Bíligar íbúðir í Tórshavn

 Vit hoyra fer eftir  fer
um teir høgu húsaprísirnir í Tórshavnar Kommunu. Barnafamiljur, stakir
uppihaldarar og eldri, ið frammanundan eru strongd fíggjarliga, hava sera ilt
við at ogna sær bústað í kommununi. Fylgjan av hesum er, at hesin bólkur hyggur
uttanfyri kommununa eftir bústaðar møguleikum. Somuleiðis eru tað fleiri ið
taka av møguleikanum, at flyta uttanlands.



Eg vil arbeiða fyri alternativum bústaðar møguleikum í  kommununi. 
Bygging av lutaíbúðum og leiguíbúðum skal raðfestast høgt! Hugsi ofta um
eldri fólki ið sita við einum stórum sethúsum, ungu mammuna ið býr i einari
kjallaraíbúð við stórum leigukostnaðin og útisetan ið hevur hug til, at flyta
heimaftur.



Kommunan skal lata grundstykki til eigarafelagið, hetta til minst
møguligan kostnað. Hetta virkar somuleiðis sum eitt innskot av eginpeningi til
eigarafelagi, soleiðis kann íbúðarkostnaðurin haldast niðri. Økini eru longu
løgd av til hetta endamál, lati okkum koma ígongd nú!



Við hesum kunnu vit bjóða barnafamiljum, støkum
uppihaldarum, eldri og fólki við serligum tørvi ein alternativan bústaðarmøguleika.
Ein møguleika tey eisini kunnu rúma fíggjarliga. Við hesum blívur tað
somuleiðis meira áhugavert hjá okkara útisetum, at flyta heim aftur til
Føroyar. Tað er tørvur á annarleiðis bústaðarmøguleikum, enn dýrar
kjallaraíbúðir og kostnaðarmikil sethús.



Tórshavn, ein framsøkin høvuðsstaður.



Rúni Sundberg Patursson, valevni á listanum hjá Framsókn



Stutt og greið hjartamál.