Býráðsval er, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin í Havn.


Eg havi verið virkin í føroyskum politikki í nógv ár. Varð vald í Løgtingið fyrstu ferð í 1990. Hetta var beint undan ógvusligu kreppuni í 1992, tá ið Føroyar og bankarnir fóru av knóranum. Tað var ein strævin men eisini spennandi tíð at vera við til at fáa Føroyar aftur á føtur. Og tað var ikki løtuverk.
Serliga brúkti eg nógva orku at vera partur av bankakanningini. Tað var ikki burturspilt tíð, tí eftir at bankakannin varð liðug í 1998, fingu Føroyar bæði endurgjald og endurreisn sum tjóð.



Sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum frá 1998 til 2001 eydnaðist tað okkum m.a. at bøta munandi um fólkapensjónina hjá okkara eldri borgarum, og sum tá var púrasta afturúrsigld. Og at fáa sett gongd á nýggja G-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Vit fingu eisini eisini eina góða avtalu í lag við allar tær føroysku kommunurnar um at skipa dagstovnaøkið sum kommunalt málsøki.



Og kommunurnar sviku ikki álitið. Eisini Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eitt megnar arbeiði at tryggja øllum børnum eitt gott dagstovnatilboð. Tað eru bæði børn og foreldur glað fyri, og ikki minst er arbeiðsmarknaðurin glaður fyri tað. Henda kós skal haldast og mennast.



Í tveimum umførum havi eg umsitið kommunumál í landsstýrinum, og kenni tí væl til markamótini millum land og kommunu. Nógv stríð hevur verið um uppgávu- og ábyrgdarøki millum land og kommunu. Tað má fáa ein enda, so at samstarv verður, heldur enn ósemja.



Sum landsstýriskvinna í mentamálum frá 2008-2011 havi eg brent fyri at menna fólkaskúlan, og fyri at tryggja øllum ungum eina góða og holla útbúgving. Og nógv mál vórðu rokkin. Umráðandi er at halda fast um hesi framstig.



Nú hevur Javnaðarflokkurin heitt á meg at stilla upp til býráðsvalið í Tórhavnar Kommunu, og eg havi tikið av. Tí eg brenni fyri at arbeiða víðari við teimum mongu málum, sum viðvíkja trivnaðinum hjá hvørjum einstøkum borgara í Tórshavnar Kommunu, líka úr Hesti og norður til Kollafjarðar. Fyri útbúgving, mentan og fyri vinnuligum virksemi – og ikki at gloyma, at fólk við vanligum inntøkum fáa ráð til at búgva í Havn.



Í mínum nýggja starvi sum stjóri á Føroya Handilsskúla síggi eg hvønn einasta dag, hvussu stórur tørvurin er á at menna skipanir, sum kunnu taka um endan, tá ið t.d. ung fólk verða hart rakt av lívinum. Ein veruleiki, sum tíverri vindur upp á seg.



Og vit tosa um mál, har stundir ikki eru at bíða eftir áralongum lógarsmíði. Mál sum á kommunalum stigi kunnu avgreiðast skjótt, og sum bøta um trivnað, bústaðarmøguleikar, ansing og umlætting og umsorgan.



Fái eg álit borgarans í Havn, vil eg taka neyðug tøk, so at TÓRHAVNAR Kommuna kann verða ein undangongukommuna, sum dregur fólk, útbúgving og vinnuligt virksemi til sín.
Tað er fyritreytin fyri vøkstri og vælferð.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórhavnar Býráð