Bridgehúsið skal ikki burtur

Leingi hevur ljóðað, at bridgehúsið í
Gundadali skal burtur, tí alt økið skal endurskipast. Men hetta er púra
óneyðugt, og tí skal Bridgehúsið ongan veg.



Vestursíðan á Tórsvølli verður liðug
komandi ár, og síðan verða nakrar broytingar gjørdar á Niðara Vølli. Leingi
hevur ljóðað, at ein av fortreytunum fyri teim ætlaðu broytingunum í Gundadali er,
at Bridgehúsið, gamla Fram-húsið og gamla B36-húsið skulu takast niður. Men
hyggur ein nærri at heildarætlanini fyri Gundadal sæst, at Bridgehúsið skal
víkja fyri uttandurða brúkslist. Alt gott um listina, men henda staðsetingin er
ikki alneyðug. Hinvegin hevur kommunan onga nøktandi loysn havt at bjóða
bridgefelagnum, og tí skal húsið sleppa at standa í frið. Hinvegin er onki í
vegin fyri at gamla Fram-húsið og gamla B36-húsið verða niðurtikin, tí tey hava
bæði tænt fyri seg.



Fái eg nakað at skula sagt á Vaglinum, skal
bridgehúsið framtíðartryggjast við, at kommunan fyrst skal fáa framt nakrar
smærri matrikulerar broytingar. Síðan skal ein nýggjur langtíðar-leigusáttmáli
gerast við bridgefelagið. Sáttmálin skal tinglýsast og skal ikki kunna uppsigast,
uttan at báðir partar eru samdir um tað.