Býráðssamtykt: ongan alilaks i barna- og forskúlum

Åre
býráð í Svøríki hevur just samtykt at seta forboð móti at
alilaksur kann serverast í barna- og forskúlum í kommununi. Ein
meiriluti tók hesa avgerð tó at einstakir býráðslimir vóru
imóti. Avgerðin kemur tó ikki at fevna um pleyguheim og
eldrarøkt.
Socialdemokraturin Peter Bergman hevði lagt uppskotið
fram, og var megin sjónarmið hansara, at skoða alivinnuna í
víðari merking sum vernd av villa atlantslaksinum, at verja um
Eystrasalt og taka frástøðu frá verandi aling í opnum nótum.


Peter
Bergman sær býráðssamtyktina sum jaliga, at avgerðin er
framskygd, og við vónini at fleiri kommunur í Svøríki koma at
taka táttin upp og seta forboð móti alilaksi í barna- og
forskúlum.


Samtyktin
í Åre kommunu sampakkar væl við nýggja kosttilmælinum frá ES
matvøru- og heilsu-stovninum EFSA, ið fyri hálvum ári síðan kom
við endurskoðaðum kosttilmæli, at fólk minkaðu sítt át av
alilaksi við heili 90%, og at serstakliga børn og barnakonur
slettis ikki máttu eta alilaks. Megin orsøkin var høgt innihald av
dioxin og dioxinlíknandi PCB´ir í fiskinum, og at hesi evni hava
álvarsamar heilsuvandar við sær.

Fólkaheilsuráðið
veit um endurskoðaða tilmælið frá EFSA, men kann sambært
stjóranum ikki gera so nógv fyrr enn Heilsufrøðiliga Starvsstovan
er komin við tilráðing. Og spurningur er settur til
Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið, sum roknað varð við, ikki
hevur nakra ætlan at geva landsins íbúgvum tilmæli at ansa eftir
hvussu nógv verður eti av alilaksi.

Uttanumtos við markvirum
fyri dioxin og pcb´ir, ið eisini finnast í einari røð av øðrum
matvørum, er tað vanliga frá hesum stovni, ið ikki kann koma
longur enn til soppafongt djús, spiltan dósamakrel og maðk í
einum dadliposa.
Og úrslitið sæst í øllum aldursbólkum...frá
teim ynsgtu við ADHD og autismu til miðalaldrandi kvinnur við
bróstkrabba, og túsundatals borgarar við diabetes 2.
Grønmeti
og frukt við alskyns eiturevnum – m.a. Chlorpyrifos, eitt
organofosfat í bólki við Azamethifos, ið alivinnan nýtir til
lúsabasingina, er at finna í flestu appelsinum og citrusfruktum frá
Spanien. Evnið er bannað í langt flestu londum, men verður tó
brúkt í stórum nøgdum sum kyknueiturevni í Spania, Kina og øðrum
asiatiskum londum.
Og granskarar og heilsustovnar peika á hetta
vandamikla evni og organofosfatir sum heild, sum megin orsøk til
ADHD og autismu, og at skaði serstakt stendst á heila og menning
hja børnum.

Hvat Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger til
dagligt er ikki gott at vita, men nakað seriøst og skilagott er
rættuliga trupult at fáa eyga á.


Og
alt meðan heilsuskaðar taka seg upp, kostnaður av sjúrahúsverkinum
spolar upp eftir, vegna m.a. heilsuskaðiligar matvørur, serverar
alivinnan propagandatilfar um at nøkta mat til heimsins borgarar og
skipar tiltak á Grynnuni í høvuðsstaðnum og laksatorg í
Runavík....har smá og stór børn frítt kunnu spæla sær og eta
alilaks.


Her
áttu tilkomin fólk at traðka í karakter og tikið vernd um tey
smáu, ið mugu sigast at hava størri virði fyri framtíðina enn
hjúkl og undirbrotligheit fyri einari karráari alivinni, ið eingi
fyrilit hevur fyri nøkrum – hvørki náttúru og umhvørvið, enn
minni fyri landsins íbúgvum.



Kári
Thomsen