heldur finnast í
taktiska spunaðinum hjá Sjúrði og honum, har Javnaðarflokkurin fram til valið
skal liggja íhaldnu megin Sambandsflokkin í ríkisrættarmálum, nú taka teir
eisini undir við eini vaksandi ríkisveiting, bara soleiðis halda teir fast um
læntu, frustreraðu og fornermaðu sambandsatkvøðurnar. Og bara soleiðis
endurvinnur Sjúrður fólkatingssessin, tá kann tað kanska vera líkamikið hvat
Aksel annars kann brúka Javnaðarflokkin til, tá valhølini í seinasta lagi lata
aftur í oktober mánaða næsta ár. Politisk strategi er ongin at hóma, taktiskt
ráksnúni er kreddan, sum stýrt verður eftir.



Gallup-kanningin er
lítið hugalig fyri Tjóðveldisflokkin og Lóður-kanningin er meiri at kalla
katastrofal. 2,5% í vøkstri eftir 10 ár í andstøðu og við eini politiskt
hopleysari samgongu, tað ber boð um trupulleikar. Formaðurin segði, refererað
frá Flokstinginum í Sandavági, at hann nú fór eftir løgmanspostinum í
heimastýrinum, men heldur ikki tað gav nakra effekt. Annaðhvørt spreiðir politiska
høglbyrsan hjá Høgna ov vítt ella ov neyvt. Tað tykist sum hevur flokkurin í
drúgva tíð ikki havt orku til annað, enn at stríðast fyri rættindunum hjá
teimum samkyndu, væl verið tað kortini, og so til nakað av tristum knarri
andvegis uppskotum hjá Jørgeni & Co, sohvørt politiskt knái seyrvingurin
varpar tey oman á Vaglið. Fiskivinnupolitikkurin, sum altíð hevur verið hitt
sterkasta kortið hjá flokkinum, fóru valevnini longu at ivast sjónliga og stórliga
um, undir valstríðnum í 2011, og man fótaði sær líkasum ikki aftur á hesum
mótinum, og tað hevur Vilhelmsson sjálvandi gjørt sær dælt av. Ein vaksandi
bági er eisini, at flokkurin ikki longur er til norðanfyri Hórisgøtu,
avmannaður, bæði parlamentariskt og organisatoriskt. Er onkursvegna vorðin eitt
metrosexuelt fyribrigi, við onkrum undantaki og glotta, eitt nú Sirið Stenberg,
ein Bernadette Devlin týpa, sum rann upp sum runnur úr turrari jørð. Og man tað
vera so galið blivið, at hendan frælsisfylkingin frá 1948 eisini er farin at
trívast sum húsavørður í danska heimastýrinum?



Støðan og
veljarakanningarnar gera greitt, at politiska landslagið í landinum eftir næsta
løgtingsval verður fløktari enn nakrantíð at fáa greiði á. Sitandi samgonga
kann ikki halda fram. Javnaðarflokkurin, sum nú er sambandskari enn
Sambandsflokkurin, kann skipa samgongu við Sambandinum og onkrum hissini
hjáputri frá smáu flokkunum. Fólkaflokkurin er tilsýnilátandi nakað skerdur og
Tjóðveldisflokkurin hevur møguliga tveir kostir í at velja, og hvørgin teirra
er mjúkur. Annaðhvørt fara teir í eina ultrasambandska samgongu saman við
Javnaðarflokkinum og onkrum øðrum, ella satsar flokkurin uppá eina
fullveldissamgongu saman við Fólkaflokkinum, sum ikki eigur glóðina av
frælsisneista eftir í sínum politiska kroppi og høvdi. Í fyrra førinum doyr
Tjóðveldi, og í hinum anir hann kanska víðari fram.



Vindarnir blása
magnfullir inn ímóti politiska berginum, men tað drepur uppi undir Tinganesi.
Orsøkin er stjórnmálsliga støða Føroya, sum hevur ment eina sjáldsama
húsavarðatænastu á Vaglinum, sum yvirskipað er undirgivin donskum ásetingum,
sum aftur hevur við sær eitt óneyðuga stórt dimensiónsbýti, sum er orsøkin til
hetta rúgvismikla talið av flokkum, sum aftur er orsøkin til, at tað við tíðini
gerst alsamt truplari at stjórna danska heimastýrinum Føroyar.



Einasti politiski
heilivágurin er ein Republikk, har landið verður stjórnað samsvarandi egnum
fyritreytum, vilja, tørvi og málum. Ikki fyrrenn politiska skipanin bara skal
taka støðu til okkara egnu mál út- og inneftir, sum vanligur partur av
heimssamfelagnum, fæst logikkur og rationalitetur aftur í høpið, helst við
færri flokkum, tá vinstra-høgra ásin verður tað sum føroyskur politikkur fer at
snúgva seg um í tjóðlaðingini av føroyska statinum.