BETRI vitan - færri skaðar.

Fyri at fáa størri vitan um fyribyrging móti skaðum, kann umboðsráðið hjá Betri m.a. seta eina ávísa játtan av til gransking, sum økir vitanina um, hvussu vit fyribyrgja okkum móti ávísum tryggingarskaðum. Skaðum, sum annars kunnu verða ein hóttan fyri teir kundar, sum skaðarnir raka; og sum eisini kunnu verða ein dýr søga fyri Betri trygging.

Økja vit vitanina um, hvussu vit fyribyrgja skaðar, megna vit eisini at tryggja kundarnar betri, og tryggja samstundis, at útgjaldið úr felagnum ikki gert óneyðuga stórt. Betri vitan um fyribyrging kann soleiðis lættliga blíva ein vinn-vinn-søga fyri kundan og fyri felagið.

Tryggja vit soleiðis kundarnar móti ov nógvum skaðum og felagið fíggjarliga, so vil felagið gerast uppaftur betri fyri at standa móti teimum brotasjógvum, sum altíð vilja koma við jøvnum millumbilum. 

Latum okkum arbeiða fyri betri vitan, færri skaðum og einum sterkum tryggingarfelag. 

Annita á Fríðriksmørk, valevni til umboðsráðið hjá Betri.