Bjørg Dam stillar upp til umboðsráðið í Betri

 

🌱 Vel eitt nýtt grønt samhaldsfast andlit í umboðsráðið hjá Betri!


Míni hjartamál eru :
💚GRØNARI ganga fremst í orkuumskiftinum
💚SAMHALDSFAST og betri, øll hava ráð til
💚SAMFELAGSSINNI stuðla m.a. ADHD og sálarheilsu
💚FJØLTÁTTARI tryggja trivna og fjølbroytni
💚ÁBYRGDARFULT gera íløgur í føroyska samfelagið.
💚TÆNASTUSINNI minimera avgjøld, rakstur og meirkostnað.
💚DREYMAR til veruleika hjá húsakeypara, íverkseta og fiskimanni.
💚TRYGGARI í ferðslu og á sjógvi
💚BETRI fyri viðskiftafólk og starvsfólk.

Stutt um meg:
Eri 44 ára gomul av Argjum, og búgvi nú í Birnugøtu á Ternuryggi við manni og trimum børnum. Eri sjálvstøðug vinnurekandi, útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. Eri forkvinna í ADHD felagnum, aktiv politiskt og brenni fyri umhvørvinum.

👋 Eg ynski at gera mína ávirkan galdandi í umboðsráðnum, umboðandi teg, sum tryggingartakara í Betri trygging.

🌱

Øll fáa valkort sendandi við postinum. Til ber at velja talgilt ella við brævi frá 14.-28.sept.

-Um mær unnist at gerast ein av teimum 35 umboðnum komandi 4 árini, so síggjast úrslit.



Spyr um spurningar eru!

Vinarliga
Bjørg Dam
📱211428
les meir: bjørgdam.fo



#bjørgdam #umhvørvið #umboðsráðsval #betri