Bátadráttur í Nólsoy

 Býráðið hevur í kvøld tiki støðu til eitt mál um bátadrátt í Nólsoy. Vit hava viðgjørt málið í Vinnunevndini, og okkara tilmæli er, at nólsoyingar fáa nýggjan bátadrátt 


Nólsoyingar hava á fleiri borgarafundum víst á, at teir ynskja nýggjan bátadrátt, tí verandi bátadráttur kann ikki brúkast til størri bátar. Vinnunevndin samtykti málið og legði tað fyri býráðið, sum skal taka støðu í kvøld.
                  Málið hevur stóran týdning fyri borgararnar í Nólsoy, sum noyðast at ferðast eftir sjónum í øllum møguligum støðum. Tí skal tað vera lætt at draga stórar bátar í Nólsoy.
                Nýggi bátadrátturin verður væntandi gjørdur úti á Klyvum, og kostnaðurin er mettur til 800.000 krónur. 

Bogi Andreasen, form. í Vinnunevndini í Tórshavnar býráði