Bygdirnar - týðandi partar í høvuðsstaðnum!

Allur útjaðarin - úr Hesti til Kollafjarðar - hevur týdning at ríka høvuðsstaðin.

Vit, ið ætla okkum at manna komandi býráð, mugu tí eisini minnast hesi øki komandi valskeið, og ikki bert nýta økini sum valagn!

Nólsoy hevur týdning, tí vit kunnu bjóða borgarum friðin á bygd, samstundis sum stutt er inn í miðbýin. Hinar bygdirnar hava sjálvsagt eisini hesi virði og mest sannlíkt eru vit eisini felags um bæði tilboð, avbjóðingar og tíanverri eru helst eisini ymisk gylt lyfti, ið vórðu gloymd. Lat okkum tí standa saman!

Eg vil í komandi valskeiði bjóða meg fram at sameina staðbundnu nevndirnar og skipa felags tiltøk, har vit kunnu kjakast um tað útjaðarin metir hevur týdning fyri trivnaði og fólkavøkstri.

Lat meg taka fram gomlu og nýggju lyftini! Lat meg stuðla undir at økini og bygdirnar verða raðfest! Síðani kunnu vit dagføra og seta út í kortið mennandi tiltøk í bygdunum og í býnum.

Í Nólsoy eru nógvir fyrimunir við samanleggingini við Tórshavnar kommunu - og okkurt er eisini fyriskipað, ið Nólsoy sum einsamøll kommuna ikki hevði kunnað staðið fyri. Her hugsi eg serliga um kloakk-viðurskiftini, nýggju atløguna, fótbóltsvøllin og bátaplássini.

Hesi tiltøk framd eru, hava eitt í felag: Tjóðveldi eigur formanssessin í avvarandi nevndum hetta skjótt farna valskeið!

Tíanverri eru nógv gylt lyfti enn, har komið ikki er á mál: Vetrarfriðingin, bátadráttur, tyrlupalur, útstykking, eldrasambýlið og at broyta ætlanina at byggja svimjihyl, til heldur at verða ein stór fimleikahøll, ið kundi havt atknýttan møguleika til málningaframsýning (t.d. av Steffan Danielsen).

Vónandi verður gott úrslit í heyst, har fleiri umboð fyri Tjóðveldi eru í býráðnum og harvið tryggja, at hesi leysu lyfti eisini verða útint í verki.  Okkurt av hesum málum krevur, at Tjóðveldi er so væl mannað, at vit eru í samgonguni.

Fyri mong er býráðsvalið ikki partapolitiskt, men tað er tó ein sannroynd, at innan mentunarøkið, skúlaøkið og í øllum framatlítandi visiónum er neyðugt at velja fólk á Tjóðveldislistanum.

Harafturat vænti eg, at fyrimunur er fyri allan útjaðaran í Tórshavnar kommunu, um umboð úr útjaðaranum eru millum býráðslimirnar. Og fyrimunirnir fyri útjaðaran eru vinningar fyri kommununa. Litpalettin fyri Tórshavnar kommunu verður nógv litríkari og dragandi fyri nýggjar borgarar, um fokus verður sett á at styrkja og menna útjaðaran.

Vel meg - ella lista E

Jákup av Skarði
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi