Barnastyrkur er ein alneyðug íløga

Framsókn fer at arbeiða fyri at hækka fíggjarliga styrkin til barnafamiljur komandi árini.





Vit eru sannførd um, at kostnaðurin av øktum barnastyrki er ein góð íløga av fleiri orsøkum.





Øll skulu kunna búgva her



Tað hevur stóran týdning fyri kommununa, at familjur í øllum inntøkubólkum búleikast her. Útrokningar vísa, at familjur við miðal inntøkum hava torført við at fáa endarnar at røkka, m.a. vegna høgu bústaðarprísirnar. Ein kann ímynda sær støðuna, um t.d. heimarøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og handverkarar ikki hava ráð at búgva í høvuðsstaðnum.





Økt virksemi



Við at veita teimum styrk, sum frammanundan ikki hava ov mikið, eru vit sannførd um, at pengarnir í stóran mun fara til nýtslu og soleiðis virka til økt virksemi. Hetta kemur okkum øllum til góðar og vil sannlíkt betra um trivnaðin í kommununi.





Ikki meiri flatskattur



Flatskatturin hevur longu givið einum parti av Føroya fólki skattalætta. Sitandi býráð ætlar at lækka skattin, nú Boðanesheimið er liðugt, men av tí at kommunuskatturin er flatur, vil ein generellur skattalætti koma teimum somu til góðar enn einaferð. Vit halda at túrurin er nú komin til barnafamiljurnar, og tí kann styrkurin síggjast sum ein óbeinleiðis skattalætti til hesi.





Vælferð



Vit vilja fyribyrgja, at barnafamiljur velja høvuðstaðin frá av fíggjarligum orsøkum. Tá eldra- og skúlaøkið verður lagt kommununi at umsita og fíggja, koma framtíðar skattaintøkur í enn størri mun at treyta vælferðina í kommununi.





Íløga



Sum ein liberalur flokkur arbeiða vit útfrá tí meginreglu, at hvør skattakróna skal geva meirvirði í mun til tað virði hon hevur í skattgjaldarans egna lumma. Tá vit velja at nýta pening til øktan barnastyrk, er tað eisini útfrá einum íløgusjónarmiði; at peningurin kemur inn aftur bein- og óbeinleiðs, okkum øllum til góða.